Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2014 mars Hann hevur gjørt eitt uppskot til eina aðra Eysturoyarleið, sum ger teinin úr Eysturoynni og Norð­ oyggj­um styttri, bæði til Havnar og til flog­vøllin. Hann heldur linju­før­ ingina av ætlaða Eystur­oyar­tunl­ inum bróta við ta aðalreglu, sum átti at verið fylgd, um vit høvdu eina tilvitaða og yvirskipaða ætlan um, hvussu ferðslan í landinum skal leiðast. – Tað heilt náttúrliga vildi verið at ført ferðsluna úr Klaksvík í Vágar og úr Kollafirði suður til Havnar. Um Eysturoyartunnilin kemur upp norðan fyri Havnina, verður ferðslan til flogvøllin førd norður­eftir, og tá tyngir tú Kaldbaks­tunnilin óneyðuga nógv, sigur Palli Gregoriussen. – Við at gera ein undir­sjóvar­ tunnil frá Toftavatni til Strendur, og síðan ein millum Steffanstanga og Todnes, ber til at knýta ferðsluna upp í verandi ferðslustreym, sum gongur umvegis Kaldbakstunnilin til Havnar. Kemur øllum til góða Alternativa uppskotið, sum Palli Gregoriussen saman við Fríða Dalsgarð frá Munin hevur gjørt, er bæði bíligari og tryggari. Tað leingir um ferðatíðina úr Runavík til Havnar við níggju minuttum, samanborið við aktuella uppskotið, men styttir um leiðina hjá øllum, sum skulu í Vágar til flogvøllin úr Eysturoynni og Norðoyggjum. – Tað er heilt náttúrligt, at tú brúkar teir landsvegir, sum longu eru, og knýtir aðrar ferðslu­æðrar uppí. Í so máta brýtur Eystur­ oyar­tunn­ilin, sum linjuføringin er í dag, við alt vit og skil, sigur Palli Gregoriussen. Alternativa uppskotið hjá Palla Gregoriussen kostar í alt 712 milliónir og kann gerast í fýra byggistigum, og tað fevnir um tveir stuttar undirsjóvartunlar, sum eru fýra kilometrar langir, heldur enn ein 11 kilometra langan tunnil við rund­koyring. – Tað er stórur munur á at koyra 11 kilometrar undir sjógvi, og at koyra ígjøgnum tveir stuttar tunlar. Tað verður fantastiska flott at koyra á leiðini, sum vit skjóta upp, sigur Palli Gregoriussen. Frá Hörpu til Syðrugøtu – Tað er ein stórur dreymr hjá mær at blanda altjóða umhvørvi upp í tað føroyska – bæði uppgávur og fólk, sigur kendi arkitekturin, Ósbjørn Jacobsen, sum teknaði Hörpu í Reykjavík, men annars sær líka stórt í at tekna ein føroyskan hjall, sum at tekna okkurt stórt milliónaprosjekt uttanlands. Tað almenna oyðslar – Bústaðir skulu byggja 100 íbúðir um árið, men tað kann gerast trupult fyri teir prísirnar, sum vit skulu byggja fyri í dag. Tað almenna gevur 30.000 krónur fyri fermeturin uttan at blunka, meðan vit hava sum mál at byggja fyri í mesta lagi 15.000 krónur fyri fermeturin. Avleiðingin kann vera, at vit noyðast at útseta onkra byggiætlan, sigur stjórin í Bústøðum, Andras Róin. Ikki pengar til mat Í minsta 20.000 krónur um mánaðin, umframt ókeypis mat, hús og bil, fingu Eyyub Keten og Aumang Haji lovað frá TB. Eftir seks vikur í arbeiðsloysi máttu teir rýma av Tvøroyri og fara heimaftur til Danmarkar, tí teir áttu ikki pengar fyri mat. – Tú skyldar mær túsund krónur, títt svín, vóru seinastu orðini, annar teirra fekk frá formanninum í fótbóltsdeildini hjá TB, Kim Roest. Eg hugsi nógv um sjúkuna – Sjálvandi hugsi eg nógv um sjúkuna og hvussu hon kann ávirka meg í framtíðini, men hinvegin nyttar ikki at stúra ov nógv, og tí taki eg bara ein dag í senn, sigur kendi útvarpsmaðurin, Elis Poulsen, sum hevur fingið staðfest parkinsonsjúkuna. – Eg havi tað gott og eri glaður, og kann vónandi vera til arbeiðis eitt sindur enn. Eg taki tað bara, sum tað kemur og royna at síggja tað góða og positiva í lívinum og takka fyri, at eg yvirhøvur havi fingið ta gávuna at vera her á foldum. – Vit eiga at føra ferðsluna úr Klaksvík til flogvøllin og frá Kollafirði suður til Havnar. Við ætlaðu linjuføringini av Eysturoyartunlinum, skal ferðslan úr Klaksvík og Fuglafirði til flogvøllin heilt til Havnar og so norður aftur ígjøgnum Kaldbakstunnilin. Tað er heilt burturvið, sigur Palli Gregoriussen, arkitektur Linjuføringin heilt burturvið – Dreymurin er at skapa tónleik, framføra fyri ymsum fólkum og harvið loyva teimum ta løtuna inn í ein annars ókendan heim. Mattias Kapnas, klaverspælari, sum vann talentkappingina Stella Polaris – Tað var ein fantastisk uppliving, og eg lærdi eina rúgvu. Men tað var ein strævin tíð, har eg kendi meg einsamalla, og eg hevði ikki gjørt tað aftur. Guðrun Sólja Jacobsen, sum fyri 11 árum síðani vann »Stjerne for en aften«