mánadagur 29. desember 2014síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2014
september
– Tað hevur ikki verið stuttligt
at byrja sítt lív sum familja
saman upp á henda mátan
Katrin Joensen, sum saman við Álvi Hansen keypti
eini hús, sum vóru so fongd av soppi, at tey bara
– Vit vóna alla tíðina, at tað fer at verða
frægari, men spurningurin er bara, hvussu
leingi menn orka at halda fram við hetta lag
Absalon í Buð, formaður í Meginfelag
Útróðrarmanna, ið letur illa at útróðrinum
Ikki gevur tað altíð seg sjálvt, at
ein yrkisleið er sum ein bein linja,
og tað er helst eisini nakað, Bogi
Bech Jensen úr Havn kann skriva
undir uppá.
Hann starvast í dag á Fróð
skaparsetri
Føroya,
har
hann
er professari í orkuverkfrøði á
Náttúruvísindadeildini, samstundis
sum hann eisini er professari við
Newcastle University í Bretlandi.
Bogi hevur drúgvar royndir í
samstarvi við fyritøkur kring um
í Europa og Asia, og hann hevur
samstarvað við og arbeitt nógv
saman við fyritøkum sum Höganäs
í Svøríki, Grundfos, Brüel & Kjær
Vibro og Dong Energy í Danmark,
Toyota í Japan, Envision Energy
í Kina, umframt Siemens í bæði
Bretlandi og Kanada.
Tey fægstu kanska vita, at Bogi
Bech Jensen í veruleikanum byrjaði
sína virknu yrkisleið á skipsdekki.
Hetta komst av, at sum barn og
ungur tímdi hann ikki at ganga
í skúla, og tá hann fór til skips,
ætlaði hann sær ongantíð í lívinum
í skúla aftur. So avgjørdur var 16 ára
gamli drongurin í Havn, tá hann
hevði lagt níggju ár í Kommunu
skúlanum og eitt ár á FHS aftur
um seg.
Skúlin hevði ikki verið nakað
at reypað av, próvtølini vóru ikki
góð, og tað vóru royndirnar frá
skúlanum heldur ikki, men nú
skuldi skúlin vera ein farin tíð, og
langt um leingi kundu arbeiðslívið
og dreymurin um sjólívið førast út
í lívið.
Byrjaði á dekkinum
Tað skuldi tó vísa seg at ganga heilt
øðrvísi, enn ungi havnardrongurin
hevði torað at droymt um. Men
áðrenn alt tað hendi, byrjaði hann
sum ungur á dekkinum á flaka
trolaranum Ennibergi, og hann
var bæði við gomlu og tá nýggju
Krúnborg.
– Tá eg hevði siglt í eini tvey ár,
fór eg á Maskinmeistaraskúla og
gjørdist maskinmeistari, og síðani
sigldi eg aftur í eini tvey ár, áðrenn
eg fór á Maskinmeistaraskúlan at
undirvísa, og so aftur seinni á Fróð
skaparsetur Føroya at lesa.
Av
Fróðskaparsetrinum
fór
Bogi Bech Jensen til Newcastle
at lesa víðari, og lesturin á læru
stovninum har endaði við, at hann
seinni fekk starv sum lektari og
undirvísingarleiðari á Newcastle
University.
– Í 2010 flutti eg til Danmarkar,
har eg gjørdist lektari og deildar
leiðari
hjá
DTU,
Danmarks
Tekniske Universitet, og her var eg
til í mars í ár, tá eg flutti heimaftur
til Føroya, sigur hann.
Umframt at vera útnevndur
professari
við
Fróðskaparsetur
Føroya og á Newcastle University,
er Bogi eisini doktari í verkfrøði
á Newcastle University. Hann
er stjóri í menningarfyritøkuni
Defined Energy, og hann hevur eis
ini lisið leiðslu á Harvard Business
School í USA.
Tað er eftir, at Bogi flutti heim
aftur til Føroya at búgva í vár, at
hann hevur tikið við starvinum
á Náttúruvísundadeildini á Fróð
skaparsetri Føroya.
– Í starvinum fáist eg mest við
undirvísing og gransking, og her
verður eisini nokso nógv planlegg
ing. Alt hetta tekur tíð, men eg eri
tolin og áhaldin, og eg eri spentur
upp á hesa uppgávu og avbjóðing,
sigur professarin.
Hálvonnur
milliard
Skansi Offshore, sum bleiv kosið Ársins
Virki 2014, hevur ordrar fyri 1,5 milliard
krónur í ordrabókini. – Í oljuvinnuni
byggir alt á fakta. Tú fært ikki tosað
teg til ein sáttmála, sigur Tummas
Justinussen, stjóri í Skansi Offshore,
sum við fimm nýggju veitingarskipum
av álvara hevur fingið fótin fastan hjá
størstu oljufeløgunum.
Løgmaður
hálsfevndur
– Russar ynskja ein vaksandi samhandil
við Føroyar, og eg havi vónir um at
skriva undir eina fríhandilsavtalu við
russar, innan eitt ár er farið, sigur Kaj
Leo Johannesen, løgmaður, ið sjálvur
var á einum »konstruktivum og gevandi
fundi« í Moskva, sum kom í lag, eftir at
Russland setti innflutningsforboð fyri
vørur úr ES, Norra, USA og øðrum londum
í vesturheiminum.
Størsta
forðingin
Avmarkaðir starvsmøguleikar er størsta
forðingin fyri, at útisetar flyta aftur á
Tvøroyri, vísir ein kanning, sum tríggir
tvøramenn – Flóvin Eidesgaard, Rasmus
Nolsøe og Helgi Eidesgaard – hava
gjørt. Av teimum spurdu, sum ikki
búgva á Tvøroyri, siga heili 71 prosent,
at avmarkaðir arbeiðsmøguleikar eru
størsta forðing fyri at flyta heimaftur.
Hóast Bogi Bech Jensen í dag er professari í orkuverkfrøði, tímdi hann sum yngri
ikki at ganga í skúla, men byrjaði sum ungur á dekkinum á flakatrolara
Professarin
byrjaði á Ennibergi
Bogi Bech Jensen er í dag professari og doktari, men yrkisleiðin
byrjaði altso á dekkinum á flakatrolaranum Ennibergi
Mynd: Álvur Haraldsen
Katrin sker inn á bein
Katrin Ottarsdóttir viðger opið barndómin við sálarsjúkari
mammu í nýggja filmi sínum, Ludo. – Eg havi eingi atlit at
taka til familju nú, tí nú eri eg einsamøll og kann geva mær
sjálvum loyvi til at brúka tað nú, sigur filmsleikstjórin.
Í spælifilmunum Atlantic Rhapsody og Bye Bye Bluebird
eru fjald sjálvbiografisk brot, men í filminum Ludo er
einki at goyma seg aftanfyri. – Her er skorið beint inn á
bein, og skurðurin er reinur, sigur Katrin Ottarsdóttir.