mánadagur 29. desember 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hallur Hansson er hetjan, tá Víkingur vinnur steypafinaluna í fótbólti fyri
triðju ferð upp í slag. U21 landsliðið vinnur á Montenegro, men tað verður
yvirskuggað av arbeiðsvanlukku, har Gunnar Zachariassen letur lív.
B36 vinnur FM við sigri á Toftum, meðan landsliðið spælir móti Norðrírlandi
og Ungarn og tapur 2-0 og 1-0. Bjarni Nielsen roynir seg í altjóða
styrkimanskapping, men missi eitt dekk á lærið.
september
oktober
Víkingur er steypaliðið
B36 føroyameistari 2014
Hallur
Hansson
avger
steypafinaluna,
tá
hann
í
seinastu
minuttunum
stútar eitt frálík innlegg frá
Bárði Hansen í málið. Sjálv
steypafinalan
verður
av
greidd í flottum umstøðum,
og talan er um ferðmiklan
dyst, sum leingi var javnur
bæði á máltalvuni og í
spæli. Munurin var Hallur
Hansson. Hetta er triðju
ferð upp í slag at Víkingur
vinnur steypafinaluna og
hevur nú yvirtikið heitið frá
EB/Streymi, sum steypaliðið
í Føroyum.
Hjá kvinnunum gjørdist
17 ára gamla Hervør Olsen
hetjan fyri KÍ kvinnurnar,
sum vunnu á HB í finaluni.
KÍ setir seinni í mánaðinum
heimsmet við 15. meistara
heitinum.
B36 vinnur FM, tá teir á
Toftum vinna 3-1 á B68.
Teir fáa ein hvøkk longu í
fyrsta minutti, tá Ibrahima
Camara sendir bóltin í málið.
B36 reisir seg og beint fyri
hálvleik er 2-1 til gestirnar.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki
skorar Mr. B36, Klæmint
Matras, forlysandi málið, tá
hann stútar bóltin í málið
til 3-1.
B36 hevur verið oddalið
at kalla allan vegin. Nú er
tað endaliga staðfest og
gleðin er at fáa eyga á. Eina
viku seinni fáa teir gullið um
hálsin, eftir týdningarleysa
grannauppgerð móti HB.
■ Orkan køvdi dreymin, tá Føroyar
taptu 3-1 fyri Finnlandi, eftir at
okkara vóru á odda 1-0 í hálvleikinum.
Christian L. Holst skoraði føroyska
málið.
■ Føroyska U21 landsliðið vinnur 1-0 á
Montenegro í seinasta dystinum í hesi
undankappingini. Ári M. Jónsson skorar
málið.
■ Gunnar Dahl Olsen vinnur heldur
óvæntað trý FM í súkkling. Hann
vinnur landavegskoyring, einkultstart
og býarkoyring.
■ Føroyskur fótbóltur fær ein skelk, tá
bara 22 ára gamli EB/Streyma og U21
spælarin, Gunnar Zachariassen, letur
lív í arbeiðisvanlukku.
■ Bjarni Nielsen luttekur í altjóða
styrkimans kapping, men missir tíðliga
í kappingini eitt dekk á lærið og blívur
nummar 20 av 31, men er nøgdur við
royndirnar.
■ TB flytur upp í bestu deildina. Tað
verður endaliga staðfest á Argjum, tá
steypið verður handað. FC Suðuroy
flytir eisini upp, meðan HB og EB/
Streymur flyta niður.
■ Landsliðið tapur fyri Norðurírlandi
og Ungarn. Í Belfast brenna vit
brotsspark og tapa 2-0, meðan vit tapa
1-0 fyri Ungarn.
■ Rókur í Jákupsstovu avloysir Jón
Hestoy sum formann í svimjifelagnum.
Jón Hestoy hevur staðið á odda í
samfull 14 ár.
Víkingur vinnur finaluna
um Løgmanssteypið,
triðja árið á rað
B36 vinnur FM
Árið, ið fór...