mánadagur 29. desember 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147
2
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
Í nánd av ársskiftinum verður ofta tikið til, at »eitt
ár er farið«. Tað merkir sum oftast, at nú hava vit
havt eitt ár við ymsum upplivingum, fjølbroyttum
royndum og helst bæði góðum og minni góðum
løtum. Og tá vit skifta eitt ár út við eitt annað –
sum nú, tá vit fara frá 2014 til 2015 – brúka vit ofta
ta løtuna til at gera upp og minnast aftur á tað,
farna ella farandi árið hevði at bjóða.
Summi verða heilt rørd, hvørja ferð eitt ársskifti
er, tí tað kennist sum at siga einum kenningi
farvæl, tá 2014 nú fer aftur um bak. Hetta er ein,
vit hava kent í eitt heilt ár, so einki er at siga til, at
tað kann kennast sorgblýtt at lofta skilnaðinum,
ið ikki slepst undan. Men sum í øllum øðrum
lívsins viðurskiftum, er í veruleikanum einki val,
tí 2014 fer nú sín veg – óansæð, hvat vit annars
gera við tað.
Tá kann tað kanska vera ein uggi, at ein nýggjur
kenningur stendur og trippar og er spentur at
koma inn í okkara lív. Tað er 2015, ið vit bæði
vænta okkum nógv av og hava stórar vónir til, tí
nú skal alt vera betri, enn tað var í 2014. Vit seta
okkum fyri, at okkara partur skal ikki liggja eftir,
tí vit vilja ikki gera mistøkini umaftur, vit gjørdu
í skjótt farandi árinum, og tí taka vit sum givið, at
2015 í allar mátar verður betri.
Og sum um tað ikki var nóg mikið, at vit bara
væntaðu og vónaðu, so eru tað tey, ið leggja so
nógv í eitt ársskifti, at tey beinleiðis lova høgt
og heilagt, at tey á einum og øðrum øki skulu
taka sær betri partar fyri. Nýggjárslyftini tróta
ikki, tí øll vísa góðan vilja og vóna ikki, at tey
skulu renna seg føst í orðunum hjá Paulusi, ið so
vísiliga staðfesti, at »andin er fúsur, men holdið
veikt«. Einki er óført, tá fólk skulu leggja av at
roykja, drekka og eta, umframt alt annað, ið skal
gerast. Og hjá summum er bara nóg mikið, at tey
senda eini sms-boð, so er teirra lukka tryggjað í tí
harrans ári 2015.
Veruleikin er bara tann, at eitt ár er ikki annað
enn eitt ár. Vanliga telur tað 365 dagar og
fjórðahvørt ár 366, og vanliga er tað 52 vikur og
eitt samdøgur til longdar, umframt at tað byrjar
og endar sama dag í viku. Tað vil siga, at tað
einasta, vit við vissu kunnu siga longu nú um 2015,
er at tað byrjar og endar hósdag!
Á hesum síðum hyggja vit aftur á 2014 við denti á
persónssøgur og frásagnir, heldur enn komandi
og farandi tíðindi. Tíðindi nytta einki, tá tíðin er
farin frá teimum, og longu í morgin kann henda,
at hesar síður gera størst nyttu sum pakkitilfar
hjá teimum, ið selja fisk og chips. Men endamálið
við hesi afturlítandi útgávu er heldur ikki, at tú
skalt dragast ígjøgnum góð og minni góð tíðindi
frá farna árinum, men heldur, at tú rundan um
komandi ársskiftið kann verða undirhildin við
einum samandrátti av nøkrum søgum, vit hildu
vera góðar á prenti hetta árið og tí eisini tola eina
lítla endurtøku.
2015 – ein samgongd nýskipan
Út við 14 inn við 15
Gott nýggjár!
við Høgna Djurhuus
E
ndiliga sleppa vit av við
enn eitt ár, vónandi gera
vit tað. Rakettir verða
sendar upp fyri at skjóta
árið niður. Væntandi rakar onkur
teirra, ein neyðrakett um ikki
onnur, so vit kunnu fáa eitt nýtt ár
og ikki skulu halda fram at siga 14
í 15. Tað er eitt sindur tollut, og tað
eru vit jú ikki í Føroyum, tollut.
Tað plagar at lukkast at skjóta
árini niður. Í Miðeystri skjóta tey
rakettir alt árið, so har skifta tey ár
ofta um árið.
