týsdagur 29. juni 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 121 - 29. juni 2004
Nr. 121 - 29. juni 2004
3
Leygardagin komu tvey
stór kór til Føroya. Talan
er um íslendska Kór
Langholtskirkju
og
danska Tritonus, sum
verða roknað millum
frægastu norðurlendsku
kórini. Tey fara at syngja
hvør sær og eisini sum
stórt felagskór, við eini
80 sangarum tilsamans.
Kórstevnan er ein lið-
ur í tiltakinum Nýggjur
Norðurlendskur
Kór-
tónleikur, eisini nevnt
NNK, sum kórið Triton-
us tók stig til í 2002.
Ætlanin
er,
at
eitt
danskt, eitt íslendskt og
eitt føroyskt kór skulu
hittast trý ár á rað og
framføra
nýskrivaðan
danskan, íslendskan og
føroyskan
kórtónleik.
Tónleikurin skuldi verða
kirkjutónleikur. Fyrsta
árið var tiltakið hildið í
Reykjavík, í fjør í Keyp-
mannahavn og í ár verð-
ur tað so í Føroyum.
Føroyska kórið, sum
luttekur í tiltakinum, er
kamarkórið
Skýrák,
sum er stjórnað av Kára
Bæk.
Kári Bæk hevur eisini
skrivað føroysku verk-
ini, John Høybye hevur
skrivað
tey
donsku,
meðan Tryggvi Bald-
vinsson, Bára Grims-
dóttir og Hildigunnur
Rúnarsdóttir hava skriv-
að hvør sítt av teimum
íslendsku. Øll verkini
eru skrivað útfrá Bíbliu-
tekstum.
Mánakvøldið 28. juni
kl 19.30 fara kórini at
syngja hvør sína skrá í
Vesturkirkjuni. Miku-
kvøldið 30, juni kl 19.30
verða kórini at hoyra í
Gøtu Kirkju, og her
verða nýggju verkini
fyri fyrstu ferð at hoyra.
eys
Føroya Klarinett-
orkestur er í hesum
døgum á konsertferð,
í Vági, Húsavík, Sør-
vági, Tórshavn og í
Fuglafirði verða kon-
sertir við fjølbroytt-
ari skrá
KONSERTFERÐ
Tíðindaskriv
Konsertferðin - KlarineT-
Tour Føroyar 2004, úr
suðri í norð - byrjaði á
Jóansøkuhaldinum í Vági,
har fyrsta konsertin var
sunnukvøldið og endar á
Varmakeldustevnuni
í
Fuglafirði leygarkvøldið
komandi. Á ferðini verða
konsertir í Húsavík týs-
kvøldið. Haðani verður
farið til Sørvágs, har kon-
sert verður hóskvøldið.
Eisini á Jazz-festivalinum
verður høvi at hoyra klari-
nettorkestrið, tí fríggja-
dagin spælir orkestrið í
gongugøtuni.
Leikskráin er fjølbroytt.
Har verða klassisk løg at
hoyra, har verða kend pop
løg, sum eru útsett fyri or-
kestur. Onkur »evergreen«
er eisini á skránni, eins og
sálmaløg, vøgguvísa og
fosturlandssangir. Á kon-
sertunum verða framførslur
har klarinettorkestrið spæl-
ir einsamalt, men eisini
verða løg, har ein rytmu-
bólkur er við.
Í
klarinettorkestrinum
eru vanligar klarinettir - tær
sonevndu B-klarinettirnar.
Men harafturat eru fleiri
klarinetsløg, sum ikki hava
verið so vanlig í Føroyum.
Soleiðis er piccoloklari-
nettin, ella Ess-klarinettin,
við, og eisini eru »djúpar«
klarinettir við, bæði alt-
klarinett og kontrabas-
klarinet.
So ikki kann sigast annað
enn at her er eitt orkestur,
har klarinettin kemur til sín
rætt og har møguleiki er at
uppliva, hvussu fjølbroytt
og spennandi hetta instru-
mentið er.
Tey sum spæla í Føroya
Klarinettorkestri eru næm-
ingar úr Føroya Musikskúla
í aldrinum 14 til 19 ár.
Orkestrið bleiv sett á stovn
fyri umleið 3 árum síðani.
Leiðari er Peder Riis-Jen-
sen.
Konsertskráin er henda:
Týsdagin 29. juni
kl 19.00: í Húsavík, í kirkj-
uni. Eftir konsertina verður
tónleikur og kaffi í ung-
mannafelagshúsinum.
Hósdagin 1. juli
kl 19: í Sørvági, í skúlanum
Fríggjadagin 2. juli
kl. 15.30: í Tórshavn, í
gongugøtuni á Jazz-festi-
valinum
Leygardagin 3. juli
kl. 11.00: í Fuglafirði, í
kirkjuni
kl. 14.00: í Fuglafirði, á
skúlanum til málninga-
framsýning í fimleikarhøll-
ini.
Konsertirnar eru allar
ókeypis.
KlarineTTour Føroyar 2004:
Klarinettorkestur á konsertferð
kring landið
Stór kórvitjan í juni
C
M
Y
K
3
2