týsdagur 29. juni 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 121 - 29. juni 2004
Nr. 121 - 29. juni 2004
5
Nýggi Smyril vakrasta skipið tey hava smíðað
Nú hevur nýggi
Smyril rættiliga tikið
skap og nú skal hann
gerast liðugur innan
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nýggi smyril er vakrastra
skipið, tey hava sæð á
Skipasmiðjuni í Porto Real
í Spania.
Tað
skoðsmálið
fær
nýggja
flaggskipið
hjá
Strandferðsluni,
sum
í
november verður sett at
røkja siglingina ímillum
Suðuroynna og Havnina.
Magnus Magnussen, tekn-
iskur stjóri á Strandferðsl-
uni, sum er fluttur til
Spania í sambandi við
nýggja Smyril at fylgja við
byggingini, sigur, at tey,
sum arbeiða á skipasmiðj-
uni eru rættiliga hugtikin av
nýggja suðuroyarskipinum.
Nú tey flestu skipini líkjast
eini skóeskju við stevni,
siga tey á skipasmiðjuni í
Spania, at nýggi Smyril
hevur so avbera vakrar linj-
ur, at hann er vakrasta skip-
ið, sum hevur verið í dokk
har á skipasmiðjuni.
Skrokkurin er smíðaður á
eini skipasmiðju hjá IZAR-
samtakinum í San Fern-
ando, beint við havnarbýin,
Cádiz í Suðurspania.
Men fyri hálvum triðja
mánaða
síðani,
varð
skrokkurin sleipaður yvir á
skipasmiðjuna hjá sama
samtakið í Porto Real, sum
liggur beint við.
Tað var ein tími at sleipa
hann yvir og har er nú allur
yvirbygningurin settur á
hann, so at nú fæst ein
verulig hóming av, hvussu
nýggja suðuroyarskipið fer
at síggja út. Innan eru eisini
nøkur kømur eru sett upp
Hósdagin varð hann so
sleipaður yviraftur á San
Fernando.
À leiðini skuldi hann
undir eina brúgv á vegnum
til Cádiz og har mátti
ferðslan steðgast og brúgv-
in latast upp fyri at Smyril
kundi ganga ígjøgnum.
Tað gekk eitt korter at fáa
hann undir brúnna, men
bara tað løtuna tóku langar
bíðirøðir av bilum seg upp
báðu megin við.
Nú skulu allir káplar og
allar aðrar innleggingar
gerast, eins og hann skal
gerast liðugur innan.
Síðani skulu allar tær
ymsu skipanirnar umborð
roynast so hvørt, tær eru
lidnar og at enda skal so alt
roynast í senn fyri at vita,
hvussu alt riggar.
Nýggi Smyril verður
handaður Strandferðsluni
30. oktober og tá verður
hann sigldur heim til
Føroyar.
Smyril, sum nú er, skal
seljast, beinanvegin hin er
settur í sigling.
Smyril seljast
Samstundis, sum nýggi
Smyril kemur, er ætlanin at
selja Smyril, sum nú siglur.
Á evnisdegnum, sum var
um samferðslu í Suðuroy
næstseinasta leygardag, var
stjórin á Strandferðsluni
spurdur um tað ikki var
vágaverk at selja hann
beinanvegin, tí hvat nú, um
okkurt verður so galið við
nýggja Smyrli, at hann ikki
kann sigla?
Kristian Davidsen sigur,
at tað er ein kansur at taka.
Men tað skal ganga ómeta-
liga illa, verður tað so galið
við nýggja Smyrli, at als
hann ikki fær siglt.
Við Sosialin aftaná sigur
hann, at teir fyrstu mánað-
irnar eftir at nýggi Smyril
er settur í sigling í Føroy-
um, skulu teknikarar av
sponsku skipasmiðjuni vera
við, fyri at kunna veita
skjóta hjálp, skuldi onkrar
barnasjúkur tikið seg upp.
Hann sigur eisini, at tað
er nógv lættari at selja og
tað fæst meiri fyri eitt skip,
sum er í sigling, heldur enn
eitt skip, sum liggur, tí eitt
skip, sum liggur, tað ferst.
– Og so er tað dýrt at
hava eitt skip liggjandi.
Samanumtikið verður tískil
hildið, at frægasta loysnin
er at selja Smyril beinan-
vegin- og at tað er for-
svarligt-sigur
Strand-
ferðslustjórin
Annars lata vit myndirnar
tala fyri seg.
