Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. januar 2015 · Nr. 1 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað var tó ikki bara bilurin hjá Hilmari Kass, sum nýggj­ árs­morgun stóð á vegnum eyst­an fyri húsini. Her stóð eisi­ni ein annar bilur, sum hevði rent á bilin hjá teimum. Bilurin, sum hevði koyrt á, hevði í ferðini eisini tikið ein lykta­pela, ein stabbastein og eitt pettið av garðinum við sær. Lyktapelin var kvettur av og var endaður í inni í garði­num og fleiri metrar eyst­an fyri, har hann hevði stað­ið. Hvørki Lydia ella Hilmar Kass høvdu hoyrt nakað til tilburðin, sum løgreglan met­ ir var farin fram um 07-tíðina henda morgunin. Tey sova í øvut­um enda av húsunum og so­leiðis longst frá eystara enda, sum vendir niðan móti park­eri­ngsplássinum. - Eg vaknaði um 05.30-tíðina henda morgun­ in, men fór í song aftur. Tá eg vaknaði aftur um 07.15-tíðina, sá eg sterk ljós niðri á trøðni niðan fyri hús­ ini hjá okkum. Tað sigur Hilmar Kass, sum tá púrasta visti av ong­ um. - Eg skilti, at tað var løg­ reglan, sum leitaði eftir onkr­um. Tá eg hugdi út, sá eg, at mín bilur ikki stóð á park­er­ingsplássinum, har hann hevði staðið, men varð slongdur eystur av plássi­ num. Umleið hálvan tíma eft­ir, at eg hevði sæð ljósini, kom eg á tal við løgregluna, sum fortaldi, hvat var hent. Hilmar Kass sigur, at bil­ urin, sum hevði koyrt á, sam­ bært løgregluni varð stjolin á Skálatrøð, har hann hevði stað­ið parkeraður. Lydia og Hilmar Kass, sum eru ávikavist 84 og 88 ár, hava hvør sín bil. Hilmar Kass hevur seyð, bæði á trøð­ ni, har húsini standa og í Havn­ar­dali, og hann hevur tí havt ein stationbil, sum hann hev­ur brúkt til flutning av hoyggi, fóðuri og øðrum. - Bilurin hevði júst verið til sýn og hevði ongan kross fing­ið. Eg trúgvi ikki, at hann verður afturgjørdur, og tí noyðist eg at finna mær eina annan stationbil, sum eg havi brúk fyri í samband við seyðahaldið, sigur Hilmar Kass. Stjolni bilurin, sum hevði koyrt í bilin hjá fyrrverandi løg­tingsmanninum og sjó­ mans­skúla­lær­ar­anum gjøg­ num mong ár, var kom­in koyrandi oman eftir brekk­ uni og varð endaður í skeiv­ ari síðu, tá hann hevði koyrt á bilin hjá Hilmari Kass og hevði tikið lyktapela og stabbasteinin við sær í ferð­ ini. Knústi bilin hjá Hilmari Kass Línuskip farin á Flemish Kap Manningarfeløgini vilja leingja sáttmálan við reiðararnar til 1. mars, og hin 18. januar verða sátt­mála­ krøvini løgd fram. Vilmund Jacobsen Sambært heimasíðuni jn.fo eru frystilínuskipini, Eivind og Klakkur, nú á veg yvir á Flemish Kap at fiska tosk.  Væntandi tekur tað skipum og manningum eini 6-7 samdøgur at koma á fiskileið. Seinastu dagarnar hevur verið riggað til at fara, og í gjárkvøldið var klárt at loysa. Sosialurin kann leggja aftrat, at tá hesi bæði skipini kunnu frysta veiðina umborð, er væntandi, at skip og manning vera burtur, til lastin er full um alt annars gongur, sum tað skal. Myndin er av frysti­ línuskipinum Klakki, og tað er Dávur Winther, sum er myndamaður Tá hjúnini, Lydia og Hilmar Kass, sum búgva við Eystara Ringveg 9 í Havn, komu upp nýggjársmorgun, stóð Ford Focus-bilurin hjá Hilmari í knúsi á vegnum oman til húsini eystan fyri parkeringsplássið Nýbrot innan aling Vilmund Jacobsen - Tað vísir seg at rigga væl av frysta sil undan rogn­kelsi. Tað kann vera tor­ ført at fáa nóg mikið av sili undan rognkelsum, tí siljafiskarnir tíðum geva bert heilt smáar nøgd­ir hvørja ferð. At­ gongd til sil av góðari dygd til giting av rogn­um er tískil ein av­mark­andi faktorur í fram­leiðslu av rogn­ kelsi. Tí fóru starvsfólk hjá Fiskaaling undir at gera royndir við fryst­ ing av sili, og eisini eru gjørdar gitingar­ royndir, ið hava givið sera góð úrslit. - Frysting av sili undan rognkelsum er Fiska­aling kunnugt ikki roynt áður, og tí er hetta eitt nýbrot, skriva Alitíðindi í síni seinastu útgávu. Tá nólsoyingar brendu bál nýggjársaftan, vórðu fleiri gamlir bátar koyrdir á bálið. Bátarnir, sum her enda sínar dagar, eru Rán við gulari rim, ovast liggur Havgásin, fyrrverandi Líðarfjall - og hinir báðir eru Sævarenni, fyrrverandi Másin og Kubbi. Frystilínuskipini Eivind og Klakk­ ur loystu í gjár­ kvøld­ið og eru nú á veg yvir á Flemish Kap - Bilurin hevði júst verið til sýn og hevði ongan kross fingið. Eg trúgvi ikki, at hann verður afturgjørdur, sigur 88 ára gamli, Hilmar Kass