Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147 ítróttur Kappróðurin bjóðar upp á nýggjar bátar, sum vinna FM. ÍSF forsetin harmast um at Oyggjaleikirnir ikki koma hendan veg, meðan vit spæla væl í Evropa í fótbólti. Pál Joensen prógvar aftur, at hann er í heimselituni, tá hann vinnur silvur til EM í Berlin. FM finalurnar í frælsum ítrótti eru og í fótbóltinum henda ting og sakir. juli august Drekin Reyði vinnur FM Pál aftur í heimselituni Drekin Reyði vinnur FM í fyrsta kappingarárinum nakran­tíð. Teir vinna 10-manna­førini við 15 stigum fleiri enn Havnarbáturin. Argja­menn hava fyri tað mesta gjørt seg galdandi í 8-manna­førum, men í ár var av­gerð tikin um at royna seg við 10-manna­fari. Kvívíkingur, Hvessingur og Blikur vinna í avikavist 8-mannfør, 6-mannafør og 5-mannafør. Hjá kvinnunum eru vinn­ ar­arnir Jarnbardur, Erla Kongs­dóttir og Silja. Rúni Jacobsen koppar Róa Holgarsson sum skjótasti føroyingurin á 100 metrum. Rói hevur annars vunnið fýra ár upp í slag undan hesa ferð. Rúni er einsamallur maður undir 12 sekund. Øssur Debes Eiriksfoss vann FM í trístøkk og hæddarlopi. Hanus Bergson vann gull í spjót­kast. Í kúlustoyti vann Hans Hjørleivur Magnusen. Heri Ziska og Randi Kúrberg vunnu eisini gullheiðurs­ merki í sleggju­varpi. ■ Petur Elias Petersen staðfestur í samrøðu við Sosialin, at hann kundi ikki lúgva fyri Oyggjaleikanevndini og siga at alt var komið upp á pláss, tá tað ikki passaði. ■ Týskland vinnur HM finaluna við 1-0 sigri á Argentina. Mario Gotze skorar einsamalla málið í finaluni í longdu leiktíðini. ■ Vikingur og HB koma víðari í Europa og Champions League, meðan B36 og ÍF ikki koma forbí fyrsta umfar. ■ B36 hevur lagt sjógv millum seg og hini feløgini í Effo-deildini. Nú er tað meiri ein spurningurin um ikki at missa tað – enn at vinna tað. ■ Pál Joensen vinnur silvur á EM stevnuni í Berlin. Avrikið rungar kring allan heimin. ongin skilur, at hetta letur seg gera. ■ B36 tapur á fyrsta sinni hetta kappingarárið, tá Arnbjørn Hansen skorar einsamalla málið í dystinum fyri EB/Streymi. ■ Víkingur skrivar søgu, tá teir koma víðari til 3. umfar í Europa League, men mótstøðan er hørð og tað kostar í heimligu kappingini. ■ KVF og FSF koma ikki ásamt um eina avtalu fyri at vísa steypafinaluna. Tað endar við at Rás1 vísir dystin. Drekin Reyði FM vinnari Pál Joensen