Skilagóð avgerð hjá SvF
Aðalstjórin á Dan-
mark Radio, Christi-
an S. Nissen, heldur,
at føroyingar skulu
gera upp við seg sjálv-
ar, hvat teir ynskja við
einum føroyskum
tjóðarsjónvarpi. -
Uttan at blanda meg
ov nógv í føroysk
viðurskifti, haldi eg,
at avgerðin hjá SVF er
skilagóð, heldur
Christian S. Nissen
um ætlanirnar hjá
SVF í heyst at sam-
senda við DR stóran
part av senditíðini
SAMSENDA VIÐ DR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Danskt SVF. Ikki nøktandi.
SVF provokerar. Avgerðin
hjá leiðsluni í Sjónvarp
Føroya um at samsenda við
DR1 stóran part av sendi-
tíðini er ikki fallin í góða
jørð hjá øllum. Politiski
myndugleikin var skjótur
upp úr stólinum at finnast
at avgerðini hjá sjónvarps-
stjóranum í fjølmiðlunum
fríggjadagin.
Í Degi og viku hós-
kvøldið kom fram í ljós-
mála, at frá 1. oktober í ár
verður føroyskt tilfar at
síggja í SVF millum klokk-
an 18-21 hvørt kvøld, með-
an restin av senditíðindi
verður samsent við donsku
sjónvarpsrásina DR1.
Hvør er kosturin?
Fyrrverandi sjónvarpsstjór-
in, Tróndur Djurhuus, segði
í viðtalu við Sosialin
fríggjadagin, at hann metti
ikki tað verða nøktandi frá
einum Public service sjón-
armiði, at ein donsk Public
service rás verður saman-
tvunnin við eina føroyska
public service rás.
Christian S. Nissen er að-
alstjóri á Danmark Radio,
og fyri góðum mánaði síð-
an var hann í Føroyum á
ráðstevnu um Public ser-
vice, sum Nordvision skip-
aði fyri.
SVF hevur millum dýr-
astu
hyggjaragjøldini
í
Evropa. Skulu føroyingar
ikki seta hægri krøv til
tjóðarsjónvarp okkara?
– Hevði SVF bara sent
DR, hevði eg væl skilt
ónøgdina, men teir fara
hóast alt at senda 3 tímar við
føroyskum tilfari. Hevur tú
sett nøsina eftir, at SVF skal
megna at framleiða 6-7
tímar av føroyskum tilfari
um dagin, skilji eg væl, at tú
gerst
vónbrotin,
svarar
Christian S. Nissen
Aðalstjórin í DR biður
føroyingar koma til eina
niðurstøðu um teir ynskja
áhaldandi at hava eitt
tjóðarsjónvarp ella ikki.
– Kjarnan í avgerðini hjá
í SVF er sjálvsagt tað
fíggjarliga. Hevur tú ikki
fíggjarligu karmarnar til at
gera fleiri tímar av før-
oyskum
tilfari,
ert
tú
noyddur at fyrihalda teg til
tað. Føroyingar mugu fyrst
og fremst hugsa um al-
ternativið til avgerðina hjá
SVF, og um tit framhald-
andi vilja hava eitt tjóðar-
sjónvarp ella ikki. Tú kanst
halda á við at smyrja tunt í
senditíðini, men leiðslan í
SVF hevur valt at raðfesta
øðrvísi. Uttan at blanda
meg ov nógv í føroysk vi-
ðurskifti, haldi eg, at av-
gerðin hjá SVF er skilagóð,
heldur Christian S. Nissen
Hann greiðir frá, at
fíggjarætlanin hjá SVF
svarar bert til 1% av árligu
fíggjarætlanini hjá Dan-
mark Radio. Játtanin til DR
svarar til góða 3 mia.
krónur, meðan fíggjarætl-
anin hjá SVF er um 30 mió.
krónur.
Onnur dømi
Spurdur, um hann kennir
til aðrar sjónvarpsrásir í
Evropa, sum hava roynt
sama leist, ið Sjónvarp
Føroya hevur í hyggju eftir
1. oktober, svarar aðal-
stjórin á DR, at hann kennir
fleiri dømi.
Hann nevnir tjóðarsjón-
vørpini í londum sum
Bosnia, Lettlandi, Estlandi,
Litava og øðrum tjóðum á
Balkan, ið hava roynt sama
leist, tí sjónvarpsrásirnar
settu seg ikki fyri at fylla
alla senditíðina við tilfari,
ið
sjónvarpsrásin
sjálv
framleiddi.
– Trupulleikin við smá-
um tjóðum vísir seg gjøgn-
umgangandi at vera tann
fíggjarliga byrðan. Rásirnar
royna at framleiða nakrar
tímar um dagin, og restin
av tíðini verður fylt út við
týskum og amerikanskum
tilfari, vísir Christian S.
