mánadagur 5. januar 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 5. januar 2015 · Nr. 1
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
– Hetta havi eg bíða leingi eftir. Um 100 ár
fara fólk at minnast Phil Taylor sum tann besta
dartspælaran nakrantíð. Tí er hesin sigurin
eitt lítið sindur meiri sermerktur.
Gary Anderson vann finaluna í PDC heimsmeistara-
heitinum í dart á legenduni, Phil Taylor
– Í Chelsea fekk eg tað,
sum eg manglaði tá eg
fór úr Liverpool, steyp.
Fernando Torres, á
tíðindafundi har hann
bleiv kunngjørdur sum
Atletico Madrid spælari
Lagt til rættis: Tróndur Arge
Eg eri Zlatan
Úr bókarúgvuni
Hetta sigur ítróttarheimurin
5 skjótir
Hendan bókin kom út í 2012,
tá Føroyar millum annað
spældu móti Svøríki. Tá sóu
vit við okkara egnu eygum
hvussu umstríddur Zlatan
Ibrahimovic
kann
verða.
Hann sló, skumpaði, provo
keraði, skoraði, brúkti kjaft
og var besti spælarin á vøll
inum. Í báðum uppgerðinum
móti Svøríki.
Bókin er ein erlig frásøgn
frá Zlatan sjálvum og hann
fjalir einki. Hann fortelur um
ein torføran uppvøkstur, har
hann stríðist ein einsamallan
dyst móti fittu og ordiligu
børnunum. Pápin drekkur
illa og tað ávirkar ein ungan
Zlatan, sum ikki passar inn.
Útvegurin hjá honum er
fótbólturin. Frá Rosengård
til toppin í heiminum, har
hann hevur umboðað feløg
sum Ajax, Juventus, Inter
Milan, Barcelona, AC Milan
og PSG.
Les hana um...
Tú elskar fótbólt, Zlatan ella
bara vilt hoyra góðar røvara
søgur frá einum tilflytara
úr Svøríki, sum hevur verið
í flestu av stórfeløgunum í
Evropa.
Ikki lesa hana um:
Tú ikki orkar fyri fólki, sum
stinga nøsina fram og ikki
ganga í takt. Ella um tú ikki
orkar fyri fólki, sum reypa – tí
Zlatan reypar.
Hvussu er hon at lesa...
Hon er løtt og skjót at lesa.
Hetta er ein av teimum bók
unum, har tú lesur í eitt
korter longri enn tú orkar, tí
hon tú ert forvitin – sjálvt um
tú veist hvat hendir.
Hvat sigur tú:
Avgjørt vert at lesa hana.
Hetta er millum tær bestu
fótbóltsbøkurnar, sum eru
komnar út í nýggjari tíð.
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
1 Hvussu gamal er Kristin R. Mouritsen, sum júst hevur skift til AB?
2 Real Madrid tapti í gjár fyri fyrst ferð
í longri tíð, men móti hvørjum?
3 Hvørjum donskum felagi spældi málverjin
Kristian Joensen við í 2014?
4 Hallur Hansson byrjar í nýggjum felagið í 2015. Hvørjum?
5 Hvar vera oyggjaleikirnir í ár?
6 Hvør vann jólakappingina hjá H71 í manshondbólti?
7 Hvat nummar bleiv Pál á 1.500 metrum á stuttgeil í Doha,
tá hann setti føroyskt og norðurlendskt met?
8 Hvør er nýggjur spælandi hjálparvenjari hjá HB?
Quizzin, svar: 1: 23, 2: Valencia, 3: Lyngby, 4: Vendsyssel, 5: Jersey, 6: StÍF, 7: 4, 8: Símun Samuelsen
Svarini standa niðast á síðuni, men royn teg nú fyrst
Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu...
Sitat úr ítróttarheiminum...
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott, tillukku!
Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk...
FAKTA Zlatan Ibrahimovic, svensk
ur landsliðsfótbóltsspælari, sum
er nógv umstríddur fyri bæði sín
málburð og atburð á og uttanfyri
vøllin. Ikki øll í Svøríki eru fegin
um mátan hjá Zlatan at føra seg
fram, men tað leggur hann líka í.
★★★★★★
Hvat var hæddar
punktið í 2014 og hví?
– Hæddarpunktið var av
gjørt 1-0 sigurin í móti grikk
um á teirra heimavølli 14.
november. Hetta er nokk
eisini hæddarpunktið í míni
karrieru sum fótbóltspælari.
Hvat var tað ringasta
í 2014 og hví?
– At vit blivu akkurát for
stuttir í bæði steypakapp
ingini og landskappingini
við HB.
Hvat fyri mál hevur tú
sett tær fyri 2015?
– Málið er at bíta meg fastan
á liðið niðri í Vejle.
Hvat gleðir tú teg
mest til í 2015?
– Eg eri sera spentur uppá at
byrja aftur sum yrkisleikari
niðri, og yvirhøvur síggi eg
fram til nógvar nýggjar av
bjóðingar.
Hvør er tín ítróttarliga
fyrimynd?
– Todi Jónsson. Todi er
fyrimyndin hjá mær av tí
at hann hevði eina flotta
karrieru eins og at mær
dámdi øgiliga væl hann sum
spælara.
Navn:
Jóan Símun
Edmundsson
Føddur/aldur:
26/7 1991 - 23 ár
Ítróttargrein:
Fótbóltur
– Eg skilji væl um fleiri undarast, men eg føli
at eg má spæla í einum felagi, har eg fái ábyrgd
á vøllin. Soleiðis havi eg ikki altíð kent tað í HB,
men undir Oddbjørn Joensen í 2013 vísti hann
mær tað álitið, sum eg ynski á vøllinum.
Tað var kanska mítt besta ár.
Kristin R. Mouritsen, sum hevur skift frá HB til AB
– Vit høvdu ikki uppiborið at tapa, men vit
mugu minnast til hvat vit hava uppnátt.
Hetta tapið rørir okkum ikki og skal bara
gloymast sum skjótast.
Carlo Ancelotti, venjari hjá Real Madrid,
eftir at Real Madrid tapti, eftir 22 sigrar
upp í slag í sponsku landskappingini