mánadagur 5. januar 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 5. januar 2015 · Nr. 1
ítróttur
S
o fór enn eitt ár afturum við nógvum ítrótti.
Árið 2014 fer í søguna, sum árið tá føroyska
fótbóltslandsliðið endiliga fekk eitt úrslit,
sum stendur mát við søguliga avrikið í
Landskrona. Tað hendi tann 24. november, tá
Føroyar vunnu 1-0 í Athen móti Grikkalandi.
Umframt at manslandsliðið stóð fyri einum bragdi,
so skrivaði kvinnulandsliðið søgu, tá tær fingu síni
fyrstu stig í HM undankappingarfótbólti. Vónandi er
tað byrjanin upp á, at kvinnufótbóltur kemur aftur á
breddan og verður ein tikið meiri seriøst.
Árið fer eisini í søguna sum árið, tá Pál Joensen
av álvara meldaði seg í OL stríðið aftur. Longu í 2013
sóu vit ein Pál Joensen, sum er komin víðari frá OL
2012, men í 2014 staðfesti hann tað við tveimum silvur
heiðursmerkjum, fjórða plássi í HM kappingini og
norðurlendskum meti í 1.500 metrum.
Árið fer eisini í søguna sum árið, tá ítróttarheim
urin enn eina ferð bleiv skakaður av deyðsfalli, tá U21
landsliðsspælarin og EB/Streyma spælarin, Gunnar
Zachariassen brádliga doyði í arbeiðsvanlukku. Vit
upplivdu eisini í 2013, tá oyggjaleika ferðalagið kom
aftur til Føroyar frá Bermunda, hvussu hørð lagnan
kann verða fyri summi. Tað minnur okkum á, at vit
mugu liva meðan vit kunnu og verða góð við hvønn
annan.
Broytingar í 2015
Vit her á ÍtróttarSosialinum ætla at herja á aftur
í 2015. Tíðinar broytast og vit royna at hanga í.
Tíðindini ferðast so skjótt nú, at eftirspurningurin
eftir úrslitum og øðrum í Sosialinum er nakað broytt,
tí tey flestu hava longu lisið tað á in.fo ella hoyrt tað
á Rás2.
Tí fara vit í størri mun at leggja dent á tema
greinar, har vit viðgera eitt evni. Fyrsta boðið upp
á eina slíka grein síggja vit í blaðnum í dag, har vit
hyggja eftir hvørji fótbóltsfeløg brúktu flest av sínum
egnu spælarum.
Tú kundi sagt, at tú á in.fo, sum er
tíðindaportalurin hjá okkum, fær úrslitini og skjótu
tíðindini, men bakgrundsgreinarnar og viðger av
ítróttarhendingum, umframt persónsgreinar fært tú
meiri av í blaðnum.
Vit hava eisini eina nýggja síðu 3, sum er eitt sindur
øðrvísi enn tað vit hava sæð higartil. Hendan síðan
er ein løtt síða, har tú kanst royna »quizzin«, lesa um
ítróttarbøkur, síggja hvat fólk í ítróttarheiminum
hava sagt í vikuni og fimm skjótar spurningar til
onkur av okkara ítróttarfólkum.
Hetta árið kemur eisini í stóran mun at verða
ávirkað av, at oyggjaleikirnir verða í Jersey. Tí koma
vit í størri mun at seta fokus á onkrar ítróttargreinar,
sum ikki altíð fáa so nógv pláss vanligt.
Gott nýggjár, og ansi nú eftir hvørjum øðrum
Gott
nýggjar
Ítróttar
klumman
Tróndur Arge
Komandi vikuskiftið skal U21-landsliðið hjá monnum í eldin í Grikkalandi.
Liðið skal spæla tveir HM-undandystir í grikska býnum Nea Kios
U21 landsliðið í
hondbólti úttikið
Tróndur Arge
Fríggjadagin 9. januar klokk
an 18.00 spæla Grikkaland og
Føroyar. Leygardagin klokk
an 18.00 spæla Føroyar móti
Serbia.
So
er
spurningurin
hvørja móttøku eitt før
oyskt itróttarlandslið fær í
Grikkalandi, eftir at A-lands
liðið hjá monnum í fótbólti
í november í fjør vann 1-0 á
Grikkalandi í Athen?