Hóast vit eru undirdíkt í religión
í Føroyar, kríggjast vit ikki, ivaleyst
tí, at vit enn bara eru eittans fólka
slag her. Tá vit gerast fullveldi í
staðin fyri hjáveldi, noyðast vit at
taka onnur inn í landið. Tá verður
meiri futtur í, eisini aðrar daga í
árinum enn tann seinasta og tann
fyrsta. Tá vera fjúsini nógv og stutt.
Vóru bara tey gudiliga frelstu í
landinum stóð væl til. Men her eru
so nógv onnur frelst, sum prædika
sínar sannleikar.
Tað ræður tó fyrst og fremst um
at raka árið. Tað gjørdu teir í B36,
halda tey. Í B36 var øgiligur rómur
og ikki minni reyp, tí B36 bleiv
Føroyameistari. Tað er einki at
reypa av. Allir kunnu gerast Føroya
meistari. TB hevur verið Føroya
meistari, GÍ var Føroyameistari,
EB/Streymur hevur verið Føroya
meistari, VB hevur verið Føroya
meistari. Ja, enntá HB hevur verið
Føroyameistari. Segði onkur ÍF? Ja,
eisini ÍF var Føroyameistari.
So tað er einki fyri. Nei, Havnar
meistari, tað er nakað av reypa av.
Og HB er Havnarmeistari. Skal
nakar í Havn reypa um fótbólt
í tjúgufjúrtan eru tað tey í HB.
Tí teir eru Havnarmeistarar. Og
bara tvey feløg kunnu gerast
Havnarmeistari. Víkingur kann ikki
gerast Havnarmeistari. Heldur ikki
KÍ ella TB, hvørki EB/Streymur ella
ÍF kunnu gerast Havnarmeistari.
Eg siti framvegis ikki á feys
bukkuni, fái ikki skræpuna, tá hon
annars gonnur, ella skulu vit siga
rennur sum ein statementandi
ebolalík ólekjandi farsótt. Siti ikki á
feysbukkuni, so eg veit ikki so nógv
um, hvat hendi í árinum, sum fer.
Landsstýrið vísir aftur, at tað
ikki fær nakrar nýskipanir í lag.
Hatta er bara ein gomul, skipað lygn
hjá andstøðuni og fjølmiðlunum,
siga tey. Árið 2015, sum kemur
fyrsta dagin, sama um vit vilja
hava tað ella ei, er ein nýskipan.
Landsstýrið samtykti beint fyri jól,
at tann 1.januar í 2015 byrjar 2015.
Og øll fiskiloyvi halda fram óskerd.
Andstøðan yvirbjóðar, tí val er væl
á veg, og boðar longu nú frá, at tann
1. januar í 2016 byrjar 2016.
Samgongan mælir frá, tí lands
stýrið arbeiðir longu við málinum.
1.januar í 2018 er ikki vorðin valagn
enn. Fiskiloyvi krevst ikki at taka
gággu til agn.
Føroyar eru eitt farvæl val
ferðarsamfelag, har sum fleiri eru
fátæk enn arbeiðsleys, har sum
nógv hava nógv og nógv millum
lítið og einki og minus einki.
Eingin veit, hvørji tøl eru røtt, 20
krónur um dagin ella 16.000 kr. um
mánaðin, góðar 500 um dagin, fyri
at ganga hendur í lumma. Eru bæði
tøl propaganda, ella bara annað?
Og hvat er so ikki?
Ársins kvinna í Føroyum er
sponsk og eitur Anita.
Besti føroyski filmurin í ár er
»Sum einglar vit falla.« Hann fekk
sjálvandi ongan Geyta, undirhalds
virðið var ov lítið. Vónandi fekk
hann fleiri atkvøður enn mína.
Løgið, at fakfeløgini ikki hava
mótmælt, at 2015 kemur, uttan at
tey eru hvørki spurd ella hoyrd.
Mótmæli á Vaglinum.
Fjúsið er styttri enn midnáttar
rokið. Nógvar ferðir 20 krónur fara
til himmals, hagar bønirnar hjá
teimum neyðstøddu ikki røkka.
Hann har uppi sær bara neyð
rakettirnar og frøist.
Árið er við at fara undan okkum.
Latið okkum ikki falla í fátt, men
detta útí. Sum ein segði klokkan
tvey nýggjársdag: nú havi eg verið
fullur í tvey ár, og tað er einki fyri.
umafturafturum