Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2015síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 1. januar 2015 · Nr. 1 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jógvan D. Hansen Herfyri kom út fyri fyrstu á før­ oyskum dialogurin Menon eftir kenda grikska heimspekingin Platon. Tað er Hanus Kamban, rit­høvundur, ið hevur týtt úr forn­grikskum, og er hetta annar Platondialogurin, hann týður. Hin fyrsti, Euthýfron, kom út í 2012. For­ lagið Náttsólin gev­ur út. Tað er ikki á hvørjum degi, at Platon kemur út á føroyskum. Mær vitandi er hann ikki týddur úr grikskum síðani J.H.O. Djurhuus týddi fimm av dialogunum í tríati­ árunum. So ikki kann sigast annað enn, at tað bókmentasøguliga er merkis­vert, at Platon aftur verður týddur til føroyskt. Men so kann ein spyrja, um tað er viðkomandi at lesa bókmentir, ið hava hálvttriðjatúsund ár á baki. Hevur Platon nakað at sig einum nútímans lesara? Svarið er ja, og grundgevingarna kundu verið fleiri. Fari her í stuttum at vísa á tvær. Tað er neyvan nakar heimspek­ ingur í vesturlendskari heimspeki, ið so grundleggjandi hevur treytað okkara hugsunarhátt, sum Platon. Tann einasti, sum hann við atliti til ávirkan kann samanberast við, er næmingur hansara Aristoteles. Og sum hann sjálvsagt hevði alstóra ávirkan á. Tað vil við øðrum orðum siga, at skulu vit bert so nøkulunda skilja okkara hugsjónarligu for­ treytir, koma vit ikki uttan um hes­ ar. Teir so at siga definera sjónar­ ringin. Tað sum harumframt eyðkennur ein týdningarmiklan heimspeking er sjálvsagt, at hann setur teir ævigu spurningarnar á ein orginalan hátt. Bert fyri at tríva í nakrar av hes­um, so eru tað spurningar so sum: hvat er satt, hvat er gott og hvat er vakurt. Og tað er júst slíkar spurningar Platon viðgerð í dia­ logunum. Vit kunnu vera ósamd við teimum, oftast fyribils, svør­ un­um Platon kemur fram til, og hann hevur verið fyri hørðum at­ finningum, eisini í nýggjari tíð. Men tað, ið tað neyvan gevur mein­ ing at seta spurnartekin við, er tann týdning hann hevur havt fyri roynd­irnar at svara hesum spurn­ ing­um. Men hvat er so spurningurin í Menon? Tað stutta svarið er: Hvat er dygd? Teir, ið samrøða eru í høvuðsheitum Sokrates og Menon. Sokrates, ein lívsroyndur heimspekingur, og Menon, ein ungur aðalsmaður, kunnu tykjast at vera tveir ólíkir samrøðupartar. Og tað vísir seg eisini skjótt, at teir leggja rættuliga ymiskar týdningar í hugtakið dygd. Menon fatar dygd sum ein førleika ella eitt amboð, ið ein eigur at ogna sær fyri at gera seg galdandi ikki minst á politiska vígvøllinum. Fyri Sokrates er tað ikki ein spurningur um teknikk, men um etikk. Ella við øðrum orðum: Hvat er tað góða? Fyri at lýsa hesi viðurskifti fer Sokrates so at spyrja á sín eyðkenda hátt. At Menon hevur eina grunna fatan av dygdini, kemur sjálvsagt skjótt til sjóndar. Men eisini koma undan kavi aðrir djúptøknir spurningar. Hvussu er sálin hátta, og er hon ódeyðilig? Og hvør er upprunin til okkara vitan? Hvussu eydnast so týðingin? Lat tað verða sagt beinan vegin, at hesin ummælarin ikki hevur før­leikan at lesa forngrikst. So før­oyska týðingin verður saman­ borin við aðrar