týsdagur 29. juni 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 121 - 29. juni 2004
Nr. 121 - 29. juni 2004
7
Hallið hjá Kalli skal burtur
Hóast eitt hall hjá
Kall upp á 6,7 milli-
ónir krónur í fjør, er
stjórin í felagnum væl
nøgdur við gongdina,
og í ár ætlar felagið
sær at sleppa undan
halli. Kall hevur fimta
hvønn telefonkunda í
landinum, og felagið
ætlar sær at økja støð-
ugt um søluna av øll-
um sínum tænastum
FJARSKIFTI
Eyðun Klakstein
Kall tekur seg støðugt fram
á
føroyska
fjarskiftis-
marknaðinum, og hóast
úrslitið í fjør var eitt hall
upp á næstan sjey milliónir
krónur, náddi felagið øllum
teimum málum, sum tað
hevði sett sær.
– Kall setti sær sum mál
fyri 2003 at vaksa um
marknaðarpartin
innan
fastnettelefoni og at økja
munandi um GSM-søluna.
Eisini setti felagið sær fyri
at vaksa um søluna til virki
og at hava beinleiðis yvir-
skot á fastnetinum. Nú
roknskapurin fyri 2003 er
tøkur, kann felagið stað-
festa, at øll hesi mál vórðu
rokkin, sigur Bjarni A.
Bjarnason, stjóri í Kalli.
Og nýggja málið fyri
2004 er, at javnvág ella av-
lop skal verða á roknskap-
inum. Tað skal gerast við
meira sølu av øllum tæn-
astum, men felagið hugsar
ikki minst um at vaksa um
GSM-partin, og so kemur
eitt nýtt tilboð um breið-
band til internet seinni í ár.
– Gongdin higartil í ár
vísir, at vit økja framvegis
um okkara sølu, og tí er tað
realistiskt at hugsa sær, at
vit klára at fáa javnvág ella
avlop í roknskapin í ár,
sigur Bjarni A. Bjarnason.
Kall eigur fimta
hvønn kunda
Kall hevur 21 prosent av
øllum fastnetfeløgum í Før-
oyum, 21 prosent av GSM-
haldarunum og eisini 21
prosent av haldarunum av
uppringdum internetsam-
bandi.
Hóast fastnetfelagarnir í
Føroyum fækka, veksur
marknaðarparturin
hjá
Kalli, og talið á fartelefon-
haldarum hjá Kalli økist
alsamt.
Á
fastnetinum
vóru
24.300 felagar í Føroyum
við árslok 2003. Av hesum
vóru 5.100 felagar hjá
Kalli.
Útbreiðslan av GSM-far-
telefonum í Føroyum økist
alsamt. Í 2003 vóru 36.800
GSM-haldarar í landinum.
Tað svaraði til 76 prosent
av íbúgvunum. Av teimum
vóru 7.500 kundar hjá
Kalli. Kall hevur boðið út
GSM-tænastur í einans eitt
gott ár, og felagið hevur
gjørt íløgu í egið GSM-
kervi.
Sambært stjóranum í
Kalli fara fólk frameftir at
brúka meira fartelfon og
minni fastnettelefon.
– Hóast tað hevur kostað
meira at tosa í fartelefon
enn vanliga telefon, so
brúka fólk nógv fartele-
fonina, og soleiðis verður
eisini framyvir. Fartelefon-
in gevur kundanum størri
møguleikar og frælsi, og tí
fer einki at hótta fartele-
fonina næstu árini, sigur
Bjarni A. Bjarnason.
Færri internetkundar
Marknaðarparturin
hjá
Kalli innan uppringt inter-
netsamband er eisini 21
prosent.
Her er talið á kundum
minkað seinasta árið, men
teir kundarnir, sum nýta
internet frá Kalli, nýta
internetið meira, so sølan er
kortini økt.
– Orsøkin til, at færri
kundar
hava
uppringt
internet, kann vera, at økta
útboðið av sjónvarpsrásum
kappast við internetið, sig-
ur Bjarni A. Bjarnason.
Men ein onnur orsøk
kann vera, at nýggju til-
boðini við breiðbandi eru
meira lokkandi fyri kund-
an, og her hevur Kall ikki
havt nakað at bjóða enn.
Men tað verður broytt í
næstum.
Íløgurnar
eru
gjørdar, royndarkundar eru
á skipanini, og í heyst
kemur Kall við sínum egna
breiðbandtilboðið
til
føroyingar.
– Uppringt internetsam-
band blívur ikki við at vera
stuttligt, og tí kemur breið-
bandið at taka yvir. Vit
standa mitt í einum tøkni-
skifti, har breiðbandið fer
at avloysa uppringda sam-
bandi og lutvíst eisini fast-
nettelefonina, og við breið-
bandinum koma nógvir
nýggir møguleikar, sigur
Bjarni A. Bjarnason.
