mánadagur 5. januar 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. januar 2015 · Nr. 1
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Mitt í Bolivia er Merkið vund
ið í húnar hátt. Ikki er ein
sendistova í økinum. Ikki er
tað uttan fyri onkra altjóða
skrivstovu av einum hvørjum
slag. Ikki búgva føroyingar í
økinum. Kortini, frammanfyri
ein stóran vegg við áskriftini
TAEPO
hongur
Merkið
vundið á fullari stong.
Vit eru í Cochis, skamt
uttan fyri Sucre í Bolivia. 25
ár eru liðin, síðani føroysk
skúlabørn samlaðu pening
saman til at byggja ein tekn
iskan skúla í Bolivia. Í 25 ár
hevur skúlin, TAEPO, bygdur
við føroyskum stuðuli, við
líkahildin
av
føroyskari
fígging, givið hundraðvís av
bolivianskum børnum møgu
leikan at fáa eina verkliga út
búgving.
Í ár hava fyristøðufólk á
skúlanum sent føroyskum
umboðum eina heilsu og tøkk
at bera víðari til øll teirra, sum
hava verið við í arbeiðnum.
- Takk fyri, at tit eru okkara
jólamenn, ikki bert jólaaftan,
men hvønn einasta dag í
árinum, skriva tey millum
annað í takkarskrivinum.
- Skúlin, ið nú hevur skjótt
25 ár á baki, hevur havt
grunnleggjandi týdning fyri
lív teirra, sum hava fingið
møguleikan til skúlagongd og
hevur givið teimum eitt betri
lív, greiðir Randi Meitil frá.
Hon hevur, saman við øðrum,
verið virkin í innsamlingar
arbeiðinum hesi 25 árini.
- Av skúlanum ynskja tey
at takka øllum, sum hava
verið við at samla pening
til skúlan hesi 25 árini, sigur
Randi Meitil.
LFÚ ynskti føroyska
verkætlan
Tað var í 1989, at føroyingar
á fyrsta sinni skipaðu fyri
sínum egna tiltaki í Opera
tion Dagsværk. Landsfelag
Føroyinga undir Útbúgving,
LFÚ, ynskti, at føroying
ar skuldu hava sína egnu
verkætlan at samla pening
til, heldur enn at vera ein lítil
partur av onkrari danskari
verkætlan. LFÚ setti seg tí í
samband við Egil Hoydal, sum
tá var útsendur av Danida til
Bolivia. Á skriviborðinum hjá
honum lá júst tá ein umsókn,
um játtan til at byggja ein
nýggjan
verkstaðsskúla
í Cochis, nærindis Sucre í
Bolivia.
So í 1990 varð Operasjón
Dagsverk fyrstu ferð fyri
skipað av føroyingum til
eina føroyska verkætlan.
Peningurin, ið varð samlaður
inn, skuldi fara til at byggja
TAEPO, ein verkstaðsskúla,
ein framhalds- og miðnáms
skúla, í Cochis. Útbúgvingin,
sum tey kunnu taka har,
svarar til HTX frá Tekniska
skúla í Klaksvík.
Allir føroysku skúlarnir
vóru við - miðnámsskúlar,
fólkaskúlar heilt niður í 1.
flokk, Fróðskaparsetrið, Sjó
mansskúlin o.a.. Næmingar
á Sjómansskúlanum seldu
fisk , næmingar á Tekniska
Skúla høvdu bygt hjallar á
Vaglinum, sum teir seldu.
Aðrir
næmingar
vóru
á
gøtunum og spældu tón
leik, meðan upp aftur aðrir
høvdu funnið sær eitt dag
lønarstarv, har inntøkan fór
til Operasjón Dagsverk. Inn
komu 450.000 krónur.
Føroyska tiltakið datt tó
niður fyri aftur longu árið
eftir, og Føroyar gjørdust
partur av danska Operation
Dagsværk aftur.
Í 2008 var Marianna Hoy
dal á vitjan á skúlanum í
Cochis, og tá var eyðsæð, at
skúlin hevði stóran tørv á
ábøtum av ymiskum slag. Tað
varð henni greitt, at íbúgvar
nir í bygdini als ikki høvdu ráð
at gera nakað við skúlan.
Marianna
Hoydal
fór
tí heim aftur til skúlan í
Hoydølum, har hon starv
aðist, og skeyt upp fyri
næmingunum
har,
at
føroyska Operasjón Dags
verk skuldi byrjað aftur. Og
so bleiv. Í 2010 byrjaðu næm
ingar á Studentaskúlanum
og HF-skeiðnum í Hoydølum
aftur at savna pening til
TAEPO í Cochis í Boliva. Í ár
verður tí sætta árið á rað, at
JÓLAMENN
Í GERANDIS
DEGNUM
Fyri 25 árum síðani samlaðu føroyskir skúlanæmingar pening til at byggja ein verkstaðsskúla í
Bolivia. Sambandið millum Føroyar og TAEPO-skúlan var tikið upp aftur í 2010 og stendur enn við.
Hundraðvís av næmingum hava fingið eitt grundarlag fyri eini framtíðar vinnu gjøgnum skúlan
OPERASJÓN DAGSVERK