Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2015síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 5. januar 2015 · Nr. 1 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Sjúrður Olsen, formaður í FC Argir, vísir á frágongdina av fleiri leikarum sum ein orsøk til aftasta plássið í saman­teljingini. Hann heldur tó, at teir eru á rættari kós mist nógvar profilar fótbóltur Pætur Albinus Í Argja Bóltfelag er tað FC Argir, sum tekur sær av Effo­ hópinum. Sjúrður Olsen er for­maður í FC Argir, og hann heldur, at stór frá­gongd er orsøkin til, at AB ikki hevur nógvar upp­runa­ligar AB-arar í byrjunar­upp­stillingini. – Vit hava seinastu ár­ini mist nógvar profilar. Eg kann nevna m.a. Róa Danielsen, Dion Splidt, Tummas Justinussen, Alex Mellem­ gaard og Rógva Holm, sum eru farnir av landinum ella eru í øðrum feløgum. Vit hava, sum ein sigur, ongar gamlar AB-profilar á liðnum. Tann elsti er Jónas Stenberg, og hann er bara 27, vísir Sjúrður á. Hann væntar, at teir í framtíðini fara at fáa fleiri uppruna AB-arar í byrjunar­ upp­stillingina. – Vit hava áður havt nógvar AB-arar á besta lið­ num, og tað satsa vit upp á at fáa aftur. Vit gera eitt stórt ung­dóms­arbeiði, og tað liggja nógvir blaðungir leikarar upp at besta liðnum. Vit taka góðar spælarar inn fyri at hækka støðið á okkara egnu spæl­arum. Vit eru á rættari kós og nógvir av teimum ungu fáa møguleikan, sigur Sjúrður Olsen at enda. KÍ formaðurin: AB formaðurin: – Vit stuðla okkara leik­ar­ um í at fara aðrastaðni og siga, at teir eru vælkomnir heimaftur. Tað viðvirkar til, at teir tíma at koma aftur, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. Tummas Lervig, for­ maður í KÍ, er ikki ovfarin av, at KÍ eigur flestar egnar uppaldar leikarar ímillum teir fyrstu 11. Vit spurdu, um hann hevði roknað við, at KÍ var best í hesum saman­hanginum. – Ja, eg hevði roknað við tí. Tá ið tú nevnir tað fyri mær, so haldi eg vit burdu verið teir, sum hava fægst uttanífrá, segði hann, tá ið ringt var til hansara um eitt prát hvussu KÍ hevur megnað at uppalt somikið nógvar avgerandi leikarar úr síni egnu ungdómsdeild. – Vit hava ongantíð til­ ætlað lagt okkum eftir at hava eitt lið við uppruna klaks­víkingum, men vit hava tilætlað valt at givið okk­ara egnu leikarum møgu­leikan á besta lið­ num. Serliga í 2009, tá ið vit fóru niður í næstbestu deild­ina, sigur Tummas Lervig. Venda heimaftur KÍ kom skjótt upp aftur í bestu deildina, men ei­ held­ur tá var tørvur á hjálp aðra­staðni frá. – Vit søgdu ikki, at vit ikki vildu hava styrk aðra­ staðni frá, men tilvildin vildi tað soleiðis, vit allatíð høvdu egið fólk. Tískil bleiv tað til eitt uppruna lið, sigur Tummas. Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni og Meinhardt Joensen eru góð dømi um, at klaks­vík­ ingar eru trúgvir mótvegis KÍ og eru vendir heimaftur eftir at hava roynt eydn­ una aðrastaðni. Tað er tað møgu­liga ein serlig orsøk til. – Vit klamsa ikki við hurð­unum. Vit stuðla okk­ ara leikarum í at fara aðra­ staðni og siga, at teir eru vælkomnir heimaftur. Tað viðvirkar til, at teir tíma at koma aftur, sigur Tummas Lervig at enda. albinus@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen Sjúrður Olsen, formaður í FC Argir Tummas Lervig, formaður í KÍ