Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2015síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. januar 2015 · Nr. 1 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Norðoya Sparikassi Ósávegur 1 Postboks 149 FO-710 Klaksvík Tel. 47 5000 Fax 47 6000 ns@ns.fo www.ns.fo Ert tú ábyrgdari og myndugur, hevur tú valrætt til umboðsráðið í Norðoya Sparikassa. Umboðs- ráðið er hægsti myndugleiki sparikassans. Veljast skulu 39 umboð: 22 fyri Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar, Árnafjørður og útlond 9 fyri Leirvík og Føroyar annars 6 fyri økið eystan Múla 2 fyri Kalsoy og Kunoy Tú kanst gerast ábyrgdari við at gjalda kr. 1.000 í ábyrgdarpeningi. Eingin ábyrgdari kann eiga meira enn kr. 300.000 í ábyrgdarpeningi uttan loyvi frá nevndini. Evstamark at tekna/hækka ábyrgdarpeningin til valið á hesum sinni er 23. januar 2015. Ábyrgdaravalið verður 23. februar - 6. mars Valt verður á øllum deildum sparikassans frá mánadegi 23. februar til og við fríggjadagin 6. mars 2015. Atkvøtt verður í avgreiðslutíð spari- kassans. Seinasta valdagin, tann 6. mars, ber tó til at velja í høvuðsdeild sparikassans í Klaksvík fram til kl. 19.00. Ábyrgdarar, ið ynskja at atkvøða við bræv- atkvøðu, kunnu venda sær til valnevndina við at ringja 475000 ella senda teldupost til ns@ns.fo Hvør kann gerast valevni? Persónliga myndugir ábyrgdarar kunnu stilla upp til valið. Uppskot um valevni skulu skrivliga vera spari- kassanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 25. januar 2015. Er okkurt tú ivast í ella vilt vita meiri um, ert tú vælkomin at seta okkum spurningar hesum við- víkjandi. Viðtøkur og valreglur sparikassans eru tøkar á deildum og heimasíðu okkara. Valstýrið NORÐOYA SPARIKASSI Søren Z. Jacobsen, 65 ár. Eigur og rekur ítróttarhandilin Sport 24 í Klaksvík og á Tvøroyri ”Eg eri ábyrgdari”