Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 5. januar 2015 · Nr. 1 samlað verður til føroysku verk ætlan ina í Bolivia. At vinna til lívsins uppihald Á skúlanum læra tey ymisk verk lig fak. Bæði dreingir og gent ur læra at binda, veva og at seyma, tey læra jarnsmíð og træsmíð, umframt at tey læra bilmekanikk og um elektrisitet. Hendan út búgv- ingin skal leggja eitt grund- ar lag, so næmingarnir duga eitt handaverk, so teir kunnu vinna sær til lívsins uppi hald. Og tað er greitt, at TAEPO hevur verið ein sólskinssøga. Enntá Bolivians ki forsetin hevur verið á vitjan. Hund- rað vís av ungum hava fingið eina út búgv ing gjøgnum skúl an, og hava fing ið møgu- leik an at vinna sær eina trygg ja inntøku. Randi Meitil heldur, at tað er júst av tí, at verkætlanin var eitt upprunaligt ynski frá bolivianarum sjálvum, og ikki nakað, ið var trýst á tey uttanífrá, sum er orsøkin til, at tað hevur gingið so væl øll hesi árini. Randi Meitil greiðir frá, at stuðulin nú er skipaður á tann hátt, at skúlaleiðslan ger ein lista yvir tørv teirra, sum verður nýttur sum grund ar lag undir tí føroysku hjálp ini. - Umframt at byggja sjálv- an skúlan, eru pengarnir eisini farnir til at byggja eina kost deild, har næmingarnir á skúlanum kunnu búgva. Streym ur er lagdur inn á økið og vatnbrunnar grivnir. Eisini hevur føroyska hjálp in goldið fyri ein frí- tíð ar skúla í Sucre til børn, hvørs foreldur eru farin frá teimum til Argentina at leita sær arbeiði. Á hesum frí tíð- ar skúlanum læra børnini grund leggjandi reinføri, at gera sær eina máltíð, og tey hava eitt stað at vera um dag in, sigur Randi Meitil. Hon greiðir frá, at føroyska inn saml ingin fer til íløgur av yms um slag, meðan rakstur, mat ur og lønir verða goldnar av lokalu myndugleikunum. Randi Meitil fortelur um tað eina árið, tá ein elti- maskina stóð á ynski lista- num frá skúlanum. Orsøkin til hetta var, at ein eldri kona, ið starvaðist á kost deildini, var um at missa før leikan í økslini, orsaka av tunga arbeiðinum av at elta deiggj til øll skúlabørnini. Tískil kundi leiðslan hugsað sær, at keypt henni eina elti mask inu, fyri at lætta um arbeiði hennara. - Tað er tankavekjandi at hugsa, at fyri okkum er talan um eitt til tak, ein dag um árið, men at tað ger so stóran mun hjá teimum. Skúlin hevur veitt nógvum hundraðtals børn um eitt nógv betri lív, sigur Randi Meitil. Í dag ganga 200 næm- ingar á skúlanum. Hetta eru sonn jól Leiðsla skúlans hevur nú sent føroysku umboðunum fyri Operasjón Dagsverk eitt takkarskriv, umframt at mentanardeildin í bý ráð num í Sucre hevur sent teimum føroysku skúla næm ing un um og Operasjón Dagsverk eina viðurkenning fyri sítt arbeiði. Í takkarskrivinum frá skúla leiðsluni stendur mill- um annað soleiðis at lesa: - Túsund takk fyri, at tú kanst senda eitt stórt klemm til øll og hvønn einstakan av næm- ing unum í Føroyum, sum gera tað møguligt hjá børnunum í TAEPO at fáa eitt betri lív. Eg haldi, at hetta eru sonn jól. Ikki dýr ar jólagávur jólaaftan. Takk fyri, at tit eru okkara jóla menn, ikki bert jólaaftan, men hvønn einasta dag í ári num. Leiðsla skúlans vil eisini fegin, at samstarvið heldur á komandi árini. Við ur kenningin frá bý ráð - num í Sucre, ið varðar av útbúgvingarøkinum í Coch- is, er fyri tann stuðul og tað arbeiði, sum føroyskur skúla ungdómur hevur gjørt í Bolivia seinastu 25 ár ini. Hetta arbeiðið hevur, sam- an við býráðnum, betra um námsfrøðiliga infra strukt- urin í økinum, skrivar bý ráð- ið millum annað. Hvat er Operasjón Dagsverk Operasjón Dagsverk er upprunaliga eitt svenskt hugskot. Tað vóru svenskir studentar, ið byrjaðu tiltakið, til æru fyri svenska aðalskrivaran í ST, Dag Hammarskjöld. Dag Hammarskjöld var kendur fyri at spæla ein virknan leiklut í friðartilgongdum runt um í heiminum, og hann talaði ofta sak teirra kúgaðu. Tá hann í 1962 doyði í eini flogvanlukku í frumskóginum í Kongo, avgjørdu svenskir studentar at halda ein minnisdag fyri honum – ein samhugadag, sum teir kallaðu “Ein dagur fyri Dag.” Í dag er Operasjón Dagsverk til staðar í øllum norðurlondum. Setningurin var at geva ein dag úr síni egnu útbúgving, so at ung uttan hendan møguleikan kundu fáa eina útbúgving onkra aðra staðni í heiminum. Við tað, at lesandi sjálvdan hava góð fíggjarlig kor, valdi man, heldur enn at gera eina vanliga innsamling millum næmingarnar, at teir skuldi geva eitt “dagsverk.” Ein dag skuldu næmingarnir gera okkurt hissini arbeiði, og inntøkan skuldi so fara til eina menningarverkætlan. Á hendan hátt kundu øll vera við í tiltakinum. Í takkarskrivinum frá skúla leiðsluni stendur mill um annað soleiðis at lesa: - Túsund takk fyri, at tú kanst senda eitt stórt klemm til øll og hvønn einstakan av næm ing unum í Føroyum, sum gera tað møguligt hjá børnunum í TAEPO at fáa eitt betri lív. Eg haldi, at hetta eru sonn jól. Ikki dýr ar jólagávur jólaaftan. Takk fyri, at tit eru okkara jóla- menn, ikki bert jólaaftan, men hvønn einasta dag í ári num. OPERASJÓN DAGSVERK