mánadagur 29. desember 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147
6
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2014
apríl
– Jú, sanniliga loysir tað seg
at duga telefonnummarið hjá
fiskimálaráðharranum.
Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur, um at
fiskivinnan – í mun til aðra vinnu – fær sítt
framleiðslutilfar ókeypis frá politisku skipanini
– Eg havi altíð arbeitt tað, sum er neyðugt,
og tað er tað. Eg hugsi ikki so nógv um,
hvat klokkan er, men royni at fáa tað
gjørt, sum skal fáast frá hondini.
Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik og TF Holding
Har, sum vilji er, ber alt til. Tað
hevur Einar Poulsen prógvað, tí
hóast mong stúrdu, tá hann tekn
aði seg til kvøldskúla fyri at taka
dugnaskapsroynd í sigling, gjørdi
hann av at stríðast fyri at koma á
mál. Einar er nevniliga orðblindur,
og fær bara lisið heilt einfaldar
tekstir. Men við einum góðum lær
ara og stuðli heimanfrá, megnaði
Einar Poulsen tó at hála eitt fram
úr gott støðumet á land.
– Eg fekk 12 í skipsteknikki, sjó
reglum og í tólum, sum er at nýta
radara, GPS og líknandi, sigur Einar
Poulsen.
Umframt hesi trý 12-tølini fekk
hann eisini tvey 7-tøl í teimum
lærugreinunum, sum krevja meira
av lesiførleika – støddfrøði og kort.
Men tó hevur Einar Poulsen klár
að seg yvir miðal í hesum læru
greinum.
Lívið hjá Einari hevur verið
darvað av ósigrum í skúlanum.
Hetta hevur uttan iva skumpað
undir, at hann ikki hevur hug at
ganga í skúla, men allíkavæl megn
aði lærarin á kvøldskúlanum at
fanga Einar Poulsen.
– Lærarin dugdi serstakliga
væl at undirvísa, og hann gjørdi
sær ómak at lesa alt upp og greiða
gjølla frá, sigur Einar Poulsen.
Hinumegin pultin situr lærarin,
Tórgeir Strøm, og hann heldur tað
vera eina heilt serliga orsøk til, at
Einar megnaði at stríða seg til eitt
framúr prógv. Útyvir at vera væl
upplagdur til hvønn tíma, nýtti
hann eisini allar sansirnar, fyri at
fáa lært sítt pensum.
– Tað, sum hann ikki megnaði at
fáa gjøgnum eyguni, fekk hann við
gjøgnum oyruni. So sat tað, sigur
Tórgeir Strøm.
Sjógvurin dregur
At Einar hevur tikið dugnaskaps
roynd í sigling, er kortini ikki heilt
av tilvild, tí hann er vaksin upp í
einum sjómannaheimi. Bæði pápin
og hinir báðir eldru beiggjarnir
hava valt sjógvin sum sítt yrki, og
sjálvur hevur Einar altíð havt eina
brennandi áhuga fyri tí, sum hevði
við sjógvin at gera.
– Familjan hevði útróðrarbát, tá
Einar var lítil og hann var ikki meiri
enn fimm ára gamal, tá ið hann
gekk uppií, tá vit egndu, minnist
mamma hansara.
Hóast hann enn er í skúlaaldri,
er tað longu fleiri ár síðani, at hann
ein dag saman við pápa sínum tók
ikki færri enn 400 nátungar. Og fyri
trimum árum síðani, keypti fam
iljan ein heldur størri útróðrarbát,
sum er 38 føtur stórur, og har um
borð hevur Einar næstan følt seg
sum heima.
Einar, pápin og báðir beiggjarnir
eiga hvør sín fjórðing í bátinum og
Einar hevur sjálvur sett 100.000
krónur av sínum egnu pengum
í bátin. Eitt sindur átti hann
frammanundan, men restina hevur
hann sjálvur forvunnið av útróðuri.
Uni lyftir
arvin
– At vera sjónvarpsvertur er bara eitt
arbeiði, og tað er eingin orsøk til at gera
tað til nakað størri enn tað, sigur 24
ára gamli Uni Holm Johannesen, sum er
nýggjur vertur í Degi & Viku. – At pápi
mín, Johnsigurd Johannesen, er kendur
frá sama leikluti, hugsi eg lítið um. Tað
eru heldur øll onnur, ið romantisera tað
og gera tað til nakað stórt, sigur nýggi
sjónvarpsverturin.
Svik uttan
avleiðing
Ein skerd kanning hjá Eyðfinni Jacobsen,
advokati, staðfestir, at nevndin í Eik
Grunninum ólógliga heimilaði sær
møguleika fyri at lána út 950 milliónir
krónur. Men myndugleikin lyftir ikki
fingurin fyri at draga tey í rættin, sum
høvdu ábyrgdina, tí hóast Eyðfinnur
Jacobsen mælir til at kanna fleiri
viðurskifti nærri, sýtir løgtingið fyri at
játta pengar til tað.
Vilja til
Tokyo
Fyritøkan Guðrun & Guðrun flytur seg
alla tíðina, og nú eru tær báðar – Ludvig
og Rógvadóttir – farnar eftir upprunaliga
dreyminum um at lata upp handil í Japan.
Tær selja nógv í Onglandi, USA og Italia,
men mest til Japan, har teirra vørur
millum annað eru at finna í høgtmettu
Isetan-sølumiðstøðini.
Við trimum 12-tølum
í dugnaskapsroyndini
í sigling, gjørdi
15-ára gamli Einar
Poulsen úr Porkeri
øllum til skammar.
Einar Poulsen er
nevniliga orðblindur
Orðblindur
tók øll á bóli
Her sæst 15 ára gamli Einar umborð á Emily, sum er familjuútróðrarbáturin hjá
honum, pápanum og beiggjunum, og sum teir hvør eiga ein fjórðing í
Privatmynd
Føroyingar trýstir út
– Fylgjurnar av verandi fiskivinnuskipan eru millum annað, at
føroyingar fara at hvørva úr fiskivinnuni, sigur Kári Petersen,
búskaparfrøðingur, ið vísir á, at tað eru bara útlendingar,
sum hava ráð til at keypa skipini við veiðiloyvum. – So við
og við fara føroyingar úr vinnuni og útlendingar hava góðar
møguleikar at taka allan ágóðan av føroyska tilfeinginum út úr
føroyska samfelagnum. Tøma teir yvirskotið burtur úr felagnum
við eini høgari rentu, er einki yvirskot at gjalda skatt av.