mánadagur 29. desember 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147
14
Sosialurin
Brot og bitar úr árinum, ið fór
2014
desember
– Eg vil sjálvandi vinna hvørja ferð, men
ein virðisløn skal ikki avgera, hvussu
eg havi tað í mínum gerandisdegi
Tróndur Bogason, tónaskald, sum var innstillaður
til norðurlendsku tónlistavirðislønina
– Eg verði helst tann,
ið sløkkir ljósið
Hans Jacob Hjelm, sangari, ið
er so heimkærur, at hann ikki
trívist aðrastaðni enn í Vági
40 ára gamli havnarmaðurin, Svein
Rógvi
Ljósstein
Nielsen,
bleiv
klaksvíkingur av tilvild. Hann gekk
á Tekniska Skúla í Klaksvík undir
kreppuni og hevði illa ráð at ferð
ast til Havnar um vikuskiftini, og
tí var hann nógv í Klaksvík. Eina
ferð, hann var komin norður aftur
eftir jólafrítíðina, var skúlaheimið
læst. Tá mátti Svein Rógvi ringja til
Anniku Ljósstein, sum hann hevði
møtt gjøgnum hondbóltsfelagið
Stjørnuna, og biðja um innivist.
– Eg bleiv klaksvíksingur eftir
tað, flennir hann.
Í dag er Svein Rógvi mest kend
ur sum hondbóltsvenjari hjá Team
Klaksvík, umframt at hann er
treystur røðari við Klaksvíkingi og
maðurin handan venjingarhølið
Fullpower Føroyar, og bæði hjá
Anniku og honum hevur ítróttur
fylt nógv.
Men í juli mánaði síðsta ár
broyttist lagnan hjá teimum báð
um, tá Svein Rógvi fekk ein blóð
tøpp í heilan. Svein Rógvi heldur, at
hann hevði koyrt ov hart á, og tað
óivað er tí, hann endaði á Lands
sjúkrahúsinum við blóðtøppi.
Á veg á Landssjúkrahúsið mátti
fúsi ítróttarmaðurin stuðlast á
báðum síðum fyri ikki at detta, og
armurin og beinið á vinstru síðu
riggaðu illa, sigur hann. Eisini sá
hann dupult. – Tað var virkuliga
vemmiligt, sigur Svein Rógvi.
Síðani sovnaði hann og vaknaði
dagin eftir, og tá var alt tað horvið.
Svein Rógvi hevði fullan førleika
og dupultsjónin var burtur. Tó svav
hann út í eitt í eina viku, sum van
ligt er eftir eina slíka yvirháling.
Má ansa sær
Svein Rógvi er darvaður av tøpp
inum, tí eitt nú fær hann illa saml
að seg um at lesa, er ikki sami
morgunmaðurin longur, og eisini
eru stutttíðarminnið og hugsunar
hátturin hjá Svein Rógva ávirkað,
so hann hugsar alsamt meira um
lívið og týdningin av at liva sum
best.
– Men man skal ikki vera bangin
fyri at doyggja, leggur hann afturat.
Tað var friðsælt, tá eg fekk blóð
proppin. Eg lá bara har, og eg var
ongantíð bangin, sjálvt um eg visti,
at eg kundi doyggja. Seinni havi eg
mangar ferðir hugsað, at tað kend
ist trygt, greiðir Svein Rógvi álvar
sliga frá.
Síðani blóðtøppin hevur tað
gingið væl við uppvenjingini, og
kropsliga heilbrigdið er sera gott.
Hann kann gera alt, sum hann
gjørdi, áðrenn hann fekk blóðtøpp
in, men nú má hann ansa sær betur,
so hann ikki ovbyrjar kroppin aftur.
Síðani hevur Svein Rógvi aftur
verið á sjúkrahúsi við sterkari pínu
fyri hjartanum, men læknarnir
vita ikki, hvør orsøkin var til tann
tilburði. Nú roynir hann at lurta
betur eftir signalunum, sum kropp
urin sendir.
– Eg havi havt ov nógva ferð á –
á øllum økjum. Tað er ov krevjandi,
og eg orki ikki. Eg vil liva til eg verði
70 ár, sigur hann til endans.
Samtykt
broytir einki
– Løgtingið kundi akkurát tað sama
samtykt, at hereftir skal pávin í Rom eita
Høgni Hoydal, tí samtyktin fær ongar
avleiðingar av nøkrum sum helst slagi,
sigur Jógvan Páll Lassen, løgfrøðingur,
eftir at løgtingið hevur samtykt at
forða fyri, at Sea Shepherd og líknandi
felagsskapir koma til Føroya fyri at
leggja seg út í lógligt virksemi her á
landi.
Líraberg
tapti
Fiskimálaráðið gjørdi einki skeivt, tá
ráðið noktaði at felagnum Sjófeli lut í
mekrelkvotuni í 2012. Tað er niðurstøðan
hjá Føroya rætti, sum tó ikki tók støðu til
heimildirnar til kunngerðirnar um makrel.
Líraberg vildi hava rættin at døma
Fiskimálaráðið at viðurkenna, at felagið
hevði rætt til kvotu, hóast tað ikki hevði
nakað fiskifar at fiska kvotuna við, men
fekk ikki viðhald.
Færri fáa
heimarøkt
Hóast um túsund fólk fleiri eru yvir eru
yvir 67 ára aldur, so fingu 400 færri
heimarøkt í ár enn í 2005. Eldrarøktin
er blivin dýrari, men færri fáa hjálp,
er niðurstøðan í einum notati, sum
Landsgrannskoðanin hevur gjørt til
løgtingsgrannskoðararnar. Ein orsøk er,
at tað tyngir lønarútreiðslurnar, at fleiri
í eldrarøktini hava hægri útbúgving og tí
hægri løn.
– Tað var friðsælt, tá eg fekk blóðtøppin. Eg lá bara har, og var ongantíð
bangin, sjálvt um eg visti, at eg kundi doyggja. Seinni havi eg mangar ferðir
hugsað, at tað kendist trygt, greiðir 40 ára gamli Svein Rógvi Ljósstein
Nielsen frá. Í summar fekk hann ein blóðtøpp, ið broytti lívið
Eg vil verða 70 ár
Svein Rógvi Ljósstein Nielsen heldur, at hann fekk blóðtøppin í heilan í summar, tí hann hevði
livað við ov nógvari ferð á. Nú roynir hann at lurta eftir signalunum frá kroppinum
Mynd: Dávur Winther
Eitt sjúkt samfelag
– Hetta er eitt dømi um, hvussu sjúkt føroyska samfelagið er, sigur
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, sum vísir á, at avleiðingin
av nýggju pensjónsskipanini, ið samgongan arbeiðir við, verður,
at stættarmunurin á føroyingum, sum verður knæsettur longu í
móðurlívi, og sum heldur fram í arbeiðslívinum, skal halda fram
á ellisárum. – Hetta er ein endalig uppgerð við samhaldsfestið
í samfelagnum, tí stórir bólkar í samfelagnum – kanska 10 til
20 prosent – fáa ikki spart nakað sama til eftirløn, sigur hon.