mánadagur 29. desember 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147
ítróttur
Fótbólturin er farin á rull, meðan finalistarnir í hondbólti og flogbólti verða funnir.
Landsliðið spælir í Gribaltar, meðan dómsnevndin í flogbólti hevur úr at
gera viðvíkjandi kæru í bestu deildini.
KÍF og Kyndil vinna FM í hondbólti. Magnus Muller er hetjan fyri kollfirðingar,
tá hann skorar av gerandi málið upp á brotskast í seinasta sekundinum av dystinum.
mars
Apríl
Óskrásettur landsliðssigur
Kollfirðingar endurvinna FM
Fótbóltslandsliðið vinnur 4-1
á Gibraltar í venjingardysti,
sum ikki blívur FIFA skrá
settur. Gibraltar er bara
UEFA skrásett, so tað telur
einki á FIFA styrkilistanum.
Christian L. Holst skorar
tvey, Hallur Hansson og
Jóan Símun Edmundsson
skora hini bæði. Í Føroyum
er Sámal Erik Hentze, venj
ari hjá B36, lítið fegin um at
missa spælarar til landsliðið
stutt fyri kappingarbyrjan.
Hann sigur, at venjingar
legan ikki gevur meining,
tí landsliðið skal ikki spæla
fyrr enn í september.
KÍF og Kyndil vinna FM í
hondbólti. KÍF endurvinnur
meistaraheitið
við
sigri
á VÍF. Hetjan hjá KÍF er
vestmenningurin
Magnus
Muller,
sum
í
seinasta
sekundinum sendi brotskast
í mál. Fyrra finalan endaði
26-26, meðan KÍF vann 27-26
í seinnu finaluni.
Hjá kvinnum var Kyndil
omaná báðar finalurnar, sum
vóru heldur málfátækar. Eitt
skifti er VÍF um at koppa
Kyndli,
men
tær
grønu
tryggjaðu
greipuna
við
samanlagdum sigri á 33-28.
Stuttligasta søgan mundi tó
vera, at venjarin hjá Kyndli,
Andreas F. Hansen, fekk
fibur undir finaluni.
■ Dómsnevndin í Flogbóltssamand
inum staðfestur, at Dráttur fær viðhald
í kæru um SÍ spælaran Helgu Guttesen,
sum hevur spælt ólógliga.
■ Víkingur vinnur stórsteypadystin
móti HB í Gundadali. Bárður J. Hansen
er stóri spælarin. Høgri bakkurin skorar
skorar bæði málini fyri Víking.
■ KÍF velur at koyra gullvenjaran,
Jacob Jónsson frá. Fleiri seta spurnar
tekin við avgerðina um at koyra
venjaran frá, sum vann fyrsta FM heitið
til felagið.
■ Alex Mellemgaard brýtur tríggjar
tenn, tá B36 vinnur 2-1 á AB. Hann
verður avmyndaður áðrenn og aftaná
hann hevur verið hjá tannlækna.
■ Sigfríður Clementsen fær ein dyst
leikbann, eftir at hann hevur vísti limi í
dómarabólki fingurin, eftir 2-2 javnleik
millum B36 og Viking. Støðan fær nógva
umrøðu.
■ ÍF og Mjølnir vinna aftur gull í
flogbólti. Hesa ferð er talan um FM
finalurnar og liðini gera tað tey eru best
til fyri tíðina. Vinna gull.
■ Bara níggu ára gamli Marjus Nón úr
Rituvík venur við Manchester United.
Søgan ferðast kring alt landið.
■ Fróði F. Jensen vinnur gull í
borðtennis móti legenduni Peter
Niclasen, tá Kontrast finalurnar eru í
badminton, judo og borðtennis.
Føroyska landsliðið
vinnur 4-1 á Gibraltar
KÍF endurvinnur
meistaraheitið í hondbólti