Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Flogbólturin og hondbólturin koyrir við fullari ferð, har onkur óvæntaði úrslit eru. Útisetarnir í flogbólti hava misjøvn úrslit, har menninir vinna sítt, meðan kvinnurnar tíverri tapa. Dómararnir í hondbólti mugu renna millum dystirnar. Steypafinalurnar í hondbólti og flogbólti eru á skránni. Kyndil vinnur báðar finalurnar í hondbólti, meðan favorittarnir í flogbólti vinna. Her er talan um ÍF hjá monnum og Mjølnir hjá kvinnum. januar februar norskur steypavinnari Grøn steypafinala Føroyski flogbóltsspælarin, Bjarni Larsen, vinnur norsku steypakappingina við nýggja felagnum hjá sær, BK Tromsø. – Fyri mítt viðkomandi er hesin steypasigurin so heilt avgjørt hæddarpunktið higar­til, síðani eg flutti yvir til Noreg at spæla við BK Tromsø, sigur 21 ára gamli fugl­firð­ingurin við Sosialin, eftir steypasigurin. Í Danmark vinnur Marienlyst steypafinaluna hjá monnum fjórða árið upp í slag. Bárður Bendix Mikkelsen er talent mennari og hjálparvenjari í felagnum. Birgit Guttesen og Sofía Purkhús, sum spæla við Frederiksberg Volley taptu fyri Holte. Steypafinalan verður ein grøn uppliving, tá bæði mans­liðið og kvinnuliðið hjá Kyndli vinna steypafinaluna. Var spenningurin framúr stórur í hálvfinalunum, so stóð steypafinala sjálv ikki mát við hálvfinalurnar. Hjá kvinn­unum vinnur Kyndil sær skjótt munin og vinna 19- 14 á Neistanum. Hjá monn­ unum var spenningur til tað seinasta, tá Kyndil vann 22-20 á KÍF, sum annars hevði álop við støðuni 21-20. ■ Cristiano Ronaldo verður kosin heimsins besti fótbóltsspælari, tá hann vinnur Ballon d’Or frammanfyri kappingarneytanum Lionel Messi. Teir atkvøða ikki fyri hvørjum øðrum. ■ Jón Kragesteen boðar frá, at hann leggur frá sær í Hondbólts­ sambandinum. Hann hevur verið í parttíðarstarvið síðani 2009, men ynskir ikki at halda fram. Hann hevur millum annað verið skrivari hjá starvsnevndini og rikið heimasíðuna. ■ Dómararnir í hondbólti eru so fáir, at teir mugu renna millum dystirnar. Hesa ferð eru tað Arnar Dam og Gert Hansen, sum renna av Hálsi niðan í Hoyvik at døma. ■ Kvinnurnar hjá Mjølni hava verið einaráðandi í føroyskum flogbólti í trý mál, men púra óvæntað tapa tær fyri TB á heimavølli. Fyrsta tapið í tvey ár. ■ FM vinnararnir úr HB vinna venjara­ kappingina hjá Venjara­felagnum og Klaksvíks­kappingina. Hetta eru fyrstu kappingarnar á árinum. HB verður gjørt til FM favoritt. ■ Lutakast er til EM endaspælið í Fraklandi í fótbólti. Vit koma í bólk við millum annað Grikkalandi. Bólkurin er lítið áhugaverdur, men veikur er niður­ støðan. ■ ÍF vinnur steypafinaluna hjá monnum í flogbólti. ÍF er einaráðandi fyri tíðina og tað broytist ikki hesaferð. ■ Mjølnir endurvinnur steypa­kapping­ ina hjá kvinnum við 3-0 sigri á Fleyr. Mjølnir er viknað nógv til hetta kapp­ ingarárið, men tær halda fast. Bjarni Larsen (nr. 5), vinnur norsku steypakappingina Bæði mansliðið og kvinnuliðið hjá Kyndli vinna steypafinaluna Árið, ið fór...