Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. januar 2015 · Nr. 1 eldur í húsum ara ov nógv upp, enn ein ov lítið, sigur hann. Rasmus sigur, at bæði mynduleikar og fólk hava verið ótrúliga hjálpsom síð­ ani hendingina. Hann hevði ikki verið á netinum, tí hann visti, at har lógu nógvar myndir av brendu húsunum, heldur ikki hevði hann verið á sosialu miðlunum. Hóast hetta hevur Rasmus kent ein ótrúligan næstrakærleika og sigur, at hóast hann ikki hevði klæði upp á kropp, tá hann kom á Lands­sjúkra­ húsið, so hevði hann meir enn so, tá hann fór út aftur. Rasmus hevur fingið bjóðað sálarhjálp og hevur fingið nýggja fyribils íbúð frá Trygd. Hann er ómetaliga glaður fyri professionella arbeiði og samstarvið, hann hevur møtt frá øllum hann hevur verið í samband við. Læknarnir siga, at Rasmus var heldigur og slapp væl frá hendingini. Hann hevði minni roykpartiklar í lung­unum enn ein vanligur roykjari hevur. Hann var tó dehydreraður og hevur fingið nógva vesku og salt­ vatn. Hann hevur tó ikki ordiliga klárað at sovið og hevur ikki havt tíðar­for­ nemm­ilsi eftir hendingina. Danjal av Rana Eftir øllum at døma er eldurin í húsunum hjá Rasmusi Olsen kykn­ aður í stovuni. Per Skov Christensen, løgreglu­ maður, váttar, at fyribils kann­ingarnar vísa, at eld­urin er kyknaður í stov­uni, og hann kann fyri vist siga, at eldurin ikki er ásettur. Hann kann tó ikki siga nakað neyv­ari enn tað um, hví eldur kom í. Per Skov Christensen sigur, at onkrir lutir eru tiknir inn á løgreglustøðina at kanna nærri, ið vónandi kunnu kasta meiri ljós á orsøkina til eldsbrunan. Tað var stutt fyri klokk­an 23 fríggjakvøldið, at Tórshavnar Sløkkilið fekk fráboðan um, at eld­ur var í einum húsum nær­indis Lützenstrøð í Havnini. Sløkkiliðið var skjótt á staðnum, men fram­komnir gjørdist teim­um skjótt greitt, at húsið stóð ikki til at bjarga. Til tess hevði eld­urin longu fingið ov sterkar fastatøkur. – Hjá okkum var ikki nógv annað at gera, enn at leggja í vaðið og sløkkja eldin. Húsini vóru longu yvirtendraði, áðrenn vit fingu fráboðanina, so vit skiltu skjótt, at vit megn­ aðu neyvan at bjarga tí, sigur Heini Østerø, ið var innsatsleiðari fríggja­ kvøldið. Alt vaktarliðið var á stað­num, tað vil siga 14 mans við bilum og royk­ kavarum. – Vit fingu skjótt vatn í slangurnar og tamarhald á eld­inum. Tíbetur var veðrið gott um tað mundi, so arbeiðið at sløkkja gekk væl, sigur Heini Østerø. Um eitttíðina leygar­ morg­unin var eldurin bastur, men orsaka av nógva hitanum, var vandi fyri at hann kundi kykna aftur. Tískil vóru bæði løg­regla og sløkkiliðið á varð­haldi á staðnum gjøgn­um náttina, at tryggja sær, at tað ikki fór at brenna aftur. Kyknaði í stovuni Húsini áðrenn eldin. Rasmus eigur húsini hjá abbanum, Rasmus Olsen, Rasmus í Sjóvinnubankanum Rasmus Olsen uttanfyri niðurbrendu húsini Mynd: Sigmar Mørkøre