mánadagur 5. januar 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. januar 2015 · Nr. 1
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Pætur Albinus
Tað verður dúgliga bæði
prikað og kjakast um hvat
fótbóltsfelag
í
Føroyum
ger mest við at fáa sær leik
arar úr øðrum feløgum, og í
hesum sambandi hava feløg
fingið eyknevni sum 'Bygda
felagið í Havn' og 'Serbia'.
Fyri at fáa betur greiðu á
gitingum og metingum hava
vit valt at kanna málið meiri
gjølla. Brúkt verður ein stiga
talva, ið javnan hevur verið
brúkt uttanlands við sama
endamáli.
Tað er einfalt: Leikarar, ið
eru uppvaksnir í felagnum
fáa 3 stig; leikarar, ið eru
komnir til felagið áðrenn 21
ára aldur fáa 1 stig, meðan
teir, sum eru komnir til eftir
21 ára aldur, fáa 0 stig.
Samanteljing vísir, at KÍ var tað felagið, sum
í 2014 spældi við flestum egnum uppaldum
leikarum. Í hinum endanum spældi AB við flest
leikarum úr øðrum feløgum og øðrum londum
KÍ flestar
egnar
uppaldar
leikarar
Stigatalva fyri flest uppaldar leikarar: (Effodeildin 2014)
1 KÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27
2 Skála . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 25
3 NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24
4 B68 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24
5 Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24
6 B36 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20
7 ÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20
8 EB/Streymur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20
9 HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17
10 AB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 16
Stig:
Leikari uppvaksin ella partvíst uppvaksin í felagnum: 3 stig
Leikari komin til felagið áðrenn 21 ára aldur: 1 stig
Leikari komin til felagið eftir 21 ára aldur: 0 stig
Reglur:
Støði verður tikið í teimum 11 leikarunum á hvørjum liði, ið hava leikt flestar minuttir.
Knívskorið og uttan mun til hvar á vøllinum teir spæla.
Teitur M. Gestsson 1
Jógvan Rói Davidsen 3
Rógvi Holm 1
Jóhan T. Davidsen 0
Pál M. Joensen 3
Kristin R. Mouritsen 3
Fróði Benjaminsen 0
Heini Vatnsdal 0
René S. Joensen 3
Levi Hanssen 0
Andrew av Fløtum 3
Stig: 17
Tórður Thomsen 0
Høgni Eysturoy 3
Hørður Askham 3
Andrias H. Eriksen 1
Alex Mellemgaard 3
Jákup á Borg 3
Róaldur Jakobsen 3
Klæmint Matras 3
Hanus Thorleifsson 1
Lukasz Cieslewicz 0
Adeshina Lawal 0
Stig: 20
Tvær av mest berandi kreft
unum hjá HB í ár, sum eisini
hava leikt flestar minuttir,
eru Teitur M. Gestsson og
Fróði Benjaminsen. Hvørgin
er uppaldur í HB, men tó kom
Teitur til felagið í U21-aldri.
Miðverja og sentralur miðvøllur
er næstan fult og heilt uppaldur
í øðrum feløgum, men at uppala
bakkar og vongleikarar hevur HB
dugað væl. Tað eru Jógvan Rói
Davidsen, Pál M. Joensen, Kristin
R. Mouritsen og René S. Joensen
góð dømi um.
Á fremsta plássi hevur HB
seinastu árini ikki framleitt tann
stóra málslúkaran, men HB kann
hinvegin breggja sær av, at tann,
sum javnan leggur upp til málini
og einamest er hin mest kreativi
á liðnum, Andrew av Fløtum, er
HB-ari um ein háls.
Høgni Eysturoy, sum er
uppaldur í B36, hevur leikt
flestar minuttir við liðum í
ár. Hinvegin, so eru tveir av
berandi kreftunum og tveir
av bestu málskjúttunum,
Adeshina Lawal og Lukasz
Cieslewicz, útlendingar. Tó eru
miðvallararnir, Jákup á Borg og
Róaldur Jakobsen, ið hava skotið
14 mál tilsamans, av heimabeiti.
Í verjupartinum er so at
siga talan um eina uppruna
B36-verju. Odmar Færø og
Høgni Eysturoy hava altíð
verið í B36, Alex Mellemgaard
hevur í eina tíð verið partur av
ungdómsdeildini í B36, meðan
Andrias H. Eriksen er komin til í
ungum aldri. Hann kom til B36
eftir at hava búð í Danmark,
men áðrenn hann fór av land
inum spældi hann við HB.
HB Leikarar uppaldir í felagnum: 5
B36 Leikarar uppaldir í felagnum: 6