Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147 4 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2014 februar – Eg eri beint fram. Tað, sum kann gerast í dag, skal ikki bíða til í morgin Jóhanna á Bergi, ársins leiðari í privata vinnulívinum – Læknarnir søgdu, at mín tíð var farin, tí knæið var ov illa farið, men eg vildi ikki gevast. Toni R. Dam, sum nú skal kappast millum heimsins bestu í inniróðri Hjartabankan, sveittabrot, pína í knøunum og rygginum og lágt sjálvs­virði. Hetta var í nógv ár partur av gerandisdegnum hjá Tinu Tórarenni úr Skúvoy, sum alt tað hon minnist, hevur drigist við yvir­vekt. – Tað er ikki fyrr enn nú, at eg dugi at síggja, hvussu stóra ávirk­ an tey alt ov mongu kiloini høvdu á meg, bæði kropsliga og sálarliga. Tað var ein ónd ringrás, sum eg veru­liga mátti stríðast fyri at koma úr, sigur 33 ára gamla Tina, sum saman við manni og tveimum børn­um býr í Tórshavn. – Ikki bara var eg noydd at gera hetta fyri meg sjálva, men eisini fyri børnini. Eg vil vera ein fyrimynd fyri tey, og tað var eg ikki upp á nakran máta, soleiðis sum eg fór við mær sjálvari. Fyri minni enn einum ári síðani tók hon avgerð um at leggja lívið um, eta heilsubetri kost og røra seg meira í gerandisdegnum. Hetta var ein avgerð, sum broytti lívið hjá Tinu fullkomiliga. – Tað hevur verið ómetaliga strævið at koma hartil, sum eg eri í dag, men tað hevur verið tað vert. Alt er broytt til tað betra, sigur Tina. Altíð ov stór Tá Tina vigaði upp á sítt mesta, stóð vísarin á vektini og peikaði á talið 90. Hyggur hon eftir sínum gomlu vanum, undrast hon tó als ikki á, at hon hevur vigað ov nógv. – Nú tá eg hugsi um tað, so havi eg meira ella minni altíð vigað ov nógv. Eisini sum barn var eg tjúkk, men tá bleiv bara sagt, at hatta var hvølpafiti, sum nokk skuldi fara av aftur. Men tað gjørdi tað ikki. Tvørturímóti, sigur Tina. Eitt er, at Tina upp á fleiri mátar merkti á kroppinum, hvussu tey ov nógvu kiloini ávirkaðu bæði vøddar og liðir, men eitt annað er, at yvirvektin í stóran mun eisini tyngdi hana sálarliga. – Teir tankarnir, sum eg hevði um meg sjálva, vóru ómetaliga nega­tivir. Eg fór ikki serliga væl við mær sjálvari og helt, at eg hevði ikki uppi­borið betri, sigur Tina. Tað finnast óteljandi hættir at lætna, men fyri Tinu var tað um­ ráð­andi, at hon kundi tapa seg á ein so nattúrligan hátt sum gjørligt. – At byrja við vandi eg tvær ferðir um vikuna, og so líðandi blivu broytingar gjørdar í kostinum. Tað var ikki soleiðis, at eg droppaði alt tað ósunna alt fyri eitt, tí tað hevði eg ongantíð klárað, sigur Tina, sum rættiliga skjótt merkti broyt­ ingarnar. – Alt fór bara at kennast lættari, og pínan í knøunum, sum eg í nógv ár havi drigist við, hvarv spakuliga. Klæðini byrjaðu at hanga á mær, og brádliga slapp eg í buksur, sum eg ikki hevði kunnað brúkt leingi. Tað gav mær árræði til at halda fram, sigur Tina, sum í dag kennir hon seg so mikið væl, at hon sjálv er farin at undirvísa í fitness. Úr flotanum Tað seinasta av British Aerospace- flogførunum hjá Atlantsflogi er farið úr flotanum, nú Malmö Aviation skal leiga tað frá Atlantsflogi í 17 til 30 mánaðir. Hetta er síðsta stigið í eini tilgongd seinnu árini, at eldru flogførini skuldu úr felagnum, og flogfør av slagnum Airbus 319 skuldu koma í staðin. Smakkurin hvørvur Tá turra og ræsta kjøtið, sum skal seljast í handlum ella matstovum frá juni næsta ár, skal hava hingið í løggildum hjallum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur góðkent, er vandi fyri, at serligu smakkirnir, sum vit kenna frá turrum og røstum kjøti kring landið, fara at hvørva. Tað halda Mortan í Hamrabyrgi, matskribentur, Leif Sørensen, viðurkendur kokkur, og Eva úr Dímun, bóndi. 112 milliónir ríkari Sera góða gongdin hjá Bakkafrost sæst aftur hjá forstjóranum, Regini Jacobsen, sum saman við mammu síni, Oddvør Jacobsen, er størsti einstaki eigari í Bakkafrost. Tey bæði eru eftir einum ári blivin tilsamans 224 milliónir krónur ríkari. – Vit hava ongar ætlanir um at selja. Tvørturímóti, sigur Regin Jacobsen. – Eg tímdi ikki longur at vera tann, sum einki orkaði og altíð hevði pínu í kroppinum, sigur Tina Tórarenni, sum við røttum kosti og nógvari venjing lætnaði 30 kilo eftir minni enn einum ári Frá fiti til fitness Skeiklaður profilur Lisbeth L. Petersen, sum tók seg úr politikki í 2007, hevur nú eisini meldað úr valfelagnum hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy, tí flokkurin við Kaj Leo Johannesen á odda hevur skeiklað sosiala profilin so nógv, at hon kennir seg ikki aftur í flokkinum. – Nú ringja fólk úr øllum landinum til mín, og siga seg vera kedd um tað, sum hendir í landsstýrinum. Eg haldi, at eg kanska havi sett hol á okkurt, sum hevur ligið leingi undir yvirflatuni, sigur Lisbeth L. Petersen, ið tó enn er sambandskvinna av hjartanum. Tina Tórarenni fór ikki bara sjálv niður í vekt, men kennir seg í dag so mikið væl, at hon nú sjálv undirvísir í fitness Mynd: Álvur Haraldsen