mánadagur 5. januar 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. januar 2015 · Nr. 1
Sólarmyrking
starvað við fleiri PR kontór
uttanlands,
og
eisini
er
eydnast teimum at koma við
í nógvar útlendskar miðlar
– harímillum stóru ameri
kansku
sjónvarpsrásina
CNN.
CNN skrivar millum ann
að soleiðis: »Føroyar hava
ongantíð havt teirra løtu 'in
the spotlight', men nú kann
tað verða, at ein dansur við
myrkrinum í 2015 ger, at ein
sama oyggjalandið sleppur
inn á radaran hjá teimum
ferðandi«.
Sjálv
sólarmyrkingin
varar bara í 2 minuttir og
47 sekundir, men tíðina, tað
tekur frá, at mánin kemur
innyvir sólina, er tað eisini
vakurt á at líta – um veðrið
er til vildar.
Robert Cumming heldur,
at veðrið ger tað bara enn
meira spennandi at koma til
Føroya.
– Veðrið í Føroyum er ein
partur av hesari upplivingini.
Óansæð um tað eru nógv
skíggj, so verður tað allíka
væl myrkt, sigur hann.
Stórur dagur
Ein av útlendsku ferðaskriv
stovunum, ið arbeiður sera
aktivt við ferðum til sólar
myrkingina
er
Hjørring
Rejsecenter. Tey vita higartil
um fýra skip, sum sigla til
Føroya við ferðafólki og í
teirra egna skipi eru 850 fólk
umborð og 250, sum gista í
Føroyum.
– Tey, sum koma við okk
um, eru úr øllum heiminum,
men flest eru sjálvandi úr
Europa, sigur Erik Fey á
Hjørring Rejsecenter. Ferjan
hjá teimum siglur umvegis
Newcastle, har eisini verður
gjørligt hjá teimum umborð
at gera útferðir.
Klokkan 9.41 20 mars er
also tíðin, har eyguni skulu
verða vend móti himli. Men
tey mugu verða væl vard,
tí ein sólarmyrking kann
skaða eyguni. Bara tá sólar
myrkingin er heil, er trygt
at hyggja upp, annars kann
sólin skaða.
Tá hesir minuttirnir eru
farnir, verða tiltøk um alt
landið – Norðurlandahúsið
og Reinsaríið fara at hava
fleiri
konsertir.
Hotel
Føroyar skipar fyri serligum
døgurða við framløgum, og
tað verða eisini ein røð av
ymiskum útferðum.
– Sólarmyrkingin skal
ikki bara verða fyri tey sum
eru komin til landið, men fyri
føroyingar skal hetta eisini
verða ein serligur dagur,
sigur Súsanna E. Sørensen.
Skúlar fara at hava tema
vikur, og ætlan er at gera
eina serliga framsýning fyri
børnunum.
inna@sosialurin.fo
Hendan myndin vísur hvar sólarmyrking
er í heiminum millum 2001-2020
Nólsoy í sólarmyrking