Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2014 – Tað melur altíð okkurt lag í høvdinum. Er tað nóg gott, skundi eg mær at skriva tað niður og geri so tekst til. Soleiðis havi eg altíð gjørt. Simme Jacobsen undan heiðurskonsert 30. januar 2014 – At fólk, sum hava søkt um starvsløn í eitt ella trý ár, bara fáa stuðul í ein ella tveir mánaðir, er at háða eina verkætlan og háða pengarnar í Mentanargrunni Landsins. Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur, um starvslønir Tað eru tveir ungir og djarvir kokkar við stórum sjálvsáliti, sum koma at stýra KOKS skútuni. Hóast fyrr­verandi høvuðskokkurin, Leif Sørensen, nærmast hevur verið ímyndin av KOKS, kenna teir báðir ungu kokkarnir einki trýst á sær. – Vit hava verið undirstjórar í køkinum og verið partur av tí skap­ andi gongdini at gera hugskot til veru­leika í meira enn hálvtannað ár, so hetta er fyri so vítt ikki nakað nýtt fyri okkum, sigur Poul Andrias, og Áki leggur afturat: – Fyrr hevur tað verið Leif Sørensen, men nú eru tað vit báðir, sum skulu vera andlitið úteftir, og okkara nøvn verða sett í sambandi við KOKS, so eg ivist ikki í, at hetta verður eitt hart ár, har vit hóast alt skulu vísa, at vit megna uppávuna, sigur Áki. Ein av orsøkunum, til at teir hava valt at tikið av tilboðnum at vera høvuðskokkar á KOKS, er, at teir hava stóran als til føroysku rávørurnar. – Maturin, sum vit gera á KOKS er einfaldur, og vit royna at brúka so nógv føroyskt tilfar sum yvirhøvur gjørligt. Tað er tað, sum ger okkara arbeiði spennandi og avbjóðandi, sigur Poul Andrias. Geranium og Noma Hóast sín unga aldur, báðir 23 ára gamlir, hava Áki og Poul Andrias royndir frá nøkrum av bestu matstovunum í heiminum, sum eru í Danmark. Áki hevur starvast eitt skifti á Noma, og Poul Andrias hevur arbeitt á Geranium. Sjálvir halda teir, at júst hesa royndirnar eru teimum til stóran fyrimun, nú teir skulu standa á odda fyri KOKS. – Eg eri ótrúliga glaður fyri arbeiðsroyndirnar, eg havi frá Noma. Tíðarskeiðið, eg var har, lærdi eg veruliga at arbeiða, og hvat tað vil siga at arbeiða nógv, fortelur Áki, sum hevði ein arbeiðsdag frá klokk­an seks um morgunin til á mid­nátt fimm dagar um vikuna. Sambært Poul Andrias, sum hevur verið kokkur á Geranium, kann føroyska matstovuvinnan læra nógv av arbeiðshættunum á teimum heilt stóru matstovunum úti í heimi. – Av tí at vit hava arbeiðsroyndir frá teimum heilt stóru mat­stov­ unum í Danmark, eru vit eisini vanir við at arbeiða undir trýsti, og at tað verða sett høg krøv til tað ar­ beiðið, vit gera, sigur hann. Teir báðir síggja tó fleiri av­bjóð­ ingar fyri sær, nú teir skulu stjórna Føroya fremstu matstovu. – Fyrst og fremst ræður um at hava eitt gott lið av fólki, sum starv­ ast hjá okkum, at kunna halda upp á tey og ikki minst at fáa nýggj og góð fólk til, sigur Poul Andrias, og Áki heldur fram: – Ein onnur av­ bjóðing er at fáa gestir inn í mat­ stov­una. Ikki tí, føroyingum tykjast at dáma støðugt betur at fara út at eta og eru eisini rættiliga tilvitaðir um góðan, forkunnugan mat. 17 dagar ov tíðliga Linda Dahl og Høgni Midjord vóru úti á midnátt á nýggjárinum og skutu rakettir, men longu hálvanfjórða tíma seinni vóru tey blivin foreldur til ein lítlan drong, sum vigaði 3540 gram og var 53 sentimetrar langur. Lítlibeiggin var føddur heilar 17 dagar ov tíðliga, og føðingin var við keisarasnitti. Vitan lítið vird – Privatu og almennu arbeiðsplássini her heima mugu fáa eyga á stóra potentialið, sum fylgir við væl útbúnum starvsfólkum, sigur Eva Skeel Nolsøe, sum saman við familjuni ivast í at flyta heim, tí óstøðugu politisku viðurskiftini í Føroyum eru ein forðing fyri, at útbúnir føroyingar vilja heimaftur. – Fólk við hægri útbúgvingum skapa arbeiðspláss rundan um seg, sigur hon. Tveir kjansir at liva – Onkur hevur latið lív, fyri at eg kann liva, sigur 42 ára gamla Tórunn í Homrum, sum tvær ferðir hevur fingið nýggja livur. Hóast tað árliga eru føroyingar, sum hava tørv á nýggjum gøgnum, ber ikki til hjá føroyingum at skráseta seg sum donorar. Bíða til brúðarnáttina – Vit høvdu ynskt, at onnur ung kundu upplivað alt tað góða, sum vit fáa burturúr við ikki at hava sex. Men vit viðganga, at tað til tíðir kann vera torført at halda seg til reglurnar, vit hava sett. Soleiðis søgdu Jónhild L. Magnussen úr Miðvági og Tórur Olsen úr Hoyvík, sum høvdu valt ikki at vera saman kynsliga, fyrr enn tey giftust. – Eg veit væl, at tað eru ikki so nógv, sum velja at liva, sum vit gera tað, men fyri okkum er hesin lívstílurin rættur, segði Jónhild. – Tað eru fleiri fyrimunir við at vera so ungir og blíva høvuðskokkar. Vit tora væl, eru fullir av orku og brenna veruliga fyri fakinum, siga teir báðir nýggju høvuðskokkarnir á KOKS, Áki Herálvsson og Poul Andrias Ziska Teir brenna fyri matgerð 23 ára gomlu Áki Herálvsson og Poul Andrias Ziska, sum 1. februar tóku við sum høvuðskokkar á KOKS Mynd: Claes Bech-Poulsen januar