Nissen á.
Norðurlandaráðið
– Vit hava eina ómetaliga
stóra gleði av at hava før-
oyingar við í norðurlendska
fjølmiðlasamstarvinum.
Onnur lond øvunda okkara
samstarvi, og eg ivist ikki í,
at avgerðin hjá SVF verður
við til at sameina Føroyar
enn meir í norðurlendska
fjølmiðlasamstarvið.
Christian
S.
Nissen
greiðir frá, at politikarar í
Norðurlandaráðnum hava
seinnu mongu árini lagt
nógv fyri at økja um fjøl-
miðlasamstarvið í Norður-
londum. Umboðini hjá
dønum í Norðurlandaráðn-
um hava leingi tvíhildið um
at fáa fleiri sendingar frá
norskum
og
svenskum
sjónvarpið.
– Avgerðin hjá SVF er
avgjørt í tráð við menning-
ina av Norðurlendska sam-
starvinum. Tú skalt eisini
minnast, at vit á DR senda
eisini nakrar tímar við
norðurlendskum tilfari um
vikuna, sigur aðalstjórin á
DR
Annita fer skeiv
Í Sosialinum fríggjadagin
helt tjóðveldistingkvinnan,
Annita á Fríðriksmørk, at
SVF átti at sløkt eftir
klokkan 21, um stovnurin
ikki hevði orku til at við-
gera útlendska tilfarið.
Christian S. Nissen mælir
harðliga ímóti, at SVF bert
fer at senda nakrar fáar
tímar um dagin, og síðani
sløkkja, tá føroyska tilfarið
er av.
– Tað er fyri langari tíð
prógvað, at tað er ikki nóg
mikið hjá eini sjónvarpsrás
at senda 2-3 tímar um dag-
in. Hyggjarin missir áhug-
an fyri rásini alt fyri eitt, og
velir at leita eftir øðrum
rásum. Skalt tú gera sjón-
varp krevst, at rásin alla tíð
hevur eina ávísa nøgd av
tilfari,
sigur
Christian
Nissen at enda.
– Trupulleikin við smáum tjóðum vísir seg gjøgnumgangandi at vera tann fíggjarliga byrðan.
Rásirnar royna at framleiða nakrar tímar um dagin, og restin av tíðini verður fylt út við
týskum og amerikanskum tilfari, sigur aðalstjórin á DR, Christian S. Nissen á.
Mynd: Jan Müler
– Tað er burturvið, at vit skulu rinda 2000 krónur í
sjónvarpsgjaldið fyri at hyggja at óviðgjørdum út-
lendskum tilfarið. Er ikki orka til at umseta tilfarið ella
fáa føroyskar røddir, átti Sjónvarpið at havt svartan
skerm eftir klokkan 21.
Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna
Tjóðveldisfloksins
– Teir taka okkum til gíslar við hasum framferðarhátt-
inum. At markið er sett til 1. oktober er sjálvsagt ikki
tilvildarligt, tí júst tá verður farið undir at viðgera
fíggjarlógina fyri 2005.
Andrias Petersen, formaðurin í
mentanarnevndini
– Út frá einum public service sjónarmiði er tað sjálv-
andi ikki nøktandi. Eg ivist í, um tað er rætt at blanda
eina danska public service rás og eina føroyska rás
upp á handa mátan.
Tróndur Djurhuus, fyrrverandi sjónvarpsstjóri
– Dreymurin um eitt føroyskt sjónvarp gerst ikki
veruleiki við tí fíggjarorku, hyggjaragjøld og gekka-
spøl geva - og so langt ífrá. Skulu vit hava eitt veru-
ligt føroyskt tjóðarsjónvarp, so skulu politikararnir
tríva djúpt, ja, ógvuliga djúpt í sínar lummar, tí veru-
ligt føroyskt sjónvarp kostar fleirfalt ta fíggjarorku,
sum SvF ræður yvir.
Johan Petersen, lesarabræv
Politiski myndugleikin hevur ongantíð gjørt sær
greitt, hvat hann vil við føroyskum sjónvarpi. Orsøkin
til, at vit í dag hava føroyskt sjónvarp, er, at tað í SvF
starvast nakrar eldsálir, sum royna at skapa eina
meining við sínum starvsliga gerandisdegi. "Arbeiðs-
gevarin", sum í seinasta enda er løgtingið, hevur ikki
dugu/kunna/vilja tikið støðu til, hvussu føroyska sjón-
varpsuppgávan skal loysast.
Jóannes N. Dalsgarð, lesarabræv
”
“
C
M
Y
K
5
4