Føroyski
fjarskiftis-
marknaðurin er lítil, og
avmarkað er, hvussu nógv
nógv feløg kunnu kappast á
honum. Kall metir, at pláss
er fyri tveimum veitarum á
marknaðinum, og við tíðini
væntar felagið, at marknað-
arparturin hjá felagnum
økist, so betri javnvág verð-
ur millum báðar veitararnar
á marknaðinum.
Kall tvífaldaði søluna
Tilsamans var sølan hjá Kalli í 2003 35 milliónir
krónur. Hetta er tvífalt so nógv sum samlaða sølan í
2002. Úrslitið hjá Kalli áðrenn rentur og avskrivingar
var javnvág. Hetta er munandi betri enn í 2002, tá
úrslitið áðrenn rentur og avskrivingar var eitt hall upp
á 4,4 milliónir krónur. Úrslitið eftir rentur og avskriv-
ingar í 2003 var eitt hall upp á 6,7 milliónir krónur.
– Úrslitið hjá felagnum stendst av, at felagið er í støð-
ugum vøkstri og byggir upp ein nøktandi marknaðar-
part, sum skal bera felagnum uppi í framtíðini. Av hall-
inum í 2003 stavaði meginparturin frá fyrra hálvári.
Seinna hálvár hevði Kall besta rakstrarúrslitið, sum
felagið hevur havt, síðan tað fór til verka í 2001, og
fyrsta ársfjórðing í 2004 er raksturin batnaður mun-
andi, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri í Kalli.
– Virksemið hjá felagnum hevur síðan byrjan verið
merkt av, at stórar íløgur eru gjørdar fyri at fáa ferð á
raksturin. Málið fyri 2003 var at flyta felagið frá íverk-
setan til vanligan rakstur. Tað eydnaðist. Málið fyri
2004 verður at basa hallinum. Úrslitið eftir rentur og
avskrivingar skal javnviga ella geva avlop, sigur stjórin
í Kalli.
Danska spælistaðið
VEGA, har nógv
kend nøvn plaga at
leggja leiðina fram
við, fer í august mán-
aði at hýsa einum
serligum føroyskum
tónleikatiltaki
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Atlantic Music Event er
navnið á konsertini, har
Eivør Pálsdóttir, Gestir og
Makrel fara at spæla fyri
donskum áhoyrarum.
Konsertin er komin í
lag í samstarvi millum
Vega og Norðurlanda-
húsið í Føroyum. Ætlanin
var í fyrstu syftu, at Prix
Føroyar vinnararnir, Gest-
ir, skuldu hava konsert
einsamallir í Vega, men
síðani vaks hugskotið til,
at onnur føroysk nøvn
eisini skuldu á plakatina.
Fróði Vestergaard, sum
er samskipari í Norður-
landahúsnum, vónar, at
konsertin fer at vera
somikið væleydnað, at tað
fer at bera til at gera enn
fleiri slík føroysk átøk í
Keypmannahavn. Ætlanin
er at bjóða fjølmiðlafólki
og øðrum relevantum per-
sónum at koma til kon-
sertina, sum verður tann
28. august.
Vega bjóðar
føroyskt
Makrel spælir fyri donskum oyrum á Vega í august mánaði
– Gongdin higartil í ár vísir,
at vit økja framvegis um
okkara sølu, og tí er tað
realistiskt at hugsa sær, at vit
klára at fáa javnvág ella
avlop í roknskapin í ár, sigur
Bjarni A. Bjarnason, stjóri í
Kalli
Fíggjarlógin 2005:
Hallið verður ikki størri
1. oktober skal fíggj-
arlógin 2005 leggjast
fram. Tjóðarinntøkan
er minkað um 200
milliónir seinastu
tvey árini, og sam-
bært fíggjarmálaráð-
harranum Bárði Niel-
sen verður talan tí
aftur um hall í 2005. -
Men endamálið er, at
hallið skal ikki vera
størri enn tær 204
milliónirnar í undir-
skoti í ár, sigur
Bárður Nielsen
FÍGGJARLÓG
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Eftir
eina
bráðfeingis-
fíggjarlóg í ár eru fyrireik-
ingarnar av álvara farnar í
gongd
til
fíggjarlógina
2005. Landsstýrismenninir
hava havt nakrar fundir og
kjakast um síni ynski og
tørvir, og 1. oktober skal
fyrsta uppskot til fíggjarlóg
eftir ætlan leggjast fram.
– Arbeiðið gongur væl,
og um mánaðarskifti aug-
ust-september vera vit eftir
ætlan lidnir við okkara
uppskot um komandi fíggj-
arlógina, sigur landsstýris-
maðurin í fíggjarmálum,
Bárður Nielsen.
Inntøkur minka
Spurdur, hvørji fyribils tøl
eru komin á borðið, og
hvørjar ábendingar eru um
endalig úrslit, sigur lands-
stýrismaðurin, at talan á
fíggjarlógini 2005 aftur
verður um hall.
