týsdagur 29. juni 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 121 - 29. juni 2004
Nr. 121 - 29. juni 2004
11
Heri Mohr
Løgtingssamgongurnar
1998 - 2003 virkaðu eina
og aleina við tí fyri eyga at
kvetta okkara ríkisfelags-
skap við Danmark. Á
hvørjum geilarhorni varð
prædikað
um,
hvussu
blokkstuðulin úr ríkiskass-
anum var við til at forkoma
tí føroyska búskapinum.
Hann var beinleiðis orsøkin
til, at Føroyar fóru rabund-
us 6. oktober 1992, og
meylað er upp í rúgvu niður
í okkum, at ríkiskassa-stuð-
ulin í roynd og veru er ikki
annað enn olmussa og táta,
(hesi eru ikki míni orð),
sum
hava
niðurbundið
frælsið hjá okkum føroy-
ingum í Føroyum, (heldur
ikki hesi orð eru míni).
Vert er at varnast, at
øsingin snýr seg um partin
av almennum útreiðslum,
sum í ríkisstuðlinum eru
játtaðar sjúkum, avlamn-
um, gomlum, fólkaskúla og
yrkisskúlum. Tá ið lands-
stýrið í 2002 tveitti 366
milliónir fyri borð, vórðu
skúlaverkið og onnur al-
menn forsorg tikin úr
blokkinum. Aftur at hesum
hevur almennur føroyskur
politikkur farnu árini verið
merktur av tíðar- og pen-
ingakrevjandi projektum,
sum hava lítið við handa-
ligan og andaligan trivnað í
Føroyum at gera.
Hesi seks turbulentu árini
hava verið sálarliga og
mentunarliga ørkymlandi
fyri mong føroysk heim
fyri ikki at tala um tey
sjúku og gomlu, sum fara at
líða undir politiskum av-
gerðum við svárum avleið-
ingum.
Nú landskassaroknskap-
urin 2003 fyriliggur al-
ment, ber til at meta um,
hvussu »olmussan og tát-
an« hjá fyrrverandi lands-
stýrismanninum við fíggj-
armálum royndust, og um
hendan »fátækrahjálp« úr
ríkiskassanum varð »sam-
anspard at nýta, um bú-
skapurin verður fyri aftur-
gongd«! Summa summar-
um: _ Samanspardur ríkis-
stuðul til gomul og sjúk
skal verða okkara bjarging,
tá ið ringar tíðir fara aftur at
gera vart við seg í Føroy-
um! Álit er í okkum gomlu
og teimum sjúku!
Undirritaði hevur í ótelj-
andi lesarabrøvum víst á
tey ósannindi, sum ávísir
politikkarar fylla føroying-
in við, serstakliga í sam-
bandi við blokkin, og eing-
in hevur enn víst tí aftur.
Tann, ið tigur, samtykkir,
verður ofta sagt.
Nú mátti verið nóg mikið
við tragikomiskum sjón-
leikum, eitt nú leikinum í
Keypmannahavn herfyri,
sum fyri tað kundi verið
tikin úr kendu skaldsøguni
eftir Cervantes um látur-
verda harramannin Don
Quijote og matglaða gekkin
Sancho Panza úr la Mancha
í Spaniu. Teir bardust við
vindmyllur,
geita-
og
seyðafylgi og annan ástýri-
ligan ørvitisskap. Nú, 500
ár seinri, eru teir eins og
Holgar Danski farnir at
halda til í kjallarum í goml-
um donskum slottum. Har
eru, júst sum í ævintýrinum
hjá H. C. Andersen, kistur
fullar av gulli - men nú í
tátulíki.
Slíkt má sjálvandi ikki
forða landsstýrinum í skjót-
ast gjørligt at virka fyri
dagføring av tí í blokkin-
um, sum er ætlað stats-
sjúkrahúsinum í Havn og
Ríkishospitalinum, ið bæði
tvey eru 100% donsk máls-
øki. Hetta eigur at verða
gjørt, áðrenn umstøðurnar
hjá sálarsjúkum í Føroyum
koma heimspressuni fyri
oyruni sum í Russlandi og
Rumeniu fyri einum 10
árum síðan. Henda dagfør-
ing kann uttan iva verða
framd, um landsstýrið vil
semjast um hetta, og um
góður fólkasiður og virðing
fyri fólki verður støðið
undir neyðugum tingingum
partanna millum. Smoygg-
ið upp um armarnar, nógv
er at byggja uppaftur.