týðingar. Við hes­ um fyrivarni er mín meting, at týðingin er sera væl eydnað. Eitt er at flyta innihaldið yvir í føroyskt, at annað er at fáa dialogin at virka sum dialog. At hettar eydnast av­ bera væl, hevur sjálvandi m.a. sam­band við, at týðarin er bæði vandin og royndur rithøvundur. Setn­ingarnir eru smidligir og sita. Men harumframt hevur týð­arin havt eina hepna hond við stíl­ leguni. Ein freisting kundi verið at popularisara dialogin eitt vet, fyri at gjørt ein tekst um í roynd og veru abstrakt viðurskifti meira atkomiligan. Ein onnur freisting kundi verið at latið klassiska tekstin í ein háfloygdan, men eisini meira stirvnan búna. Hvørga grøvina fellur týðingin eftir mínari meining í. Eftir situr lesarin við einum dia­ logi, har tey hálvtriðjatúsund árini millum Platon og okkum fána burtur. Spurningarnir gerast okkara spurningar, og royndirnar at svara teimum kundu verið okkara royndir. Meira kann tú ikki krevja av eini týðing. Prentlistarliga er bókin vælaverk og ber boð um kræsnan smakk. Vónandi gongur ikki long tíð, fyrr enn triðja týðing sær dagsins ljós. ummæli kjak Platon á føroyskum Vit skulu taka væl ímóti okkara útlendsku samborgarum Gunvør Balle Tingkvinna Tjóðveldi Í nýggjársrøðu síni nemur løgmaður við eitt neyðugt evni, sum vit eiga at byrja at kjakast um og taka støðu til. Ikki síðani 2. heimsbardaga hava so nógv flóttafólk verið í heiminum og tí er tað rætt at vit spyrja: Eiga vit at taka okkara lut av ábyrgdini av heimssamfelagnum og taka ímóti fólki í svárastu neyð? Ella skulu vit hugna okkum víðari í okkara smørholi og lata sum annara manna neyð ikki rakar okkum? Eg eri samd við løgmanni, sjálvsagt skulu vit taka ábyrgd. Og til tess krevst, at vit fyrst taka ræði á út­lend­ inga­økinum. Tí vit mugu sjálv hava fult ræði á út­lendinga­ málum m.a. tá vit skulu við­ gera um­sókn­ir um frið­skjól og tá vit møguliga skulu bjóða okkum fram at taka ímóti flóttafólki. Samráðingarnar og fyrireikingarnar til at taka útlendingaøkið undir før­oyska ábyrgd vóru lidnar á embætismannastigi í de­ sember 2003, tá val varð út­ skrivað í úrtíð. Sostatt varð longu tá politisk semja gjørd millum donsku stjórnina og landsstýrið um, at út­ lend­ingamálini skuldu á føroyskar hendur. Mett er, at talan er um knappar 3mió. kr. árliga í eyka útreiðslum á fíggjarlógini av at taka fult ræði á økinum. Síðan 2008 hevur Útlendingastovan í roynd og veru havt máls­við­ gerð av øllum umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum og hevur innlit í øll mál um familju- samanføring v.m. Hetta eru trupul mál at umsita hjá øllum londum, men við okkara royndum á økinum eru vit í minsta lagi eins væl fyri umsitingarliga sum onnur lond, at átaka okkum uppgávuna. Síðani 2003 hevur Tjóð­ veldi fleiri ferðir lagt upp­ skot fram um at yvirtaka út­ lendinga- og uttanríkismál - seinast fyri fáum mánaðum síðani saman við Framsókn. Nógvar orsøkir hava ver­ ið nevndar til at fella upp­ skotini, m.a. verður víst til truplar støðutakanir viðv. flótta­fólki. Men nú tekur løg­maður sjálvur málið upp og tað er gleðiligt, tí vónandi fær málið nú eina veruliga og virði­liga viðgerð. Tó haldi eg fyrst og fremst