Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Havnar Fimleikafelag fær sítt besta HM úrslit í HM kapping í Russlandi. Guðmundur Joensen blívur nummar fýra í altjóða kapping í nógvum hita í Portugal. Bæði í svimjing og súkkling klára føroysk umboð seg væl í kappingum uttanfyri fyri Føroyar. Pál Joensen og Torkil Veyhe eiga heiðurin, meðan Bjarni Nielsen nakað óvæntað blívur sterkasti maður í Føroyum Maj juni HF gott úrslit í Russlandi Bjarni er sterkastur í Føroyum Hulda hjá Havnar Fimleika­ felag blívur nr 21 av 29 í HM-kappingini í Moskva í Russlandi. Úrslitið er tað besta HM-úrslitið í estet­iskum nakrantíð hjá Føroyum. Hetta er fyrstu ferð í fleiri ár, at føroysk lið luttak í HM samanhangi og tí kemur úrslitið ser­liga væl við. Úr Havnar Fim­leika­ felagi verður sagt, at lut­ tøkan at økja um áhugan hjá teim­um ungu at halda fram við at gera fimleik, tá fleiri hava lyndi til at fella frá. Bjarni Nielsen vinnur heldur óvæntað heitið sum Føroyar sterkasti maður, tá hann í kapping í Klaksvík vinnur á favorittunum Boga Hammer og Jákup Súna Berg. Fyri kapp­ingarneytarnar kemur tað ikki púra óvæntað, tí evn­ ini eru eyðsýnd. Hetta er somuleiðis sein­ asti strykikappingin frá Boga Hammer, sum tveitir vektir­ nar. – Kroppurin orkar ikki meiri, sigur Bogi Hammar í samrøðu við Sosialin. Fyri 26 ára gamla Bjarna Nielsen er hetta bara byrjan­ in. Hann hevur sett sær mál at røkka langt og vil sleppa at royna seg í altjóða kapping. ■ Guðmundur Joensen blívur nummar fýra í altjóða triathlon kapping í Lisbon í Portugal. Hitin órógvaði Guðmund, sum samanlagt var væl nøgdur ■ Bogi Hammar endar aftast í væl­ eydnaðari Battle of the North styrki­ kapping. Hann boðar samstundis frá, at gevast, tá árið er komið at enda. ■ Artic Cup er í Føroyum. Talan er um altjóða bortenniskapping, har Ísland og Grønland luttaka. Hetta er fyrsta kapping av líknandi slag í Føroyum. ■ David A. Galán og Árna Fjallstein vinna FM í Fitness, sum er í Norður­ landa­húsinum. ■ Pál Joensen vinnur silvur á Mare Nostrum í Barcelona, tá hann er næstur á mál í 1.500 metrum. Samanlagt seta føroysku svimjararnir fimm føroysk met. ■ Torkil Veyhe vinnur silvur í Fyn Rundt. Tað verður mett at verða eitt tað besta úrslitið í føroyskari súkkling nakrantíð. ■ Jóan Símun Edmundsson skiftir til HB frá AB. Landsliðsframherjin tók øll á bóli, tá hann skifti út á Argir, men skiftið riggaði ikki heilt sum partarnir ynsktu. ■ Føroyar fáa ikki oyggjaleikirnar og tað er ongin ivi um at politiski pallurin eigur skyldina. ÍSF kann ikki lova tað, sum skal til, tá støða verður tikin. Havnar Fimleikafelag í Russlandi Zlatan Ibrahimovic móti føroyingum Árið, ið fór...