mánadagur 5. januar 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. januar 2015 · Nr. 1
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
eldur í húsum
Annika Kunoy Im
Rasmus Olsen býr á Lützens
trøð í Havn. Tað vil tað siga
tað sama sum, at hann búði
har inntil eldur kom í húsini
um 23 tíðina fríggjakvøldið
2. januar. Eldlogarnir stóðu
himmalhøgt og fleiri brand
bilar vóru á staðnum. Illa
reyk frá húsunum, og tað
luktaði brent um stóran part
av miðbýnum. Tað eydnaðist
tó sløkkiliðnum at køva
eldin, og klokkan 23.40 vóru
ongir logar at síggja longur.
Ikki varð heilt vist, hví eldur
kom í. Tá klokkan nærkaðist
miðnatt, boðaði sløkkiliðið
frá, at teir høvdu tamarhald
á eldinum og væntaðu at
hann varð sløktur skjótt.
– Hann blussar upp av og
á, men vit hava fult tamar
hald á støðuni, segði vakt
havandi á brandstøðini í
Havn tá.
Rasmus
Olsen
greiðir
frá, at hann kom frá arbeiði
1. januar og fór at gera sær
døgurða. Hann setti seg
síðani í stovuna at hyggja at
Degi og Viku sum vant. Hann
sigur, at hann síðani ringdi
til son sín og boðaði frá, at
hann ætlaði sær tíðliga í
song, áðrenn hann sløkti
alt niðriundir, sum hann
altíð ger. Hann tekur síðani
iPaddin við sær í song og
byrjar at hyggja at sendingini
hjá
Kringvarpinum
um
Sigurfara.
Meðan
hann
hyggur at sendingini, sovnar
Rasmus og vaknar aftur, tá
roykvarnarin fer í gongd.
Hann hvøkkur við og
leypur
niðurundir,
sigur
hann. Hann sær glamurnar
av eldinum, sum speglast í
hurðini, men sær ongan eld.
Húsið er alt fylt við royki,
og tað er so ræðuliga heitt,
sigur hann. So minnist hann
ikki meir inntil hann vaknar
við aftur í sjúkrabilinum.
Hann sigur, at grannarnir
hava ringt eftir hjálp, og at
hann varð funnin á trappuni
uttanfyri í undirklæðum og
sokkum. Hann hevði ikki
klæði uppá kropp og onki
annað við sær út.
– Eg eigi onki í dag, alt
sum var í húsunum er farið
í eldinum! Sigur hann.
Hundurin hjá Rasmusi
hevði heldur ikki goyð, og
Rasmus heldur hetta vera
av tí, at hann hevur hoyrt so
nógv fýverk seinastu dagar
nar og hevur ligið bangin
undir songini. Har lá hann
eisini, tá eldurin kom í húsini,
og Rasmus misti hundin.
– Set heldur ein roykvarn
– Eg eigi onki í dag, alt sum var í húsunum er farið í eldinum, sigur
Rasmus Olsen. Fríggjakvøldið brunnu hús hansara á Lützenstrøð í Havn
Royk
varnarin
eigur lívið
í Rasmusi