Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-29, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2014 juli – Vit fáa alt ov lítið burtur úr fiskivinnuni. Okkara høvuðsvinna kundi havt ein hægri umsetning, verið nógv meira áhugaverd og skapt nógv vitanarstørv, men vit vilja ov lítið við henni. Janet Fríða Johannesen, fyrrverandi nevndarformaður í Føroya Fiskaaling – Eg skal ikki siga, at vit í Føroyum eru dugnaligari enn onnur, men av tí at vit eru smærri og hava nógv styttri arbeiðsgongdir, kunnu vit á øllum økjum vera minst líka dugnalig sum onnur. Kjartan Thomassen, nýggjur stjóri á Elektron, men við yvir 40 ára royndum í føroysku KT-vinnuni – Bakstur og køkur hava altíð havt mín áhuga, og serliga hava køk­ur­ nar hugtikið meg. Tær verða altíð settar í sambandi við gleði­ligar løtur, so sum brúdleyp, føðingar­ dagar, veitslur og yvirhøvur tiltøk, har lívið verður hátíðarhildið, og tað haldi eg vera stuttligt, sigur hann. Karstin umhugsaði, um hann skuldi verða bakari ella kokkur, men valdi fyrst at fara bókliga vegin á studentaskúlanum á Kambs­dali, og tað gekk sum fótur í hosu hjá honum har. – Eg fekk eitt sera gott prógv í studentaskúlanum. Eg fekk 10,7 í miðal, so bæði lærararnir og floks­ felagirnir væntaðu, at eg sjálvandi fór at brúka míni bókligu evni á einum lærdum háskúla. Men hetta er altso tað, sum eg brenni fyri, sigur Karstin. Beint fyri lesiferiuna triðja árið á Kambsdali, valdi Karstin at seta seg í samband við kondittaríið La Glace, sum verður mett at vera hitt mætasta kondittaríið í Danmørk. Kondittaríið er í fimm hæddum mitt á Stroynum í Kjøpinhavn, og tað er frá 1870 og er harvið elsta kon­dittarí í Danmark. – Eg sendi eina ókravda umsókn og fekk heilt skjótt svar aftur, at eg fekk møguleikan fyri royndarlæru í tveir dagar, so eg leyp avstað, sigur hann. Karstin var á La Glace í tveir dagar, og kunnu teir báðir dagarnir saman­berast við eina upp­tøku­ roynd, har hann veruliga skuldi vísa, hvørji evni hann hevði sum kon­dittari. Men tað gekk væl, og nakrar vikur seinni fekk hann at vita, at hann fekk lærupláss, so eftir lokið studentsprógv á Kambsdali keypti hann sær ein einvegis ferða­seðil til Danmarkar. Nú kundi nýggja tilveran á La Glace av álvara byrja. Strævið arbeiði At arbeiða á La Glace er strævið, og vanliga kemur Karstin til ar­ beiðis klokkan seks ella níggju um morgunin, og tá skal hann gera køkurnar til reiðar, sum skulu úr húsinum ella oman í handilin. Tá tað er liðugt, fara hann og hinir kondittararnir í hernað við køkur­ nar, sum skulu gerast til næstu dag­ar­nar. Ein arbeiðsdagur er van­ liga liðugur seinnapartin klokk­ an fimm, so ein arbeiðsvika hjá Karstin er tískil í minsta lagi 37 tímar, men hann arbeiðir mestsum 40 til 45 tímar hvørja viku. – Vit gera køkur til mótavikurnar í Keypmannahavn, onnur móta­ til­tøk, jóla tiltøk og eisini til nógv víða­gitin fólk, og hetta er sera spenn­andi, sigur Karstin, og vøkru grønu eygunu glógva, tá hann greið­ur frá tí, hann elskar mest við ar­beið­inum. – Tað stuttligasta er at gera brúðar­køkurnar. Tá sleppi eg veruliga at royna meg. Mær dámar ómeta­liga væl at pynta køkurnar ella framleiða pyntið til køk urnar. Í dag geri eg eitt nú ljósareyðar fir­valdar, reyðar rósur, sproyti køkuna og trýsti mynstur í køkuna. Tað er stuttligt at seta mín egna dám á. Karstin skal læra á La Glace í trý ar aftrat, og eftir lærutíðina fer hann at royna seg á øðrum konditt­ aríum, men dreymurin er at lata upp egnan handil. Ræður um at halda fast Klæðini eru sum oftast svørt og rá, og tað føroyska er kjarnin í arbeiðinum hjá Barbara í Gongini, ið sum sniðgevi hevur sligið navn sítt fast á altjóða mótapallinum. Hon hevur showrúm í Paris og fær fyrispurningar frá eitt nú Lady Gaga og Lenny Krawitz. – Á leiðini hevur tað verið avgerandi at hildið fast í sær sjálvari, sigur Barbara, ið ikki letur seg imponera av status, men heldur integriteti. Eingin ullar­ mót­tøka Hóast ullarmóttøkan í fjør eydnaðist stak væl, skipar ALS ikki fyri nakrari móttøku í ár, um ikki onkur í ellivta tíma kemur við neyðugu pengunum. – Búnaðargrunnurin hevur sýtt umbønini um stuðul og ALS sær tað ikki sum sína uppgávu sjálvt at bera kostnaðin av ullarinnsavningini, sigur Høgni í Stórustovu, deildarleiðari í ALS, ið staðfestir, at teir, ið áttu at sýnt ullarmóttøkuni áhuga, gera tað ikki. Hevði einki val – Orkan var farin at ganga undan, og hevði ikki tann leiklutin, sum eg kundi hugsað mær at havt. Mær dámar illa at gera nakað hálvt, og tí var einki annað at gera, enn at taka ein steðg, sigur Jón Tyril, sum síðani 2002 hevur verið høvuðsfyriskipari av G! 20 ára gamli Karstin Magnussen er í læru sum kondittari á mæta kondittaríinum, La Glace, sum liggur mitt á Stroynum í Kjøpinhavn, og hann kendi seg sum at vera ein av einari millión, tá hann fekk at vita, at hann kundi fáa lærupláss har Kondittarin av Nesi Eg vil elska løtuna – Tað ringasta var at fortelja børnunum, at mamma hevði fingið krabbamein. Tey høvdu jú mist pápan stutt frammanundan. Men eg eri ikki ein diagnosa – eg eri eitt menniskja! Og eg vildi stríðast fyri at liva, sigur Sædis Eilifsdóttir í Syðrugøtu um sín bardaga ímóti krabbameini. Tann 8. juli fekk hon tey boð frá læknunum, at einki var eftir av sjúkuni og at krabbameinsraktu kyknurnar vóru vekk: – Eg trúði ikki mínum egnu oyrum, tá eg fekk hetta svarið frá læknanum. Karstin Magnussen slapp ígjøgnum nálareygað á mæta danska kondittaríinum, La Glace, har hann nú lærir til kondittara mitt á Stroynum í Kjøpinhavn Mynd: Marita á Rógvi