mánadagur 29. desember 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Merkisdagar
60 ára føðingardagur
Fríggjadagin 9. januar 2015,
verður Ludvík Petersen
(Bilfríðkan) seksti. Dagurin
verður hildin á Hotel Føroyum
sama dag kl 18:00. Skyldfólk,
vinir, óvinir, kenningar og
fyrrverandi viðskiftafólk, sum
vilja gleðast og hugna sær
saman við honum hendan
dagin, verða biðin um at
siga frá innan 2. januar á
telefon 217300 - 217308 ella á
telduposti LP@ognir.fo
Tøkk
Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum
gjørdu okkum gullbrúdleypdagin 21. nov. so
hugnaligan. Tøkk fyri allar vitjanir, heilsanir
og gávur. Vit vóru glað fyri at síggja tykkum.
Serliga tøkk til børn okkara við makum og
familju, nærmasta familjan og tónleikarar í á
so mangan hátt hjálptu til og gjørdu løtuna
minnisverda.
Eisini vilja vit ynskja familju, vinum og
kenningum eini gleðilig jól og eitt av
Harranum signa nýggjár.
Jórun & Páll Petersen
Kaldbak
Prógv
Tann 17. desember 2014 hevur
Durita Mohr úr Kollafirði lok
ið prógv sum Cand. scient. í
molekylærbiologi frá Aarhus
Universitet.
85 ára føðingardagur
Mikudagin 31. desembur fyllir
Tulla Harris Christoffersen Ludvig,
Vestmanna, 85 ár. Tey, ið vilja heilsa
uppá føðingardagsbarnið, eru væl
komin til ein drekkamunn á Fjøru
krónni í Vestmanna á sjálvum de
gnum millum kl. 12-16.
Brúdleyp
Leygardagin 3. januar giftast Nelly
Petrina Poulsen, Toftir og Flóvin
Váðklett, Klaksvík. Vígslan verður
í Fríðrikskirkjuni kl. 13. Veitslan
verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl.
18.30. Tey, ið vilja gleðast saman við
okkum hendan dagin, vera vinar
liga biðin um at siga frá áðrenn 18.
desember á tlf 265653 ella 257521.
Brúdleyp
Leygardagin tann 4. apríl giftast
Annika Rúnadóttir Gjógvará, Tórs
havn og Virgar Enghamar, Tórshavn.
Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl
13. Veitslan verður hildin fyri inn
bodnum í Dansifrøði kl 17. Brúðar
hús verður 5. apríl í felagshúsinum
í Stóragerði frá kl 16, har øll eru
hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
Fríggjadagin
2.
januar
giftast
Miriam Hentze Haraldsen, Sør
vágur, og Rógvi Johannesen, Mið
vágur, í Miðvágs kirkju. Vígslan
byrjar kl. 11, borðhald er fyri inn
bodnum um kvøldið. Brúðarhús
verur 3. januar í Missiónshúsinum
Libanon í Sørvági frá kl.18 har øll
eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
02.01.2015 hava Ingibjørg & Eyðfinn Mørk gullbrúdleyp. Vælkomst verður
í Missiónshúsinum í Vági frá kl 14.00 - 18.00. Tey í ynskja at heilsa uppá
gullbrúðarparið verða vinarliga biðin um at boða frá innan 29.12.2014 á tlf
373278, 212065, 224888.
Brúdleyp
Leygardagin 3. januar giftast Maria
Danielsen, Toftir og Henning Gleð
isheygg Joensen, Vágur. Vígslan
verður í Fríðrikskirkjuni á Toftum
kl. 12. Eftir vígsluna verður høvi at
heilsa uppá brúðarparið í kirkju
kjallaranum, har kaffi o.a verður
at fáa, øll eru hjartaliga vælkomin.
Veitslan verður á Svangaskarði kl.
18.30 fyri innbodnum.
Brúdleyp
Týsdagin 30. desember 2014 giftast
Rakul Skaale, Tórshavn, og Hanus
Mikal
Andreassen,
Tórshavn.
Vígslan verður í Havnar kirkju kl.
13.00. Veitslan verður hildin fyri
innbodnum í Róðrarneystinum á
Argjum kl. 18.00.
Vinaliga
Rakul og Hanus Mikal