mánadagur 29. desember 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147
10
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2014
august
– Fólkini, ið dag og dagliga stríðast
í eini vinnu, sum landið í stóran
mun livir av, hava uppiborið ein dag,
har tey og teirra fak kemur í fokus
John William Joensen, fyriskipari
av Sjómannadegnum
– Kommunurna eru ein forðing fyri at føra
fíggjarpolitikk sum heild, og tær eru ein
forðing fyri, at neyðugar nýskipanir innan
eldraøkið og skúlaverkið kunnu gerast
Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur, sum
heldur, at Føroyar eiga at vera ein kommuna
Húgvur,
tjúkkar
troyggjur,
10
kuldastig og fjallasíður við nøkrum
hundrað fólkum á skíð, er ikki júst
tann myndin, tey flestu munnu
hava, tá hugsað verður um Afrika.
Men í Lesotho í Suðurafrika liggur
í 1.400 metra hædd og hægri, so
kuldi, kavi og fólk á skíðum er
eingin óvanlig sjón har.
Afriski
er
annað
av
bara
tveimum skíðstøðum í statinum
Lesotho, og hvørt summar halda
fleiri túsund afrikanarar frí og
standa á skíð har, men talan er fyri
tað mesta um vælhavandi fólk, tí
tað er ikki heilt bíligt at brúka økið.
– Tey allarflestu hava hoyrt um
møguleikarnar at standa á skíð í
Europa, men tey hava ongantíð
sjálv sæð kava og vita annars lítið
og einki um at standa á skíð, for
telur havnarkvinnan, Ester D. Kass,
sum í summar hevur verið skíð
lærari á Afriski.
Hóast skíðstaðið liggur uppi í
fjøllunum, og tey eisini hava vetur
har á leiðini, gerst tað tó ongantíð
nóg kalt til, at heilt nógvur kavi
legst. Tí brúka tey eisini eftirgjørd
an kava, fyri at tað skal vera møgu
ligt at brúka tær tríggjar skíðbrekk
urnar, sum eru har.
– Frálæran er fyri so vítt tann
sama sum aðrastaðni, men alt tekur
bara longri tíð, tí fólkini skulu venja
seg við at vera úti í kava og at brúka
útgerðina. Av tí sama haldi eg eisini,
at motorikkurin skal veruliga
standa sína roynd, tá tey skulu læra
at standa á skíð fyri fyrstu ferð, og
tað er avbjóðandi fyri ikki at siga
trupult fyri skíðlærararnar, sigur
Ester.
Hugsar um Lesotho
Fyri skjótt tveimum árum síðani
bleiv Ester D. Kass útbúgvin skíð
lærari. Hetta var eftir loknan mið
námsskúla, tá hon ynskti at taka
sær av løttum í eina tíð.
– Onkursvegna var tað rættiliga
nærliggjandi fyri meg at gera
okkurt í skíðvinnuni, tí tað er ein
vinna, sum eg kenni hampuliga
væl. Eg var bara tvey ára gomul, tá
eg stóð á skíð fyrstu ferð, og líka
síðani havi eg á hvørjum ári staðið
á skíð saman við familjuni, fortelur
hon.
– Mær dámar tað ótrúliga væl
og hugsaði, at tað kundi verið ein
upplagdur møguleiki at fingið mær
eina útbúgving sum skíðlærari,
samstundis sum eg helt frí frá tí
veruliga skúlalívinum.
Nú eru tó aftur bøkur og tímar
á skránni hjá henni, tí Ester D. Kass
er farin undir at lesa búskaparfrøði
á universitetinum í Kjøpinhavn,
men hon viðgongur allíkavæl, at
kavi, kuldi og skíðing í Lesotho
javnan er í huganum.
– Eg kundi avgjørt hugsað mær
at farið aftur til Afriski, sum er eitt
skíðstað í stórari menning, so eg
spæli mær við tankan um møguliga
at fara aftur hagar um nøkur fá ár,
sigur Ester D. Kass.
Kópakonan
avdúkað
Hóast kalt, var veðrið av tí fagrasta,
tá stórt hátíðarhald var í Mikladali
í sambandi við, at standmyndin av
Kópakonuni varð avdúkað (hvar). Meira
enn 2.000 fólk vóru komin í oynna og
bygdina til hátíðarhaldið, og skráin var
bæði umfatandi og fjølbroytt, umframt
at tað eydnaðist kalsoyingum at taka so
væl ímóti, at eingin sat hvørki svangur
ella kaldur.
Stórar
ætlanir við
svartkjafti
Við at leggja seg eftir at framleiða
liðugtvøru til matna úr svartkjafti, skal
Varðin Pelagic fáa størri virðisøkingin og
minni slógvnøgd. – Svartkjaftur er nógv
meira viðbrekin enn makrelur og sild,
men tað ræður um at hugsa aðrar tankar
og gera okkurt annað, enn at heilfrysta,
tí talan er um ein fínan og góðan fisk við
nógvum proteinum, sigur Bogi Jacobsen,
stjóri á uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri, ið
somuleiðis váttar, at ætlanir um egna
mjølverksmiðju tó ikki eru sleptar.
Berjast
um »gull«
Íslendska bryggjaríið Ölgerðin metir seg
hava patent upp á orðið »Gull« í Íslandi,
og tí verður kravt, at Føroya Bjór Gull
verður tikin av hillunum í íslendsku
rúsdrekkasøluni. – Okkara gulløl er
níggju ár eldri enn gullølið hjá íslendska
bryggjaríinum, sigur Einar Waag, stjóri í
Føroya Bjór, sum avgjørt ikki ætlar sær
at bakka.
– Fólkini á skíðstaðnum hava ongantíð sæð kava og vita als ikki, hvussu tey
skulu bera seg at. Fyri fleiri teirra er tað næstan ein ómøgulig uppgáva at skula
læra at standa á skíð, og tí eisini ein stór avbjóðing fyri meg, sigur Ester D. Kass,
sum í summar hevur arbeitt á forkunnugum skíðstaði í Lesotho í Suðurafrika
Skíðlærari í Afrika
Ester D. Kass hevði eitt so mikið forvitnisligt summarferiustarv, sum at vera skíðlærari í Afrika
Privatmynd
Heini ger »big business«
– Skalt tú gera business í USA, mást tú hava eitt amerikanskt
telefonnummar, so fólk fáa fatur á tær og kunnu bjóða tær til ein
bita, tí tú mást vera har sum tað hendir, og har fólkini eru, sum
tú hevur tørv á at hitta, sigur Heini Zachariassen um orsøkina
til, at hann valdi at flyta fyritøkuna og familjuna við trimum
børnum til San Francisco í California í august 2013. – Málið hjá
Vivino er at gerast størsta vínappin í heiminum, og tað er av
stórum týdningi at vera í miðdeplinum, um tú vilt vera størst.