Í hesum døgum verða hundraðtals ungfólk
liðug við eina miðnamsútbúgving. Vit hava
góðar miðnámskúlar í Føroyum og málið við
útbúgivngarpolitikkinum má vera, at øll ung
fáa eina miðnámsútbúgving av einum ella
øðrum slag. Vit liva í eini tíð við nógvum broyt-
ingum. Okkara búskaparliga støði er enn sum
áður fiskivinna. Men henda vinna gongur sum
kunnugt upp og niður og, bundin sum hon er at
sveiggjum í prísum og tilfeingi. Hetta merkir, at
vit eiga at statsa alt meira uppa á menniskjans-
liga tilfeingið í landinum. Menniskjansliga til-
feingið - fólkið, ið her búleikast er hóast alt tað
mest týðandi tilfeingi í landinum.
Undir slíkum umstøðum er tað innlýsandi, at
vit eiga at statsa uppá útbúgving. Tey lond, sum
leggja dent á útbúgving, gransking og menning,
tey eru før fyri at takla allar tær monu broyt-
ingar og avbjóðigar, sum standast av altjóða-
gerð og búskaparligum sveiggjum. Búskapar-
ligu avbjóðingarnar verða stórar í framtíðini.
Vit fara at fáa harða kapping frá menningar-
londunum, soleiðis sum vit longu nú kenna tað
frá Kina og vit fara at fáa harða kapping frá
nýggju ES londunum. Eingin veit í roynd og
veru, hvussu alt hetta fer at ávirka búskpapin í
framkomnum londum sum Føroyar og Ísland,
ið bert hava eina høvuðsvinnu. Í Føroyum hava
vit havt eina góða byrjan til eitt orðaskifti um
hesi viðurskifti, men orðaskiftið tykist nú líka-
sum dottið burturaftur.
Er óvissan sostatt stór um búskaparligu árinini
frá tí broyttu heimsstøðuni, so er tó eitt, sum øll
eru samd um, og tað er, at útbúgving hevur
týdning fyri eitt samfelag. Eitt vælútbugvið
fólk er ein tann mest týðandi fortreytin fyri
menning og fyri at kunna takla avbjóðingarnar
frá altjóðagerðini. Tað er tí av størsta týdningi,
at vit hava góðan skúlaskap. Øll, sum fara úr 9.
ella 10. flokki fólkaskúlans eiga at fáa tilboð
um eina teoretiska ella praktiska miðnámsút-
búgving. Í hesum døgum verða nógvar pisur
klaktar. Tær flestu fara fyrr ella seinni víðari til
eina ella aðra stytti ella longri útbúgving.
Pisurnar fara á flog, sum tikið verður til í pisu-
røðum. Vit ynskja øllum tillukku og vóna, at
tær flestu pisurnar finna leiðina aftur hendan
vegin til gleði og gagn fyri tær sjálvar og fyri
tað samfelag, ið hevur tryggjað teimum eina
góða útbúgving.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Á flog
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Summa summarum
Samandráttur av landskassans roknskapum 1998-2003:
Inntøkur:
Skattur og avgjøld ………16.012 mió.
Ríkisstuðul ……………… 5.994 "
Nationalbankin ………… 146 " 22.152 mió.
Útreiðslur:
Rakstrarútreiðslur …… 16.552 "
Løgur (Íløgur?) ………… 1.102 "
Rentur ………………… 881 " 18.535 "
Avlop ………………………………….. 3.617 "
Viðvíkjandi ríkisstuðulinum er at siga, at av teimum
5.994 mió. eru 900 mió., sum ríkiskassin eftirgav
(strikaði) av ríkislánum í 1998.
Landsbankin:
Innistandandi 31.12.97 954 mió.
" 31.12.03 1.820 "
Aðrir peningastovnar
Innistandandi 31.12.97 88 "
" 31.12.03 440 "
Lán
Skuld 31.12.97 6.549 "
" 31.12.03 3.806 "
Øll uttanlandsskuld til fleiri lond, umleið 4.6 milliardir,
(ca. 8% p.a.) varð í 1998 umskipað til ríkiskassalán
(5% p.a.), og av hesum er ein hálv milliard rentu- og
avdráttarfrí.
Í 2003 tók landskassin fylgjandi 3 brævalán, tilsamans
1.500 milliónir, til umskipan og afturgjalding av lán-
um:
"2003-04" 750.000 mió. (2% p.a.)
"2003-06" 375.000 " (3,5% p.a.)
"2003-08" 375.000 " (4,25% p.a.)
