Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-29, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór 2014 november – Eg hevði ikki gjørt tað aftur, um eg hevði havt ta vitanina, sum eg nú havi, og vil heldur ikki ráða nøkrum til at boða frá óreglusemi. Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari á Strandferðsluni, um varskógvan – Tá eg ordiliga eri í kolakjallaranum, hyggi eg at føroyska flagginum. Livar Nysted, havrógvari, um ikki at geva skarvin yvir Tað fyrsta, Steinvør Fonn minnist frá bóndalívinum, er at hon fór til Kunoyar, har omma Steinvør er ættað, við pannukøkum til fjall­ mennirnar, tá hon var barn. Hon var við til flettingina og sá ommu sína vaska vembur, gera blóðpylsu og rullupylsu. Eftir barndómsárini hevði hon einki við bóndalívið at gera, men hevur altíð havt áhuga fyri náttúruni. – Áðrenn vit møttust, var eg sannførdur um, at eg vildi ikki koma tætt at nøkrum øðrum menn­ iskja enn børnunum hjá mær, sigur Levi Joensen, sjeikur hennara. Steinvør sigur eisini, at tá hon møtti Levi, ivaðist hon í, um hon var egnað at liva saman við fólki. Síðani Steinvør møtti Levi, er ein nýggjur heimur latin upp, greiðir hon frá. Tey hava gingið langt og leingi í kava og mánalýsi, og eisini í regni við pannulykt. – Tað er so øðiliga lekkurt, sigur hon. Fyrstu ferð, Levi kom at vitja Steinvør fyri tveimum árum síðani, var hann nossligur og reinur, men aðru ferð var hann í joggingbuksum við blóði á og stinkaði av seyði. Nú sigur hann, at tað var ein roynd fyri at vita, um Steinvør toldi tað, hon sá. Tí hetta er samleikin hjá honum. – Eg helt tað vera ordiliga well, at hann tordi at koma so ófantaligur, tí hann kendi meg ikki tá. Hann hug­tók meg púrasta, sigur hon. Aftur til røturnar Tað er nógv, ein skal læra sum nú­ tímans bóndakona. Tað er skitið ar­beiði, sum luktar illa, so ein skal ikki vera ov sartur. Levi hevur lagt henni lag á við at tumma, skera, reinsa vembur, taka mørin, og ann­ að, sum er at læra. Tey hava ætlanir um at breiðka arbeiði og seyða­ húsið, so tað verður hugaligari og ar­beiðs­samari í framtíðini. Nógv býarfólk kenna lítið til kjøtið, sum liggur á borðinum ella hvaðani mjólkin kemur. Fólk torir ikki at fara aftur til røturnar, og fólk eru bangin fyri ikki at fylgja við tíðarrákinum, halda tey. Tað er tor­ført hjá bygdar- og býarfólki at skilja hvønn annan. – Bóndalívið er eitt betri og sunnari lív, sigur Steinvør avgjørd. – Tað er torført at samanbera hetta við nakað annað, tí tað er so einfalt. Hetta er at koma aftur til røturnar, hóast vit ikki hava flutt okkum. Levi leggur aftrat, at vit so ofta hoyra í dag, at vit mugu koma víð­ ari og ikki vera so primitiv. – Hvat skulu vit koma víðari til, spyr hann. – Tað at liva í náttúruni og liva av náttúrini síggja nógv fólk ikki tað stóra í, sigur Levi, men júst hetta sær hann tað allarstørsta í. Aksel er klárur – Hetta er sjálvandi eitt úrslit, eg eri fegin um, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum er best umtókti politikari í Føroyum, tí 17,5 prosent av veljarunum í kanning hjá Fynd peika á sum løgmann. – Fyri okkum er tað ikki altavgerandi, at vit fáa løgmann, men vit eru til reiðar, sigur hann. 44 størv og 2.092 lesandi Síðani 2004 er talið av føroyskum lesandi á hægri stigi økt munandi. Tað eru 42 prosent fleiri lesandi nú, enn fyri 10 árum síðani. Spurningurin er, um arbeiðsmarknaður og útbúgving ganga hond í hond. Samstundis vísa tølini, at bara 21 av teimum 768 fólkunum í Arbeiðsloysisskipanini hava hægri útbúgving Stutt­leika­ sentur mitt í Havnini – Gerið Kommunuskúlan til eitt stutt­ leikasentur, sigur Birgar Johannesen í einum uppskoti, hann er komin við. Har vísir hann á at á økinum, har Kommunu­ skúlin stendur, ber til at byggja ein 3.000 fermetra stóran bygning í fimm hæddum, so hann tilsamans verður 15.000 fer­ metrar. – Ungdómurin bløðir og býurin bløðir, tí tey ungu tíma ikki at vera her. Tannáringar mangla so at siga alt, sigur Birgar Johannesen. Aðru ferð, Levi kom at vitja Steinvør, var hann í joggingbuksum við blóði á og stinkaði av seyði. – Eg helt tað vera ordiliga well, at hann tordi at koma so ófantaligur, tí hann kendi meg ikki tá. Hann hugtók meg púrasta, sigur hon Sunnari og betri bóndalív Levi Joensen og Steinvør Fonn fegnast um friðin og vakurleikan í náttúruni, tí har er einki, sum órógvar Mynd: Dávur Winther Ungdómsmentan fyri fullum útblástri Áhoyrararnir fingu sang og dans fyri allar pengarnar, tá miðnámsskúlanæmingar og onnur ung framførdu sangleikin Grease í Norðurlandahúsinum. Leikurin koyrdi við rúkandi ferð við góðum palli, ið bæði hevði livandi myndir, beinleiðis frásøgn og útvarpsfrásøgn at bjóða, umframt at tónleikarar, sjónleikarar og sangarar yvir alla linjuna fingu rós. Ei undur í, at fyrstu 10 sýningarnar longu vóru útseldar, tá frumframførslan var!