Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-12-29, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. desember 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 29. desember 2014 · Nr. 147 Sosialurin Brot og bitar úr árinum, ið fór – Kjakmentanin á Facebook er ein illusjón, tí veruleikin er, at alt, sum tú sært, er filtrerað og sensurerað. Niels Arge Galán, kreativur stjóri á Sendistovuni – Tá mann verður eldri, lærir mann at brúka ring barndómsminnir til nakað konstruktivt Lena Anderssen, songkvinna, sum hevur skrivað sangir um uppvøksturin – Eg haldi avgjørt ikki, at eg eri nakar nørdur. Í roynd og veru havi eg verið rættiliga sosial øll trý árini, eg havi fingið á Studentaskúla. Gerda Ferjá Heldarskarð, sum fekk 11,2 í studentsprógvinum – Ein grund til at eg ynski hetta, er tí eg kenni tey ringu jólini við alkoholi frá fyrr av. Eg hataði jólini fyrr, og hetta liggur okkum nær. Oluffa Joensen, sum saman við manninum velur at halda jól saman við rúsevnismisnýtarum í Keypmannahavn – Eg síggi heilt annarleiðis upp á slíkar kappingar í dag, og eg veit, at eg farin aldrin at melda meg til nakað tílikt aftur. Guðrun Sólja Jacobsen, sum vann sangkappingina Stjerne for en aften í 2003 – Á sita á løgtingið minnir á ein hátt um at vera ítróttarmaður. Tú fert inn á vøllin og gert alt fyri at vinna á mótpartinum, men uttanfyri vøllin eru øll vinir. Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður – Í dag hugsi eg sjáldan um, at eg eri ættleidd, men tað eru løtur, har eg tonki, at alt var lættari, um eg bara var sum hini. Anitha K. Mortensen – Nógv halda, at vit venja okkum stórar og sterkar, tí vit onkursvegna hava undirlutakenslur. Sjálvur geri eg hetta, tí tað er nakað, eg eri góður til og klári meg væl í. Bogi Hammer, sterkur maður – Eg eri glaður og veit, at eg kann fáa nógv góð ár afturat, tí hóast onkrar avbjóðingar eru, doyrt tú ikki av Parkinson. Útvarpsmaður Elis Poulsen at verða blivin sjúkur – Tað ber ikki til at tosa við fólk um nakað nú á døgum, tí tey vita alt frammanundan. Tað ber ikki ein gongd til at fortelja eina vittigheit. Martin Joensen, tónleikari, um nýggju miðlarnir, sum gera, at vit vita alt um øll So søgdu tey... 2014