týsdagur 29. juni 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 121 - 29. juni 2004
Nr. 121 - 29. juni 2004
9
Fríggjadagin 25. juni
var ein lítil samkoma
Yviri við Strond,
millum bygningin hjá
Føroya Sparikassa og
Skansan, í samandi
við at Sparikassa-
grunnurin handaði
Tórshavnar Býráði
tvær standmyndir
sum Hans Pauli
Olsen, listamaður,
hevur gjørt
STANDMYNDIR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Samkoman byrjaði við at
Bjarni Olsen, sparikassa-
stjóri, helt røðu, síðan
handaði hann borgarstjór-
anum í Havn, Jan Christ-
iansen,
standmyndirnar.
Fyri Tórshavnar býráð helt
Jan Christiansen røðu og
síðan segði listamaðurin,
Hans Pauli Olsen, eisini
nøkur orð.
Standmyndirnar
vóru
upprunaliga gjørdar til eina
framsýning
á
Norður-
bryggjuni í Keypmanna-
havn.
Spariakassagrunnurin
hevur samstarvað við Tórs-
havnar
kommunu
um
standmyndirnar. Teir hava
skapt teir fíggjarligu møgu-
leikarnar fyri at fáa hana til
vega. Tórshavnar kommuna
hevur nú yvirtekið tær og
kemur at gera eitt anlegg
um tær og síðani røkja og
viðlíkahalda standmyndir
og anlegg.
Vegna Sparikassagrunnin
takkaði Bjarni Olsen lista-
manninum, Hans Paula
Olsen, fyri hesar sera vøkru
standmyndirnar.
Hans Pauli hevur rópt
standmyndirnar fyri Fríða,
men Bjarni Olsen avdúk-
aði, at framyvir fara stand-
myndirnar at eita Fría
Fríða, har tað fyrsta Fría er
uttan ð.
Fría Fríða varð avdúkað
Standmyndirnar eru eitt prýði, har tær standa millum aldargamla Skansan og modernaða bygningin hjá Sparikassanum
Mynd Jens Kristian Vang
Vegna Sparikassagrunnin handar Bjarni Olsen, sparikassastjóri, Jan Christiansen,
borgarstjóra, standmyndirnar
Mynd: Magnus Gunnarsson
Hans Pauli Olsen, listamaður, heldur røðu
Mynd: Magnus Gunnarsson
Nakað av fólki var komið
saman Yviri við Strond
henda dagin
Mynd: Magnus Gunnarsson
Tað eru ikki stundir
til hveitibreyðsdagar
hjá fótbóltsspælar-
anum, sum seinastu
árini hevur verið tann
mest umrøddi á flat-
londum
FÓTBÓLTSBRÚDLEYP
Jonhard Hammer
Todi Jónson er tann før-
oyingurin í Danmark, sum
seinastu árini hevur verið
mest umrøddur. Bæði í
donskum fjølmiðlum og í
føroyskum fjølmiðlum. Tað
hava verið avrikini hjá
honum í Lyngby og serliga
í FCK, sum hava verið or-
søk til umrøðuna, meðan
tað hevur verið minni at
hoyrt um privatlívið hjá
Toda. Tí ger hann heldur
ikki nakað serligt buturúr á
heimasíðuni, todi.fo, har
tað mesta snýr seg um fót-
bóltsprát.
Men leygardagin var
Todi almennur privatper-
sónur, um tað ber til at siga
tað soleiðis. Í føroysku
bløðunum varð lýst við, at
Todi Jónsson leygardagin
skuldi giftast, og at vígslan
skuldi verða í Godthåbs-
kirkjuni í Keypmannahavn.
Fleiri føroyskir útisetar
vóru møttir til vígsluna,
umframt brúdleypsgestir-
nar, sum vóru danir, føroy-
ingar í Danmark og eisini
føroyingar, sum vóru kom-
nir úr Føroyum og í brúd-
leyp. Serliga úr Klaksvík.
Fleiri klaksvíkingar, sum
Todi hevur spælt saman við
í KÍ, vóru í brúdleyp, og
onkrir FCK spælarar vóru
eisini. Ikki teir, sum nú
spæla, men heldur onkrir,
sum Todi spældi saman við
í FCK tey fyrstu árini, eftir
at hann var komin hagar í
1997. Eitt nú Pascal Simp-
son,
sum
er
dimmur
svenskari og nú býr aftur
býr í Svøríki. Hann noydd-
ist at gevast at spæla, tí
hann var so plágaður av
skaðum. Todi og hann eru
vinmenn.
Brúðurin
var Andrea
Vinten, sum er úr Keyp-
mannahavn. Millum tey,
sum vóru til vígsluna,
hoyrdist,
at
yndisliga
kvinnan, sum nú er kona
Toda er undir útbúgving til
at vera ljósmóður.
Presturin,
sum
vígdi
Andreu og Toda, er væl
kendur. Tað er hann í
hvussu so er í Føroyum.
Henning Bøgesvang var í
fleiri enn tjúgu ár prestur í
Norðya vestara prestagjaldi
við bústaði í Klaksvík. Nú
eru nøkur ár síðani, at hann
flutti úr Klaksvík. Hann er
danskur prestur í Gøteborg,
og leygardagin var hann
komin úr Svøríki og til
Keypmannahavnar at víga
Toda og konuna.
Eftir vígsluna fór Bøges-
vang beinleiðis aftur til
Svøríkis. Men hann nýtti
fyrst høvið at heilsa upp á
øll tey, sum hann kendi
aftur úr Klaksvík. Bæði tey,
sum vóru bjóðað í brúd-
leyp, og sum fóru við
bussunum, ið bíðaðu eftir
teimum eftir vígsluna og
koyrdu tey til Restaurant
Kongens Have í Kron-
prinsessegade, har brúd-
leypið stóð, og tey, sum
vóru komin at skottast, sum
tað plagar at verða tikið til.
Hjá Toda og konuni er
ikki hugsningur um at
halda
hveitibreyðsdagar.
Síðsta mikudag fór Todi
aftur til arbeiðis í FCK.
Sunnudagin koma hann og
liðfelagarnir til Føroyar,
har teir skulu spæla tveir
dystir. Tann fyrri verður í
Klaksvík mánakvøldið, og
tann seinni verður á Tórs-
vølli móti HB mikukvøld-
ið.
Todi hevur altíð verið
fryntligur hjá Sosialinum at
heita á, og hann hevur víst,
at hann kennir týdningin
hjá professionellum ítrótt-
armanni at virða tað ar-
beiði, sum pressan roynir at
gera. Vit heilsa honum og
konuni og ynskja teimum
alt tað besta í hjúnaband-
inum.
Todi fekk
sína Andreu
Nýgift og glað, Todi og Andrea
Mynd: Símun J. Hansen
Nógvir føroyingar vóru til staðar, tá ið Andrea og Todi giftust. Á myndini til vinstru sæst Jan Gardar
Mynd: Símun J. Hansen
C
M
Y
K
9
8