mánadagur 5. januar 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. januar 2015 · Nr. 1
ítróttur
Kristin R. Mouritsen hevur heldur óvæntað valt at skifta frá barndómsfelagnum HB til AB.
Raski vongurin saknar ábyrgd og skilur um tað eru nøkur, sum undrast á skiftið
vil hava ábyrgd
fótbóltur
Kristin R. Mouritsen:
Tróndur Arge
Argjamenn hava tryggjað
sær Kristin R. Mouritsen til
komandi kappingarár. 23 ára
gamli vongurin hevur við
skiftinum tikið fleiri á bóli,
tí hann hevur verið ein væl
dámdur spælari í barndóms
felagnum, HB.
Kristin boðaði í fjør frá, at
hann ikki fór at halda fram
í HB orsaka av útbúgving,
men hetta er so broytt nakað.
Høvðusorsøkin til skiftið
til AB er, at Kristin saknar at
fáa ábyrgd á vøllinum, og at
vera ein sentralur spælari á
liðnum.
– Eg skilji væl um fleiri
undarast, men eg føli at eg
má spæla í einum felagi,
har eg fái ábyrgd á vøllin.
Soleiðis havi eg ikki altíð
kent tað í HB, men undir
Oddbjørn Joensen í 2013
vísti hann mær tað álitið,
sum eg ynski á vøllinum.
Tað var kanska mítt besta ár,
sigur Kristin, sum tó leggur
eina við, at hann er fegin um
stuðulin frá viðhaldsfólk
unum hjá HB.
Oddbjørn Joensen er venj
ari hjá AB. Felagið hevur víst
stóran áhuga fyri Kristini og
tað hevur gjørt mun sigur
Kristin R. Mouritsen.
– AB vísti áhuga fyri mær
og tað hevur stóran týdning.
Eg haldi hetta sær spennandi
ú tog eg føli, at eg kann fáa
stóra ávirkan og gera mun
á liðnum. Her kann eg fáa
tað ábyrgd eg havi brúk fyri,
sigur Kristin.
Spælir ikki
allar dystirnar
Kristin er undir útbúgving,
sum merkir, at hann ikki
kemur at spæla alt árið við
AB. Hann verður ikki við
tveir til fýra teir fyrstu dyst
irnar, umframt at tað er óvist
nær hann skal niður móti
kappingarenda.
– Tað er ein partur av av
taluni, at eg eri undir útbúgv
ing, men tað enn veit eg ikki
akkurát nær eg skal niður,
sigur Kristin R. Mouritsen og
leggur at enda afturat;
– Nú gleði eg meg bara til
eitt spennandi kappingarár
við AB, og gleði meg at sleppa
at hjalpa felagnum í 2015,
sigur Kristin at enda.
Fegnast í AB
Argjamenn royna í enn at
staðfesta sítt pláss í bestu
deildini í føroyskum fót
bólti. Felagið setti farna
kappingarár persónligt met,
tá tað eydnaðist at yvirliva
annað árið upp í slag í best
deildini. AB hevur tvær
ferðir fyrr verið í bestu deild
ini í avikavist eitt ár og tvey
ár. Hesa ferð eru teir í bestu
deildini triðja árið upp í slag.
– Kristin R. Mouritsen er
heintaður til felagið sum ein
profilur, sum skal styrkja
liðið. Hetta er eitt tekin um,
at vit á Argjum ynskja at
lyfta felagið upp á eitt hægri
stig, sigur Thomas Juul S.
Thomsen úr FC Argjum, ið
rekur besta liðið hjá AB.
AB tók eisini tey flestu á
bóli, tá teir í fjør heintaðu
Jóan Símun Edmundsson
til
felagið.Hendan
tíðin
var turbulent í felagnum,
har millum annað Bill M.
Jacobsen fór frá sum venjari.
Hóast felagið setti persónligt
met og náddi málinum, so
gekk alt ikki heilt eftir ætlan.
Jóan Símun skifti til HB og
liðið var skiftandi vegna
nógvar skaðar.
Til komandi kappingarár
hevur
AB
fingið
sær
Rógva Poulsen og Álv F.
Christiansen, meðan Sorin
Anghel fær trupult við at
spæla vega áhaldandi skaða.
Felagið hevur í eina tíð leitað
eftir einum miðverja og ein
um áleypara. Hvørki er kom
ið á mál enn.
Tríggir spøkja í HB
Í HB komu tíðindini óvart
á, at Kristin hevur skift til
AB, tí hann hevði boðað frá
at hann ikki fór at spæla
komandi ár. Tí er støðan
ikki broytt so nógv fyri HB,
men teir leita framvegis eftir
styrki til miðvøllin, har Heini
Vatnsdal og Tróndur Jensen
eru fluttir til Danmarkar.
Tveir spælarar sum al
ment hava boðað frá, at
teir eru sinnaðir at spæla í
Føroyum komandi kapping
arár eru Høgni Madsen og
Karl Løkin. Høgni Madsen
spældi seinnu hálvu í fjør við
Jammerbugt í triðju deild í
Danmark. Hann hevur tilboð
um at halda fram, men hann
umhugsar at flyta til Føroyar
at spæla. Hann er ein møgu
leiki hjá HB.
Karl
Løkin
skifti
til
Næstved, men hevur ikki
vunnið sær fasta spælitíð.
Hann
er
somuleiðis
ein
møguleiki.
Triði møguleikin er ein
lokalur møguleiki, men tað
er óvist um tað yvirhøvur er
ein møguleiki. Tað er Rókur
av Fløtum Jespersen, sum í
fleiri førum er komin heim
at spæla við barndómsfelag
num, eftir at hann flutti
niður.
Tað er framvegis ógreitt
um Teitur M. Gestsson spæl
ir við HB komandi kapping
arár. Hann hevur sum skilst
møguleikan at royna seg í
Danmark, og hevur hevur
Símun Rógva Hansen kláran
sum avloysara.
trondur@sosialurin.fo
Kristin í dysti fyri barndómsfelagið HB
Thomas Juul S. Thomsen, vegna FC Argir, og Kristin Restorff Mouritsen, eftir at sáttmálin er komin í hús
Mynd: www.ab.fo