Hetta vóru so nøkur (áhugaverd) tøl, tikin úr almennu
landskassaroknskapunum 1998-2003.
Kári P. Højgaard
løgtingsmaður
Nú styttist tíðin, til Løg-
tingið skal áseta fiskidagar-
nar fyri komandi ár, og sum
vanligt eru vinnan og fiski-
frøðingar
ósamdir
um
støðuna og tilmælini liggja
langt frá hvørjum øðrum.
Petur
Steingrund
frá
fiskirannsóknarstovuni
hevur rættuliga avgjørdar
meiningar útfrá síni vitan
um, at toskurin kann goym-
ast í havinum, men ikki
føðin. Hetta kom fram í út-
varpsorðaskifti
millum
Petur Steingrund og Jón
Kristjánson (sum eg tíverri
bert hoyrdi partar av), men
sum hann eisini førir fram í
lesarabrævi í bløðunum.
Hann verður stuðlaður av
skyldmanninum Dánjal P.
Højgaard, sum fekk stóran
skelk av at hoyra kjakháttin
hjá íslendska fiskifrøðing-
inum í áðurnevnda útvarps-
orðaskifti.
Sum politikkari verður
ein líka skelkaður hvørt ár,
tá ein sær árligu tilráðing-
arnar frá ICES og Fiski-
rannsóknarstovuni.
Um toskin á landgrunn-
inum verður sagt. Stovn-
urin hevur verið væl fyri í
fleiri ár, men er nú í skjót-
ari minking. Veiðitrýstið er
alt ov stórt. Við verandi
veiðitrýsti er stórur vandi
fyri, at stovnurin í 2006
kemur niður á sama støði
sum í kreppuárunum fyrst í
níti-árunum. Um stovnurin
skal koma fyri seg upp á
eitt ár. Má øll beinleiðis
toskaveiða halda uppat.
Skal hetta gerast yvir fleiri
ár, eigur ein ætlan at ger-
ast, har veiðitrýstið líðandi
verður minkað um 2/3 í
mun til verandi veiðitrýst.
Tað er trupult at skilja at
hóast støðan hjá einum
fiskastovni verður søgd at
vera heilt góð, verður til-
mælt ein minking í veiðuni,
tí sagt verður, at veiðitrýst-
ið er ov stórt.
Niðanfyri er ein talva fyri
tosk, men sama er galdandi
fyri hýsu og upsa.
DPH vísir í lesarabrævi
sínum til kanningar hjá PS
gjøgnum fleiri ár av tús-
undtals toskamagum sum
vísa, at fiskurin inni á sjó-
num livir av nebbasild og
skeljafiski, meðan størri
toskurin úti á landgrunnin-
um livir av svartkjafti og
hvítingsbróður.
Var seinastu viku við
trolbáti á landleiðini vestan
fyri og royndu vit á umleið
60 favna dýpi. Toskurin
sum fingin var, stóð til at
bresta av hvítingsbróður
umframt onkur hendinga
skel var í maganum. Sama
hevur verið galdandi onnur
ár, so hetta er eisini føðin
hjá toski innari á sjónum
ávísar tíðir saman við
nebbasild og yngul av ym-
iskum slag, eitt nú hýsu o.
ø..
Tað er av avgerandi
týdningi, at alt ið veitt verð-
ur, kemur til høldar og
verður skrásett. Tí eru økis-
friðingarnar saman við
fiskidagaskipan
okkara
tann frægasta, og hava
aðrar fiskivinnutjóðir fing-
ið eyguni upp fyri hesi.
Vit skulu troyta fiska-
stovnarnar skynsamuliga,
men tað er fulkomuliga
burturvið at tosa um at
stovnar eru væl fyri, fyri
síðan at mæla til skerjingar
í veiðuni við 25% til 66%.
Har eri eg samdur við for-
manninum í Vinnunevnd-
ini, at skulu slíkar skerjing-
ar fremjast, er bert spurn-
ingurin hvør sløkkir ljósið,
tí tá er lívsgrundarlagið fyri
fiskivinnuni burtur.
Tað ber heldur ikki til at
samanlíkna fiskiskap við
seyðahald. Tú veit altíð á
leið hvussu nógvur seyður
er í haganum og hevur hes-
in nærum alt grasið einsa-
mallur. Í havinum eru al-
skyns verur sum liva hvør
av aðrari, og tíbetur hevur
ríkidømi verið størri, enn
frøðingar hava mett. Fyrst í
níti-árunum var fiskaloysi
styttri tíðarskeið og tá var
tilráðingin, at stovnurin var
so illa fyri, at í nógv ár
fram mátti ikki fiskast meir
av toski enn 6000 tons
árliga. Var hendan tilráðing
fylgd hevði verið trupult at
verið fiskimaður í Føroyum
og hvør trygd er fyri, at
stovnurin hevði verið betur
fyri ídag?
