Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147 ítróttur Hesin mánaðin fer í søguna, sum tann tá Føroyar vann á Grikkalandi í Athen. Sigurin fer í heimssøguna, sum ein tann størsti nakrantíð. Jóan Símun Edmundsson var hetjan. Pál blívur nummar fýra til HM í stuttgeil. Hóast einki heiðursmerki, so er hann fegin um avrikið. Nógv umtalaður par-styrkilandsdystur blívur av ongum, tí annar av donsku luttakarunum liggur illa sjúkur á dystar degi. november desember Bragdið í Athen Pál betri enn nakrantíð Føroyska fótbóltslandsliðið vinnur púra óvæntað 1-0 á Grikkalandi í Athen. Jóan Símun Edmundsson skorar einsamalla málið í dystinum miðskeiðis í seinna hávleiki. Føroyska liðið var betri enn vertirnir í fyrra hálvleiki, men aftaná málið ráddi um at verja borg. Føroyski sigurin fór kring alla heimin. Úrslitið og ikki minst livandi myndirnar av fegnum føroyskum spæl­ arum, sum hoppaðu og dans­ aðu í skiftirúminum aftaná dómarin hevði bríkslað. Sigur verður mettur at verða á stødd við sigurin á Eystur­ ríki í Landskrona 1990. Til HM á stuttgeil í Doha í Katar blívur Pál Joensen nummar fýra á 1.500 metra teininum. Hóast fjórða plássið kann vera ótakk­ nemmiligt, so er føroyski svimjarin væl nøgdur við tíðina, sum er bæði føroyskt og norður­lendskt met. – Sjálvandi er tað harm­ iligt, at avrikið ikki rak til heiðursmerki, men tað prógvar bara hvussu hørð kapp­ingin er, sigur Pál Joensen. Tað er hálvt annað ár til OL í Rio í Brasil og Pál sær altsamt meiri út sum ein maður, sum verður við har hann hoyrir heima. Í heims­ elituni í 1.500 metra svimjing. ■ Sámal Erik Hentze verður valdur til ársins venjara, men kunnger stutt seinni, at hann ikki heldur fram, hóast hann hevur sáttmála fyri komandi ár. ■ Eftir umteljing er greitt, at Adeshina Lawal úr B36 verður kosin ársins spælari hjá monnum, meðan Heidi Sevdal úr HB er ársins spælari hjá kvinnum. ■ Hans Pauli Samuelsen (B36) er triði upprunaspælarin, sum takkar fyri seg í EB/Streymi. Gert Hansen (Víkingur) og Arnbjørn Hansen (HB) gevast eisini í felagnum. ■ Lars Olsen sigur í samrøðu aftaná sigurin á Grikkalandi, at hetta skal ikki verða ein sovipúta, men at vit skulu vilja meiri enn. ■ Sun Yang meldar ikki til, tá HM í stuttgeil er í Doha. Søgan um positivu dopingroyndina er komin fram í ljósið og nú fjalir hann seg. ■ Sigmundur Johansen og Jógvan Páll Kristiansen vinna gull í judo kapping í Keypmannahavn. ■ Par-styrkilandsdysturin millum Føroyar og Danmark blívur av ongum vegna avboð frá Danmark. Tað blívur til ein móti einum, har Danmark vann tepurt. ■ Eyðun Klakstein verður settur í starv sum venjari hjá B36, og samstundis er venjara kabalin fyri 2015 gingin upp. Føroyar vinna flottan 1-0 sigur í Grikkalandi Pál Joensen