mánadagur 5. januar 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. januar 2015 · Nr. 1
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Eitt dygdargott sjúkrahús í Føroyum
– heldur enn trý vánalig
Annfinn Brekkstein
Býráðslimur í Tórs
havnar kommunu fyri
Sambandsflokkin
Politiski myndugleikin í Før
oyum hevur skyldu til at
raðfesta soleiðis í sjúkrahús
verkinum, at brúkarin ella
sjúklingurin er í fokus - og ikki
arbeiðspláss og onnur lokal
serhugamál.
Eitt tað mest ræðandi døm
ið um, har brúkarin ella næm
ingurin ikki varð settur í fokus,
var plaseringin av miðnáms
skúlanum í Hovi í Suðuroynni.
Plaseringin av skúlanum var
eitt úrslit av politiskum og
lokalum klandri og nærmast
persónligum seráhugamálum,
sum
næmingarnar
máttu
gjalda høga prísin fyri, við ikki
at fáa atgongd til eitt sosialt
nærumhvørvi,
men
skulu
virka í einum hagaumhvørvi
og ongamannalandi millum
seyð og gæs - syrgiligt.
Í løtuni hava vit trý sjúkra
hús í Føroyum til 48.599 íbúgv
ar, pr. 1. okt. 14, har tvey av
teimum eru so mikið smá, at
tey ikki kunnu loysa neyðugu
ella vanligu uppgávurnar hjá
einum nútímans sjúkrahúsi.
Eisini er trupult ella ógjørligt
hjá
smáu
sjúkrahúsunum
at rekruttera kvalifiseraðar
læknar og starvsfólk annars.
Tað er sostatt ein falsk
ur tryggleiki at búgva tætt
við smá sjúkrahús - teimum
vanta nevnliga førleikar, ser
vitan, læknar og royndir, og
tað kann fáa álvarsligar av
leiðingar fyri sjúklingarnar.
Tey fólk, sum ikki eru sjúk,
vilja vanliga gjarna hava eitt
sjúkrahús tætt við har ein býr,
meðan tey fólk, sum eru sjúk,
gjarna vilja fara til eitt stað,
hvar sjúkan kann viðgerast og
tey gerast frísk.
Infrakervið í Føroyum við
vegum og tunlum er útbygt
soleiðis, at 85% av íbúgvun
um eru bundnir saman við
føstum sambandi – góðir vegir
og akfør. Tí er grundarlag fyri
at fremja rationaliseringar og
skipa almenna geiran betri og
bíligari.
Skulu vit framhaldandi
tryggja eitt kappingarført væl
ferðasamfelag, er neyðugt, at
okkara landspolitikarar fara at
tryggja Landssjúkrahúsinum
betri karmar at virka undir.
Vit vita, at tá t.d. høgtíðir
eru, verða deildirnar yvirbe
lagdar við sjúklingum, meðan
starvsfólkanormeringarnar
eru tær somu. Hetta hevur við
sær, at sjúkrarøktarfrøðingar,
læknar o.o. hava ov nógv at
gera og hava ikki tíð til sjúk
lingin – aðalmálið við einum
sjúkrahúsið má og skal vera
“sjúklingurin í fokus”.
Tað er ein sannroynd, at
smáu
sjúkrahúsini
senda
sjúklingarnar á Landssjúkra
húsið álikavæl. Tann neyðugi
førleikin og kapasiteturin er
ikki til staðar á smáu sjúkra
húsunum, og yvirnormering
ar eru til eitt nú sjúkrarøkar
frøðingar og læknar.
Hesar
yvirnormeringar
skuldu verði fluttar til Lands
sjúkrahúsið, so vit fáa eitt
uppaftur betri Landssjúkra
hús, har sjúklingurin er í fokus
– og ikki eitt arbeiðspláss, bara
fyri at hava eitt arbeiðspláss.
Tað er ikki minni enn ein
vanlukka fyri tað føroyska
heilsuverkið, at landsstýris
maðurin
í
Heilsumálum
ikki hevur megnað at um
leggja sjúkrahúsbygnaðin og
leggja øll sjúkrahúsini undir
eina leiðslu. Aftur her verða
óneyðuga
nógvir
pengar
brúktir til leiðslu og enn eina
ferð kemur sjúklingurin ikki
í fokus. Játtanirnar og peng
arnir fara í ov stóran mun
til fyrisiting á ovastu rókun
um, og náa ikki til sjúkling
in, umframt risa íløgur til
bygningar. Tað eigur at vera
upp til eina nýggja sjúkrahús
leiðslu at finna út av heilsu- og
viðgerðarfakliga, hvat fram
tíðar innihaldið og virksemið
eigur at verða á smáu sjúkra
húsunum.
