Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-29, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147 12 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2014 oktober – Síðstu fimm árini havi eg koyrt úr Havn inn á Glyvrar til arbeiðis, so eg kenni tørvin á egnum kroppi Teitur Samuelsen, nýggjur stjóri fyri almenna partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar – Um ein kvinna vil koma fram í politikki, skal hon vera bæði áhaldin og treisk Eyðgunn Samuelsen, javnaðar­ tingkvinna, um javnstøðu – Hetta hevur verið deiligt at sett seg við um kvøldarnar. Eg eri bæði A- og B-menniskja, so eg fari seint í song og tíðliga upp, og kann ofta klára meg við einum hønublundi, sigur Njál Mackay Djurhuus, sum hevur skrivað søguna um Frelsunar­herin í Føroyum. Talan er um tvey bind, sum til­ samans telja 486 síður, og í orðum og myndum lýsa tey føroyska partin av søguni hjá felagsskapinum, frá stovnan til dagin í dag, sum er eitt tíðarskeið upp á júst 90 ár. – Tað hevði verið ov tungt við einari bók, tí hon hevði verið tung sum ein múrsteinur. Liggur tú í songini og lesur og missir eina slíka niður á teg, brýtur tú nøsina. Og tað vil eg ikki hava ábyrgdina av, flennur Njál. Hann hevur í stuttum savnað saman alt tað, sum er at finna um Frelsunarherin, bæði í skjala­ goymslum í Føroyum, Kjøpinhavn, Oslo, Reykjavík og London, og fleiri túsund síður bleiv tað til. Um livandi fólk – Minnisbøkur snýgva seg ofta um deyð menniskju, men eg vil ikki enda í tí grøvini. Eg vil eisini skriva um livandi menniskju, sigur Njál og greiðir frá, at hann tí fekk ein norskan vinmann at velja út nøkur fólk, sum kundu geva sítt íkast til søguna um Frelsunarherin. – Eg kundi jú ikki velja tey út sjálvur, tí hvønn skuldi eg valt og hvønn skuldi eg valt frá? Tað vildi verið vónleyst, sigur Njál og vísir til sítt lívslanga og tætta tilknýti til júst Frelsunarherin. Tilgongdina at savna og velja út tilfarið til bókina, lýsir Njál Mackay Djurhuus sum at sita við døgurðaborðið og skilja fisk: – Skræðan og beinini eru skild frá og skumpað til viks, meðan restin hevur ligið eftir. Haraftrat havi eg havt góðar »skiljarar« at hjálpt mær at lúkað burturúr, legg­ ur hann skemtiliga aftrat. Tað er eingin loyna, at Frelsunar­ herurin hevur verið ein stórur partur av mestsum øllum lívinum hjá Njáli Mackay Djurhuus, so tí hevur arbeitt við eini søgu, sum meira enn nøkur onnur hevur merkt lívið hjá ritstjóranum sjálvum. – Viðhvørt havi eg sitið í skellilátri og hugsað aftur á gamlar dagar, meðan eg havi blaðað ígjøgn­ um tey mongu skjølini, greiðir hann skemtiliga frá. – Og hóast eg eri komin fram á nógv, sum eg ikki visti av, vil eg ikki siga, at nakað av tí hevur gjørt meg bilsnan. Grønt frambrot Vindmyllulundin í Húsahaganum, sum kostar um 180 milliónir krónur, framleiðir streym til okkurt um 9.000 húsarhald, sparir SEV 9.000 tons av tungolju og flytur felagið eitt stórt fet nærri grøna málinum. Men hóast SEV framleiðir streym fyri triðingsprís í nýggju vindmyllulundini, verður elrokningin ikki bíligari fyri brúkaran. Fer eftir fígging – Summi biðja okkum koyra, meðan onnur halda okkum vera svakar, sigur Jóannes Petersen, arkitektur, sum nú er farin at leita eftir milliardunum, ið kunnu gera Airport 19 til veruleika, so flogvøllur verður bygdur á eini flogoyggj, ið skal liggja við Flesjarnar. Prísurin fyri verkætlanina, sum enn bert finst á tekniborðinum, verður mettur til 5,6 milliardir krónur. Gerið tað ikki! – Eg eri ikki kedd av, at eg varð forelskað í einum øðrum Big Brother-luttakara og hevði sex við honum fyri opnum skíggja, sigur Sissal Olafsdóttir, sum tó ávarar ung ímóti at gera tað sama – ikki minst, tí luttøka í eini »reality-sending ikki bara ávirkar luttakaran, men eisini øll rundanum. – Viðhvørt havi eg sitið í skellilátri og hugsað aftur á gamlar dagar, sigur Njál Mackay Djurhuus, sum hevur ritstjórnað 90 ára drúgvu søguna hjá Frelsunarherinum í Føroyum Søguskrivarin Njál Njál Mackay Djurhuus við bókunum báðum, hann hevur skrivað um tey fyrstu 90 árini hjá Frelsunarherinum í Føroyum Mynd: Álvur Haraldsen Prestur trýr ikki á Gud – Hóast eg hvørki »trúgvi« á Gud ella fanan, so haldi eg allíkavæl, at tað finst ein spirituell megi, sigur Tórður Jóansson, sum hevur lisið gudfrøði og eisini hevur virkað sum prestur í Skotlandi. – Eg havi havt tíðarskeið í mínum lívi, har eg havi drukkið illa, men eftir at hava verið á Velbastað fyri skjótt nógvum árum síðani, havi eg tíbetur ikki nortið dropan. Í tí dystinum hevur ein ella onnur andalig megi hjálpt mær, og tað kann eg bara vera takksamur fyri, tí annars var eg neyvan á lívi í dag.