Hvar var toskurin og
hvussu kundi stovnurin
koma so skjótt fyri seg
hóast fiska var fleirfalt
tilmæli?
Hvussu
kundu
menn
meta so skeivt?
Náttúran, veður, vindur,
hiti, gróður og streymur, alt
hevur stóra ávirkan hvussu
nógv kemur undan og
fiskiárini hava altíð verið
ójøvn og fara framhaldandi
at verða tað.
Hjalti í Jákupstovu, Petur
Steingrund, Jón Kristjáns-
son o. a. gera síni tilmæli
eftir bestu sannføring og
við tí serkunnleika teir
hava, sama er eisini gald-
andi fyri Fiskidaganevnd-
ina, sum hevur eina stóra
praktiska vitan og útfrá hesi
vitan skal Løgtingið taka
støðu. Sjálvsagt ger tað
mun, um fiskað verður av
einum stovni, men spurn-
ingurin er, um = kann setast
við tað sum fiskað verður,
ella onki verður tikið úr
stovninum, tvs stovnurin
hevði verið tað størri.
Fyri fáum árum síðani
var lítil ella ongin roynd
eftir goggu. Nú verður
rættuliga stór orka løgd í
hesa veiðu, og er henda
ídag týðandi %partur av
agninum hjá húkaflotanum.
Tá bóru menn ótta fyri, at
hesin
veiðihátturin
við
rúsum gjørdar av plast-
dunkum fór at avoyða
stovnin, men mær vitandi
er veiðan eins góð nú og tá
byrja var, so nógv talar fyri
at har streymasjógvur er,
kann rættuliga stór veiða
fara fram uttan at hetta
nervar stovnin.
Vit áttu í størri mun at
fingið eitt felags stev í til-
mælunum til burðardygga
veiðu.
Metingar, tilráðingar og veiða í tonsum fyri økið við
Føroyar.
Ár
2000
2001
2002
2003
Toskur
Gýtingarstovnur 40.000
46.000
53.000
Tilráðing
16.000
16.000
14.000
Veiða
21.000
27.000
36.000
37.000
Tíverri eru bert veiðitølini fyri 2003.
Jóanes N. Dalsgaard
jnd@kallnet.fo
Eg hevði einaferð ein ann-
ars stak góðan arbeiðsgev-
ara, sum hevði ein keði-
ligan vana. Tá okkurt var,
sum skuldi gerast, so fekst
tú ongantíð greitt at vita,
hvat hann ætlaði. »Ger sum
tú heldur vera best« plagdi
hann at siga. Tá eg so eftir
bestu sannføring hevði
roynt at loysa uppgávuna,
og hann kom at skoða
verkið, so gretti tað ikki at
orðini fullu: »Tað var ikki
akkurát soleiðis, eg hevði
ætlað tað«.
Hetta rann fram fyri meg,
nú tingmenn og onnur eru á
gosi, tí SvF hevur ætlanir
um bert at senda føroyskt
sjónvarp primetime frá kl.
18 til kl. 21, meðan DR1
verður sent frá kl. 12 til kl
18 og frá kl. 21 og úteftir.
»Grov provokatión« sigur
formaðurin í mentanar-
nevnd løgtingsins. »Sløkk
kl. 21« sigur fyrrverandi
mentamálaráðharri. »Illa
við«
sigur
núverandi
mentamálaráðharrin.
Hvat er tað sum er hent?
Hvør er søgan? Jú søgan er
tann, at politiski myndug-
leikin hevur ongantíð gjørt
sær greitt, hvat hann vil við
føroyskum sjónvarpi. Or-
søkin til at vit í dag hava
føroyskt sjónvarp er, at tað í
SvF starvast nakrar eldsálir,
sum royna at skapa eina
meining við sínum starvs-
liga
gerandisdegi.
‘Ar-
beiðsgevarin’, sum í sein-
asta enda er løgtingið,
hevur ikki dugað/ kunnað/
viljað tikið støðu til, hvussu
føroyska sjónvarpsuppgáv-
an skal loysast. Besta prógv
um hetta er, at eingin sum
helst
samanhangur
er
ímillum játtanina til SvF og
so tað, sum løgtingsfólk
vænta/krevja av stovninum.