Vit útbúgva sjúkrarøktar
frøðingar her í Føroyum, og
eksportera hesar, tí hesir ikki
fáa nøktandi karmar, og vilja
ikki smáu sjúkrahúsini.
Útlærdir
sjúkrarøktar
frøðingar standa og hyggja
at, meðan seingjapláss verða
niðurløgd, deildir stongdar
vegna sparingar og skeivar
politiskar raðfestingar.
Nú eiga okkara lands
politikarar at raðfesta rætt
og seta sjúklingin í fokus og
velja vælferðartænastur fram
um berghol, asfalt og beton og
snævurskygdan lokalpolitikk.
Vit hava eitt býráð í Havn,
men vit hava í veruleikanum
eisini eitt stórt bygdarráð,
sum leiðir og stýrir landinum,
nevnliga Løgtingið, har lands
politikkarar reka lokalpolitikk
út á sítt lokalpláss til egnan
persónligan vinning.
Tíðin er nú komin at
menna víðari eitt framkomið
og dygdargott Landsjúkrahús,
har sjúklingurin er í fokus. Tíð,
peningur og orka skal brúkast
til dygdargóða sjúkraviðgerð,
sjúklingunum og øllum Føroya
fólki at gagni.
Politikkur og fiskivinna
Thormund
Johannesen
Skipsførari og
skipsverkfrøðingur M.Sc.
Vit hava í Føroyum ringar
royndir av politiskari uppí
blanding í fiskivinnuna.
Veðhaldslógirnar frá 60’un
um, Ráðfiskagrunnurin frá
70’unum og skipapakkarnir frá
80’unum vóru størsta orsøkin
til stóra búskaparliga skrædlið
í 90’unum.
Hóast ringu royndirnar,
legði politiska skipanin tó mið
skeiðis í 90’unum sína klammu
hond yvir allan heimaflotan,
og hevur síðani stýrt honum
niður í smálutir gjøgnum eina
sokallaða fiskidagaskipan.
Tíbetur komu víðgongdu
politisku stillingarnar í lógina
um vinnuligan fiskiskap ikki
at fevna um langfaraskipini,
hóast tey eru nevnd í lógini, og
tey sluppu sostatt mest sum
ótarnað at sigla sín egna sjógv,
og hava sjálvi klárað at tillaga
seg ”på godt og ondt”.
Hóast dúgliga bleiv rópt
eftir politiskari uppíblanding,
tá ið rækjuflotin stóð fyri
hóttafalli, fekk hann tíbetur
loyvi at sigla sín egna sjógv,
meðan marknaðarkreftirnar
eirindaleyst køvdu eitt skipið
fyri og annað eftir, til einans 2
av 14 vóru eftir.
Nótaflotin, sum hinvegin
hevur havt blíðan byr, er
sloppin, leysur av darvandi
politiskari uppíblanding, at
mennast til stór og effek
tiv skip, sum at enda megn
aðu at bjóða bæði EU, Norra
og Íslandi av í kapping um
norðurhavsins
uppsjóvar
ríkidømi. Nakað, sum hevði
verið heilt óhugsandi, um
langfaraskipini høvdu fingið
somu
darvandi
ásetingar
sum heimaflotin undir fiski
dagaskipanini, tí so høvdu vit
óivað havt eitt nógv størri tal
av munandi smærri og minni
effektivum nótaskipum, sum
ongan møguleika høvdu havt
at bjóða EU og Norra av.
Verksmiðjutrolararnir
í Barentshavinum hava tí
betur eisini havt møguleikan
at tillaga seg skilagott eftir
egnum krøvum uttan darv
andi politiska uppíblanding.
Illa er tó vorðið við heima
flotanum, tí har hevur Gud
og hvør maður sína meining
um hvussu hann skal drívast,
og tað gongur neyvan mán
aður í løgtinginum, at ikki
heimaflotin verður viðgjørd
ur, fyri ikki at tala um, tá ið
nærkast endanum av fiski
dagaárinum, og fiskidagarnir
skulu stillast av nýggjum. Tá
hava vit 33 serfrøðingar í fiski
vinnu, sum allir, hvør í sínum
lagi, vita best hvussu fiski
skapurin á heimaleiðini skal
skipast ella ikki skipast.
Ber til at sleppa undan
slíkari drepandi politiskari
uppíblanding, og lata heima
flotan sigla sín egna sjógv?
Valla slepst heilt undan
hesum ófiskiligu politikar
unum, men tað ber tó til at
ganga í eina ávísan boga uttan
um teir, eins og útróðrarmenn
í gomlum døgum gingu sær
langar umvegir til báts, fyri
ikki at møta konufólki, sum
kundu
oyðileggja
teimum
fiskieydnuna.