– Inntøkurnar vóru hægri
bæði í 2002 og 2003, enn
tær eru í ár og helst í næsta
ár eisini, og við tað at tjóð-
arinntøkurnar eru minkað-
ar, verður fíggjarlógarúr-
slitið aftur komandi ár
undirskot, sigur Bárður
Nielsen. Hinvegin leggur
hann dent á, at endamálið
er, at hallið ikki skal gerast
størri í 2005 enn tær 204
milliónirnar, sum í ár vórðu
í undirskoti, eftir at Fíggj-
arnevndin hevði tikið góðar
73 milliónir av upprunaliga
uppskotinum hjá Fíggjar-
málaráðnum.
Í 2002 vóru inntøkur
landskassans 3,6 milliardir,
í 2003 vóru tær 3,566 milli-
ardir, og í 2004 eru tær 3,41
milliardir. Við hesum sæst
ein afturgongd á um 200
milliónir, og hetta minkar
sambært Bárði sjálvsagt
um útlitini fyri betri fíggj-
arlógarúrsliti.
– Men endamálið er ikki
at økja um hallið, slær
Bárður Nielsen fast.
Fíggjarmálaráðharrin
greiðir eisini frá, at mann-
ingin í Tinganesi hevur havt
nakrar fundir um fíggjar-
lógina 2005, og kjakast
hevur verið um, hvar og
hvussu nógv kann sparast,
so eitt vaksandi undirskot
verður fyribyrgt.
Sami íløgukarmur
Landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum hevur saman
við
hinum
landsstýris-
monnunum eisini havt fund
um íløgukarmin í 2005, og
hóast heldur einki er av-
gjørt hesum viðvíkjandi,
verður talan um á leið somu
íløgukarmar
sum
á
núverandi fíggjarlóg.
– Fleiri stórar verkætlanir
eru í gongd, og tær halda
eftir ætlan fram uttan
nakrar skerjingar. Íløgu-
listin er langur, men í
hesum høpi kann eg t.d.
nevna undirsjóvartunnilin
til Klaksvíkar, miðnáms-
skúlan í Vági, útbyggingina
á Landssjúkrahúsinum og
Øravík-Hov verkætlanina,
sigur fíggjarmálaráðharrin
at enda.
Hallið á fíggjarlógini fyri 2004 var 204 milliónir
krónur
Upprunaliga uppskotið hjá Fíggjarmálaráðnum fyri
fíggjarlógina 2004 var 277 milliónir í halli
Tjóðarinntøkur landskassans eru farnar úr 3,6 til
3,41 milliardir seinastu tvey árini
Málið er ikki at økja um hallið á fíggjarlógini 2005
Íløgukarmurin fyri fíggjarlógina 2005 verður tann
sami
FAKTA
- Tjóðarinntøkur
landskassans vóru hægri í
bæði 2002 og 2003 enn tær
eru í ár og helst í næsta ár, og
við tað at inntøkurnar eru
minkaðar, verður
fíggjarlógarúrslitið aftur
komandi ár undirskot, men
endamálið er tó ikki at økja
um hallið, sigur Bárður
Nielsen, fíggjarmálaráðharri
TÍÐINDASKRIV
Oljufyrisitingin
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum Bjarni Djur-
holm hevur sett ein ar-
beiðsbólk at orða eitt upp-
skot til yvirskipaðan orku-
politikk og elveitingarlóg. Í
hesum sambandi er gjørt av
at seta ein hoyringsbólk við
umboðum úr feløgum og
felagsskapum, at umboða
føroyska orkuøkið, bæði
sum veitarar og brúkarar.
Endamálið við hoyrings-
bólkinum er at tryggja, at
øll viðkomandi sjónarmið
verða tikin við í arbeiðið.
Ætlanin er at skipa eitt
regluligt og formligt sam-
skifti millum hoyringsbólk-
in og arbeiðsbólkin, og vil
Oljufyrisitingin
hervið
bjóða Føroya Náttúru- og
Umhvørvisverndarfelagi at
velja eitt umboð í hoyrings-
bólkin.
Vit vilja eisini nýta høvið
at bjóða til fyrsta fundin við
hoyringsbólkin hósdagin
tann 1. juli klokkan 10:00 í
hølunum
hjá
Oljufyri-
sitingini í Brekkutúni 1.
Her verður kunnað um
arbeiðssetning,
og
um
hvussu arbeiðið ætlandi
verður skipað.
Til fyrsta fundin verður
heitt á hesar partar um at
taka lut: SEV, P/F Fjarhita-
felagið, Føroya Kommunu-
felag, Føroya Náttúru- og
Umhvørvisverndarfelag,
Føroya Reiðarafelag, P/F
Føroya Shell, IRF, Komm-
unusamskipan
Føroya,
Kommunala Brennistøðin,
Sp/F Røkt, P/F Statoil og
Vinnuhúsið.
Vinarliga
boðað
frá
luttøku til Oljufyrisitingina
innan 29.juni, og hvør
kemur at umboða tykkum í
hoyringsbólkinum.
Nýggjur orkupolitikkur
C
M
Y
K
7
6