Tá so leiðslan í SvF roynir
at fáa tað besta burturúr, so
er alt á gosi: "»Tað var ikki
soleiðis vit ætlaðu« ljóðar
frá løgtinginum í summar-
frí.
Men hvat ætlar løgtingið
við SvF? Og hví kann løg-
tingið ikki tryggja SvF
fíggjarligar karmar, sum
svara til tað, sum kravt
verður av stovninum?
Meðan hesir spurningar
hanga ósvaraðir í luftini,
fari eg at heilsa ætlanunum
hjá SvF-leiðsluni vælkom-
num. Ikki tí, sjálvandi
hevði tað allarbesta verið,
um vit kundu sæð føroyskt
og føroyskað tilfar á SvF alt
samdøgrið. Men tað eru
umstøðurnar ikki til. Tí taki
eg hattin av fyri SvF-leiðsl-
uni, at hon hevur dirvi til at
taka eina so kontroversiella
avgerð. Eg haldi heilt vist,
at avgerðin er røtt, soleiðis
sum umstøðurnar eru.
Tað er gott, at onkur dug-
ir at taka eina avgerð!
VIÐMERKINGAR
Hattin av fyri
Mikkjali!
At SvF fer at samsenda
við DR er eitt sera
skilagott tiltak og er
bert at síggja veruleik-
an í eyguni, at eitt før-
oyskt sjónvarp kostar
nógvar ferðir tað, SvF
kann vinna við hyggj-
aragjøldum og gekka-
spølum
Johan Petersen
Sjónvarpsstjórin Mikkj-
al Helmsdal hevur av-
gjørt, at tá ið vetrarskrá-
in byrjar 1. oktober, fer
SvF at samsenda stóran
part av degnum við DR
1. Føroyskar sendingar
verða sendar í bestu
senditíðini millum kl. 18
og 21 og annars verður
koplað yvir á DR 1.
Skilagóð avgerð
Hetta er ein sera skila-
góð avgerð, tí so kann
fíggjarorkan hjá sjón-
varpinum brúkast burt-
urav til føroyskar send-
ingar, og vit hyggjarar
kunnu fáa eina góða
sjónvarpsrás at síggja, tá
ið tann føroyska ikki
røkkur longur.
Kostar fleirfalt
Dreymurin um eitt før-
oyskt sjónvarp gerst ikki
veruleiki við tí fíggjar-
orku, hyggjaragjøld og
gekkaspøl geva - og so
lang ífrá. Skulu vit hava
eitt veruligt føroyskt
tjóðarsjónvarp, so skulu
politikararnir
tríva
djúpt, ja ógvuliga djúpt í
sínar lummar, tí veruligt
føroyskt sjónvarp kostar
fleirfalt ta fíggjarorku,
sum SvF ræður yvir.
Ikki meiri føroyskt við
nøkrum ð´um niðast á
breddanum
Ein kovboyfilmur gerst
ikki meiri føroyskur, um
nøkur ð standa niðast á
breddanum - nei latið
danir um at teksta filmir
(skilja
vit
øll
ikki
danskt?)
og
brúkið
fíggjarorkuna til veruligt
føroyskt tilfar.
Sjónvarpsstjórin
konstaterað fakta
So sjónvarpsstjórin hev-
ur bert konstaterað fakta
og roynir at fáa tað besta
burtur úr, bæði fyri SvF
og hyggjaran - og so
kunnu politikarar rópa
so galið teir vilja upp
um, at teir eru skelkaðir,
at SvF provokerar og at
vit heldur skuldu havt
svartan skerm!
Uppskotið verið
frammi áður
Havi sjálvur fyri 8 árum
síðan skotið júst somu
loysn upp fyri táverandi
politiskt valdu sjón-
varpsnevndini, sum eg
sat sum formaður fyri
árini 95-98, men meiri-
lutin hevði júst somu
støðu, sum politikararnir
í dag - heldur svartan
skerm!
Danofobi?
Loysnin hjá sjónvarps-
stjóranum sparir nógv-
um
hyggjarum
fyri
lisensgjaldi til DR, sum
kostar uml. 2.000 kr.
árliga og so fáa vit bæði
TV-avísina kl. 17.30 og
danskar sendingar bein-
leiðis, ístaðin fyri ein
ella fleiri tímar seinni.
Hvat er galið við tí,
Jógvan
á
Lakjuni,
Andrias Petersen og
Annita á Fríðriksmørk?
Danofobi?
Toskastovnurin undir Føroyum
Hattin av fyri SvF
C
M
Y
K
11
10