Eitt uppskot, har sleppast
kann við minst møguligari
politiskari uppíblanding, er
hetta:
Ásetu mest loyvda veiðu
fyri tosk hýsu og upsa á land
leiðini, býti upp í kvotur, eins
og gjørt verður, har langfara
skipini royna, og latið síðani
fiskivinnuna sjálva finna út
av, hvussu fiskast skal, uttan
nakrar sum helst aðrar av
markingar. Tí vinnan dugir
best sjálv at finna út av flota
samanseting, reiðskapi, skipa
stødd, motorstødd, hagreiðing,
sølu og harafturat eigur hon
at sleppa at fiska frítt á øllum
leiðum.
Latið tað eisini standa
skipunum frítt at fiska á gýt
ingarleiðum, tí tað er effektivt
fiskarí, og tað nýtist ongin
onnur avmarking, um skipini
halda seg til ásettar kvotur og
harafturat ikki fiska ungfisk.
At tað ikki ber til at fiska
eftir eini kvotaskipan undir
Føroyum er nakað vrevl. Tað
ber líka væl til sum aðrastaðni
undir hesum treytum:
Kvotur verða lutaðar/seldar
í mun til hvussu stovnarnir eru
fyri og við atliti at søguligum
býti millum fiskasløg hjá teim
einstøku skipunum
Skipini kunnu í ávísan mun
sjálvi tillaga fiskiskapin, so tað
gongur upp við kvotum
Við umsetiligheit kunnu
kvotur býtast og seljast mill
um skip, so enn betur fæst at
ganga upp
Ein ávís nøgd kann fiskast
út yvir kvoturnar, men tó av
roknast á serligan hátt, landi,
heldur enn viðkomandi skipi,
at frama
Tað er tí ongin treyt, at tú
skal kunna fiska reint, fyri at
kunna fiska undir eini kvota
skipan, tá ið tú nú hevur allar
omanfyrinevndu
stillingar
møguleikar.
At tað slett ikki bar til at
fiska undir eini kvotaskipan í
1994, komst eina og aleina av,
at toskakvoturnar vóru alt í
verðini ov smáar í mun til ta
stóru nøgd av toski, sum tá
brádliga var at fáa. Og har
afturat var tá ikki loyvt at
taka fisk inn, sum tú ikki hevði
kvotu til. Hann skuldi tveitast
út aftur. Soleiðis verður ikki
gjørt undir kvotaskipanum í
dag. Alt skal takast til lands, og
eg havi álit á, at fiskifrøðingar,
og aðrir við, eru førir fyri at
áseta kvotur, soleiðis at til ber
at dríva fiskiskap.
Eg taki eisini fult undir við
einum av okkara máttmiklastu
politikarum, tá ið hann sigur:
“At søgan lærir okkum, at
fiskivinnan hevur tað best, tá
ið politiska uppíblandingin er
sum minst”.
Halda vit harafturímóti fram
við eini fiskidagaskipan, verður
tað framhaldandi embætisverkið
og politikararnir, sum koma
at gera av hvussu fiskiskapur
undir Føroyum skal skipast, og
úrslitið verður so hareftir. Og
so er kjakið um tilfeingisgjald,
útlendskan kapital og hvussu
loyvi skullu lutast ella seljast í
heimaflotanum óinteressant. Tí
tað kann næstan vera líka mikið
hvør fær hesi rættindini, tá ið tey
lítið og onki avkast geva.
Nei, lat okkum fyrst finna
eina skipan, sum gera at fiski
skapur undir Føroyum lønar
seg. Síðani kann tað vera
áhugavert við tilfeingisgjaldi
og hvør, ið fær rættindi til
fiskiskap.
Hvar er
botnurin
fyri an
stendig
heit í
KvF?
Bjarni Djurholm
løgtingsmaður og
formaður í Løgtingsins
mentanarnevnd
Í kvøld var so KvF aftur
í
andstøðuessinum.
Hesaferð var tað so
mamma løgmans, sum
skuldi vera alibi'ið hjá
miðlinum fyri at varpa
ivasamt ljós á løgmann
og harvið politikkin hjá
landsstýrinum.
At
hugsa
sær,
at
miðilin
kemur
sær
at fara á ellisheim at
jagstra gamla gloymska
konu fyri at fáa myndir
í kassan at stuðla upp
undir fatanina hjá hjá
miðlinum um samgong
una.
Henda gamla mamm
an royndi at sleppa und
an
tíðindamanninum.
Men tað slapp hon ikki.
Tað kann ikki sigast
annað enn ósømiligt og
ikki minni óetiskt, at
sokallaða fjórða stats
valdið uttan himpr so
leiðis brúkar sítt veldi at
senda sína partapolitisku
áskoðan í hvønn skíggja
í landinum.
Ikki tí, at hetta er
nøkur nýggjheit, men
í kvøld skavaði miðilin
aftur tíðindabotnin.