Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2014 mai Fyri 19 árum síðani kom tann tá tvey ára gamla Anitha K. Mortensen til Føroya at búgva hjá eini familju, sum skuldi vera henn­ara mamma, pápi og beiggi. Tvey tey fyrstu árini í lívinum búði Anitha indiska stórbýnum Madurai, men hon hevur bara av­ mark­aðar upplýsingar um tey bæði fyrstu árini í lívinum, tá hon enn var í India. – Stutt eftir at eg var fødd, endaði eg á einum barnaheimi, tí mamma mín var ov fátæk og illa fyri til at kunna taka sær av mær, sigur Anitha, ið kennir navnið á síni biologisku mammu, men veit púrt einki um pápan. – Eg kenni meg sum ein føroying, og so hvørt eg eri blivin eldri, er tað blivið lættari at hava eina øðrvísi útsjónd enn flest onnur, sum búgva her, sigur Anitha K. Mortensen, ið kom til eini føroysk foreldur, sum framm­anundan høvdu ein ætt­ leiddan son, ið somuleiðis var úr India. Og tey høvdu bíðað í trý ár eftir at fáa næsta barnið. Trupult í skúlanum – Í dag hugsi eg sjáldan um, at eg eri ættleidd og havi ein annan húðarlit enn hini, men tað var ikki altíð líka lætt at vaksa upp í Føroyum sum ættleitt barn, sigur Anitha. Serliga var tað, tá hon byrjaði í fólka­skúlanum, at hon legði til merkis, at hon var øðrvísi, í mun til hini børnini, tí tað hevði hon ongan­tíð hugsað um, tá hon gekk í barna­garði. – Eitt, sum eg altíð havi hildið verið keðiligt, er, at í Føroyum verð­ur ofta sagt við børn, at tey líkjast tí og tí persóninum í fam­ iljuni. Ongantíð segði nakar so­leið­is við meg, og tað helt eg altíð var so keðiligt, tí eg vildi eins og hini børn­ ini líkjast onkrum, sigur Anitha K. Mortensen. – Har haldi eg, at foreldur eiga eina uppgávu at fortelja børnum sín­um, um hvussu tað heila nú eina­ferð hongur saman, og hví summi børn eitt nú eru myrk í húðini. Hugsar um India Øll hesi árini, meðan Anitha K. Mortensen hevur búð í Føroyum, hevur hon ikki hugsað stórvegis um India – og tó. – Fyri nøkrum árum síðani settu vit okkum í samband við barna­ heimið í India fyri at spyrja okkum eitt sindur fyri um mína biologisku mammu. Tá fingu vit at vita, at mamma hevði fingið nýggjan sjeik, og um hann fekk frænir av, at hon átti eitt barn við einum øðrum manni, kundi hann gera við hana júst sum honum lysti, sigur Anitha, ið eisini hevur vent sær til donsku sjón­varps­sendingina »Sporløs«, men uttan úrslit. – Eg haldi heldur ikki, at eg hevði riggað í India, tí so hevði eg ivaleyst verið gift við onkrum ókendum manni, gingið við hasum bindinum á høvd­inum og verið noydd at lært hindi. Tað hevði slett ikki verið eg, sigur hon og flennir. Vilja hava C, Q, W, X og Z Ein stórur meiriluti av Føroya fólki vil hava »fremmandu stavirnar« C, Q, W, X og Z inn í føroyska bókstavaraðið, vísir ein kanning hjá Lóður, ið hevur spurt 535 føroyingar um bókstavaraðið. Svarið í kanningini er ógvuliga sannførandi, tí 64% vilja hava C, Q, W, X og Z inn, meðan 26% siga nei og 10% siga seg ikki vita. Teir bestu av landinum – Vit liva í einum avskeplaðum samfelag, har vit útflyta stóran part av dugnaligastu arbeiðsmegini. Í staðin fyri at bøta um karmarnar her heima, so lata vit bara upp fyri at fáa fleiri og bíligari útlendingar inn í staðin, sigur Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, nú útlendskir handverkarar kunnu fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, bara arbeiðsloysið ikki er meira enn 6% innan viðkomandi handverksfak. Blaka mat og mentan burtur – Tað er eingin logikkur í, at vit burturbeina okkara egnu rávøru, so sum livur og nýru, fyri síðani at innflyta somu vøru úr útlandinum, sigur Richa B. Richardsdóttir, sum í meira enn 25 ár hevur verið bóndakona. Hon finst at, at ein stórur partur av seyðaslaktinum verður koyrdur vekk: – Eg eri bangin fyri, at vit ikki bara blaka matin burtur, men í síðsta enda eisini ein part av føroyskari mentan. Fyrimunur at bera brek – Eg ivist ikki í, at tað er ein fyrimunur, at eg sum forkvinna sjálv beri brek, tí av tí sama tori eg betur at seta orð á tær ymsu avbjóðingarnar, sum fólk við breki hava, sigur nýggja forkvinnan í Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum, Tóra við Keldu. Hon heldur tað vera ógvuliga týdningarmikið at hava eitt óheft felag at røkja sjónarmið og áhugamál hjá fólkum, ið bera brek, so felagið kann vera røddin hjá einum felags bólki. – Mín visjón er, at Føroyar skulu vera eitt gott land at búgva í, eisini fyri fólk við breki. – Líka mikið, hvussu gott eg havi havt tað, og hvussu góð míni nærmastu hava verið við meg, so havi eg altíð kent meg øðrvísi, sigur 21 ára gamla Anitha K. Mortensen, ið bara var tvey ára gomul, tá hon varð ættleidd úr India Havi altíð kent meg øðrvísi Anitha K. Mortensen, sum tvey ára gomul kom til Føroya, hevur altíð vitað, at hon var ættleidd úr India, men hevur ongantíð sett spurnartekin við tað Mynd: Álvur Haraldsen – Kaldar føtur er talan avgjørt ikki um. Eg haldi ongantíð, at eg havi verið heitari um beinini enn tað sama. Barbara Holm, fyrireikari, um at vera spent til Frigg-festivalin í Kjøpinhavn – Seinastu tíðina havi eg drigist við so nógvar skaðar og pínu í kroppinum, at tað eftirhondini ikki er tað vert meira. Bogi Hammer, sum gevst við styrkikappingum á hægsta stigi