vit eiga at byrja við at taka okkum nógv betri av tí vaksandi hópi av útlendskum einstaklingum og húskjum, ið sjálvboðin hava leitað sær til Føroya at seta búgv. Smbrt. Manntali vóru í 2011 1.614 fólk í Føroyum, sum eru fødd uttan fyri Føroyar ella Danmark og 2.464 fólk hava ikki føroyskt sum móðurmál. Útlendingar eru í dag ein nátúrligur partur av okkara samfelag og eitt ríkt tilfeingi, ið rúmkar okkara vitan og kunnleika á so mangan hátt. Vit mennast sum fólk og samfelag av at liva upp til tey krøv, ið hesin nýggi veruleiki setir. Vit eru fáment og okk­ um tørvar menniskjaligt til­ feingi. Men vit geva ikki hesum bólki nóg stóran ans. Vit hava ikki givið teimum eina rødd, ikki eitt stað, har tey kunnu savnast og fáa leiðbeining og góð ráð um teirra nýggja heimland og ikki nóg góðan møguleika at læra okkara mál, mentan og samfelag. At læra málið væl er lykilin til væleydnaða integrasjón. Lykilin til at kunnu brúka sínar førleikar og lykilin til fult at kunna virka og taka lut í fólkaræðinum. Tingið hevur tikið undir við einum integrasjónsáliti, ið vísir á eina røð av tiltøkum, ið eru neyðug at seta í verk fyri at hjálpa tilfluttum fólki at fáa eina so góða byrjan og eina so góða tilveru í Før­ oyum sum gjørligt. Men sera fá av hesum átøkum eru sett í verk, og tað er ikki yvir at dylja, at avbjóðingin er stór - og júst tí eiga vit fyrst og fremst at raðfesta hesi átøk. Landið eigur – í samstarvi við kommunurnar – at bjóða til­fluttum ein byrjanarpakka, sum fyrst og fremst inni­ heldur nógv meira undir­ vís­ing í føroyskum. Sum er, fáa útlendingar 20 undir­ vís­ingartímar í føroyskum í boði, men umframt at pláss ofta ikki er fyri øllum á skeiðunum, so er tað alt, alt ov lítið og harumframt vant­ar stórliga undirvísing í før­oyskari mentan og sam­ felags­viðurskiftum. Nógv hava góðar útbúgvingar og tað, teimum tørvar, er fyrst og fremst eina málsliga inn­ føring í tað virkisøki, tey eru útbúgvin til, soleiðis at tey kunnu brúka sína útbúgving. Eisini er stórt ynski millum útlendingarnar í Føroyum at fáa eitt stað, har tey kundu hittast, eitt "útlendingahús”. Eg fegnist um útmeld­ ing­ina hjá løgmanni og vóni hon setir ferð á tað neyðuga kjakið um okkara støðu í heim­inum og hvørja ábyrgd vit skulu taka á okkum. Meðan vit kjakast og gerast búgvin til at taka støðu til stórar avgerðir sum at bjóða flóttafólki inn, kunnu vit hóskandi byrja við at taka okkum væl av teimum 1600 nýggju borgarunum, sum longu hava ríkað okkara land, við at geva teimum møgu­ leika fyri at fáa eina so góða til­veru sum til ber í teirra nýggja heimlandi. Og so skulu vit sjálvsagt taka fult ræði á útlendingaøkinum, tí útlendingamál hava nú verið ein politisk, fyrisitingarlig og rættarlig fløkja í fleiri ár og tað er alneyðugt at fastleggja politisku og fyrisitingarligu ábyrgdina á einum staði. Fari at nýta hetta høvið at ynskja øllum íbúgvum land­ sins - heimafólki eins væl og fólki aðrastaðni frá, ið búgva og starvast her - eitt eydnuberandi nýggjár. Vónin er, at vit megna at skapa um­ støður fyri, at øll kenna seg eins nógv verd og at øll kenna seg sum ein part av felags­ skapinum, sum myndar tað føroyska samfelagið.