Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-29, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147 8 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2014 juni – Ein maður, sum ikki sleppur at spæla og hava tað stuttligt, verður keðiligur og irriteraður. Er tað nakað, sum eg ikki vil verða, so er tað gamal og keðiligur. Halleluja-Sofus, sum hóast 60 ára aldur enn er ein stórur smádrongur – Vit føroyingar áttu at sæð Ísland sum ein heimamarknað hjá okkum. Gunnar Justinussen, sum í meira enn 10 ár hevur selt dekk í Íslandi og í dag er leiðandi veitarin av dekkum á íslendska marknaðinum Meinhard Jacobsen, sum var stjóri á Faroe Seafood tey seinastu 13 ár­ ini, til samtakið fór av knóranum 3. desember 2010, hevur hildið seg rættiliga kúrran síðani. Men tá búgvið eftir føroyska fiski­vinnu­ risan loksins var um at vera liðugt av­greitt, var Meinhard Jacobsen til reiðar at siga sína hugsan um tað, ið fyrifórst. – Alt var sera undarligt. Longu í februar 2010, tíggju mánaðir áðrenn húsagangin, fingu vit illgruna um, at aktørar bæði tætt at Faroe Seafood og í fiskivinnuni annars, saman við fíggingarstovnum ar­ beiddu við ætlanum, ið skuldu for­ koma fyritøkuni í verandi líki, sigur ein bersøgin Meinhard Jacobsen um síðstu tíðina, áðrenn Fiska­ virking stongdi og 800 fólk mistu arbeiðið. – Tey, sum høvdu buktina og báðar endarnar, tóktust ongan­ tíð hava nakra ætlan um at Fiska­ virking skuldi hóra undan, sigur fyrr­verandi stjórin, ið heldur lítið um, at táverandi samgonga heldur ikki var sinnað at koma sam­tak­ inum til hjálpar. – Fleiri politikarar bæði úr sam­ gongu og andstøðu jublaðu næstan, tá vit snaraðu lykilin um, sigur Meinhard Jacobsen, sum eisini leggur eftir sterku aktør­unum í uppsjóvarvinnuni, ið eisini gjørdu sítt til at steðga Fiska­virking, tá fyri­tøkan royndi at fáa lut í ríki­ døm­inum í makrel­fiski­skap­inum. Passivur formaður Meinhard Jacobsen heldur tó, at nevndin í Faroe Seafood við Inga Højgaard, nevndarformanni á odda, kundi spælt ein nógv virkn­ ari leiklut í stríðnum ímóti, at sam­ takið við virkjum kring alt landið fór á heysin. – Av nevndarlimunum var tað bara Jónsvein Knudsen, sáli, ið aktivt var við í okkara royndum at bjarga fyritøkuni. Hvat hinir van­ligu nevndarlimirnir gjørdu ella fingu gjørt, veit eg ikki, men nevndar­formaðurin gjørdi so slett einki fyri at bjarga Faroe Seafood. Heldur var tað tvørturímóti, sigur Meinhard Jacobsen. – Tað hildu vit tá vera eina sera undarliga støðu hjá einum nevndar­formanni at hava, tí hans­ ara leiklutur skuldi verið tann øvugti, at gingið fremst fyri at vart fyri­tøkuna, hann varaði av. Ingi Højgaard vísir aftur, at hann var passivur, men vísir á, at hann var blivin nevndarformaður í Faroe Seafood í september 2010, tá fyri­tøkan var í eini insolventari støðu og partapeningurin var mistur. – Eg varð av Eik biðin um at fara í nevndina, og tann loysnin, ið skuldi finnast, var ein kreditorloysn sam­ an við nýggjum partapeningi. Mín upp­gáva var fyrst og fremst at halda okkum flótandi, fyri at vita, um fíggjarligu kreditorarnir og íleggj­arar kundu finna eina loysn, so felagið kundi bjargast, sigur Ingi. Nýggj floghavn – Arbeiðið hevur gingið væl, og bæði fíggjar- og tíðarætlan heldur, hóast veðrið í vetur hevði stóra ávirkan, segði stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass, tá nýggi terminalurin var tikin í brúk. Samlaði kostnaðurin fyri terminalin, brandstøð, umsitingharhøli og garasju varð frammanundan mettur at verða 144 milliónir krónur, og tað sær út til at halda. Brúgv 15 milliónir dýrari Politiska avgerðin um at vraka tilboðini um at byggja brúnna um Sandá kostar Tórshavnar kommunu 15 milliónir krónur, og býráðið noyðist at umraðfesta íløgurnar, tí pengar mangla í. Rokningin fyri vegasambandið millum Havnina og Argir kemur tí upp á 70 milliónir krónur. – Sera vánalig handfaring av tórshavnar kommunu, sigur Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, sum í oktober 2012 bjóðaði sær til at gera arbeiðið fyri 55 milliónir krónur. Eigur lívið í Tórunn – Eg var øgiliga bangin og beinini ristust, men eg kláraði at hála hana upp úr rottanganum, sigur seks ára gamla Jennleyg Kallsoy á Eiði, sum bjargaði fýra ára gomlu Tórunn Kruse, sum var dottin niður í ein rottanga. – Eg segði einki við hana, tá hon kom upp, men hon græt og var øgiliga skitin. – Av nevndar­limunum var tað bara Jónsvein Knudsen, sáli, ið aktivt var við í royndunum at bjarga Faroe Seafood, og nevndarformaðurin gjørdi absolutt einki, sigur Meinhard Jacobsen, ið var stjóri á Faroe Seafood, tá samtakið fór á húsagang í 2010 Vit skuldu bara burtur Meinhard Jacobsen, ið var stjóri í Faroe Seafood í 13 ár, til samtakið fór á húsagang í 2010, er vónbrotin av, at so fáa vildu heilhjartað vera við til at bjarga fyritøkuni og sleppa 800 fólkum undan arbeiðsloysi Mynd: Álvur Haraldsen Eg ræðist meg sjálvan – Tá eg stóð haruppi og tók Merkið fram, bleiv eg errin av at umboða mítt land á heimsins hægsta tindi. Men tað var ein løgin kensla at standa á tindinum, tí samstundis var eg bangin fyri at doyggja, greiddi leirvíkingurin Arne Vatnhamar frá, tá hann var komin heimaftur, eftir at hava verið fyrsti føroyingur uppi á heimsins hægsta fjalli, Mount Everest. – Nú kann eg siga, at túrurin var tað verdur, men um eg hevði sett meg niður haruppi, so hevði sitið har enn, sigur Arne, ið hostaði blóð og slím upp úr lungunum, bert fáar metrar frá tindinum.