Til
uppgávuna
hava
landsliðsvenjararnir
Kári
Nielsen og Birgir Hansen út
tikið 15 leikarar:
Hópurin:
– Tóraldur Kollsker, Pætur
Thomsen, Helgi Hoydal og
Tróndur Arge úr H71
– Niklas Simonsen, Áki
Egilsnes og Julian Olsen úr
VÍF
– Kjartan Johansen, Pætur
Johansen og Johannes
Olsen úr StÍF
– Rói Berg Hansen og John í
Innistovu úr Neistanum
– Hjalte Bachmann og
Eirikur Simonsen úr Kyndli
– Allan Norðberg úr Ikast
Hånbold
trondur@sosialurin.fo
Talið á ítróttarfólkum,
sum vóru við í Oyggjaleik
unum á Bermuda seinast,
var nógv minni, enn tað
hevur verið seinnu árini.
Vanliga hava væl yvir
2000 ítróttarfólk verið
við á nógvum av teimum
seinastu oyggjaleikunum,
men á Bermuda luttóku
góð
1200
ítróttarfólk.
Høvuðsorsøkin var kostn
aðurin av drúgvu ferðini
og uppihaldið á Bermuda.
Fyrireikararnir
av
næstu Oyggjaleikunum,
sum
verða
hildnir
á
Jersey í summar, rokna
við einum heilt øðrum
luttakaratalið. Har rokna
tey við, at tað verða upp
ímóti 3000 fólk, sum
verða við í kappingunum
sum luttakarar, venjarar
og leiðarar. Harvið kemur
talið upp aftur á tað, sum
tað hevur verið leikirnar
frammanundan Bermuda.
Eisini føroyska lut
tøkan á Jersey verður
munandi størri enn á
Bermuda, tá ið umleið
100 ítróttarfólk luttóku.
Ítróttarsamband Føroya
roknar við, at føroysk
ferðalagið til Jersey í
summar fer at telja 280
fólk. Føroyar skulu lut
taka í 12 ítróttargreinum.
Tvey flogfør hjá Atlants
flogi skulu flúgva føroy
ingarnar
beinleiðis
til
Jersey.
eydun@sosialurin.fo
Finalan í PDC heimsmeist
arakappingini í dart hevur
verið í London um viku
skiftið.
Vinnari
gjørdist
skotin, Gary Anderson. Hann
vann 7-6 á Phil »The Power«
Taylor í eini spennandi og
drúgvari finalu. Spælt verður
til sjey sett og brúk bleiv
fyri 13 av teimum, áðrenn
vinnarin bleiv funnin.
– Hetta havi eg bíða leingi
eftir. Um 100 ár fara fólk at
minnast Phil Taylor sum
tann
besta
dartspælaran
nakrantíð.
Tí
er
hesin
sigurin eitt lítið sindur meiri
sermerktur,
sigur
Gary
Anderson.
Final var sermerkt við at
pílarnir Gary Anderson fleiri
ferðir duttu niður á gólvið.
Miðskeiðis í finaluni bleiv
talvan eisini skift út, tí Gary
Anderson var ónøgdur. Einu
ferðina stóðu tveir pílar í
treble tjúgu, tá tann triði píl
urin rendi allar á gólvið.
Fyri Phil Taylor er aftur
gangandi fyri alt endaspælið,
at hann hevur ringt við at
lukka. Fleiri ferðir mátti
hann brúka upp til fimm
ella seks pílar fyri at raka ein
double. Tað kostaði, tá alt
kom til alt.
– Double’arnir kostaðu
mær í kvøld. Double átta og
double 16 kostaðu mær nógv
og Gary Anderson tók av,
sigur Phil Taylor, sum hevur
alt gott at bera vinnaranum.
Hinvegin, so var Gary
Anderson tryggur, tá hann
fekk møguleikan. Hetta er
fyrstu ferð, at 44 ára gamli
skotin vinnur PDC heims
meistara. Fyri Phil Taylor
var talan um 20. finaluna.
16 ferðir hevur hann vunnið
hana, men í kvøld bleiv so
fjórðu ferð, at hann ikki
vinnur meistaraheitið, tá
hann er komin í finaluna.
trondur@sosialurin.fo
Jersey verður
nógv størri
enn Bermuda
Dart-legendan fall