týsdagur 6. januar 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. januar 2015 · Nr. 2
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÚR TINGINUM
Rok hevur aftur tikið seg
upp um býtið av makrel
kvotum.
Talan er um rættindini
hjá skipum undir før
oyskum flaggi, sum skulu
sleppa at fiska makrel í
ES-sjógvi.
Ein kunngerð er gjørd
um hvør kann søkja um
at sleppa at fiska hendan
makrelin, men hon er so
breið, at eini 40 skip hava
søkt um at sleppa framat
tí parti av kvotuni, sum
ikki í forhond er latin
uppsjóvarflotanum.
Vørn
hevur
boðað
frá, at eitt lutakast fór at
verða millum umsøkjarar
nar um, hvør skal sleppa
fyrst framat at fiska
makrelin, men hetta er
nú avlýst.
Harraboð
Sjálvt um tað ikki er
sagt alment, so vóru tað
harraboð frá fiskimála
ráðnum á einum fundi
seinnapartin mánadagin,
sum gjørdu, at lutakastið
varð avlýst.
Fiskimálaráðið
tók
eisini partvís í egnan
barm við at siga, at ráðið
fer at gera broytingar í
kunngerð nummar 141 frá
22.desember.
Hetta er tann kunn
gerðin, sum fiskiskapurin
eftir makreli í 2015 verður
skipaður eftir og sum
fiskimálaráðið
hevur
gjørt og Vørn umsitur.
Jacob
Vestergaard,
landsstýrismaður
við
fiskivinnumálum, sigur,
at í hansara oyrum skur
raði tað, tá ið hann hoyr
di, at Vørn ætlaði at
hava lutakast um hvør
og hvussu skipini skuldu
sleppa framat makrelin
um í ES-sjógvi.
Broytt kunngerð
At lutakastið er avlýst
hevur eisini tær fylgjur, at
broytingar mugu gerast í
makrelkunngerðini, sum
skal skipa makrelfiski
skapin í 2015.
Hetta arbeiðið verður
gjørt av fiskimálaráðnum.
Ætlanin er, at hetta skal
ganga skjótt fyri seg, men
ein slík kunngerð skal til
hoyringar í fiskivinnuráð
num.
Tí kunnu nakrir dagar
ganga áðrenn ku ngerðin
aftur er klár og skil fæst á,
hvør tað er sum sleppur at
fiska tonsini av makreli,
sum uppsjóvarskipini ikki
hava fingið sum eginkvot
ur frammanundan.
Føroysku, stóru makrel
kvoturnar hava seinastu
árini havt ómetaliga stóran
týdning fyri føroysku fiski
vinnuna.
Stríðið var drúgvt at
tryggja føroyingum størri
part av samlaðu makrel
kvotuni. Føroyar stríddust
í langa tíð við Noreg og ES
um at fáa partin hækkaðan,
men til endans eydnaðist
tað, og nú er so friður á øki
num.
Tó tað skuldi dirvi til at
tryggja okkum hægri lut í
kvotuni. Føroyar noyddust
fyri at vinna sínum sjón
armiðum frama at áseta
egna kvotu í fleiri ár fyri at
fáa hini londini at skilja, at
føroyingar áttu størri part
av TAC-num – mest loyvdu
samlaðu makrelveiðuni.
Politiskt
gekk
lands
stýrismaðurin
við
fiski
vinnumálum, Jacob Vester
gaard, á odda í stríðnum,
men alla tíðina var hetta
gjørt við fullum uppbakn
ingi frá einari samdari
uttanlandsnevnd í Løgtingi
num og eisini einum samd
um landsstýri.
Nú eru kvoturnar tryggj
aðar fleiri ár fram – ella før
oyski aprturin av samlaðu
kvotuni.
Nú er stríð flutt heim
á
egnan
vøll,
har
øll
fiskivinnan í veruleikanum
kappast um at fáa lut í tí
ríkidømi, sum makrelfiski
skapurin gevur.
Ein aprtur av hesum
stríð sæst aftur, nú luta
kastið um rættindini at
sleppa at fiska makrel í ES-
sjógvi er avlýst.
Tað er torført at síggja
hvørji motiv liggja handan
avgerðirnar, men eitt luta
kast hevði tó gjørt, at tað
ikki longur eru myndugleik
arnir, sum geva fiskiloyvini.
Tá hevði tað verið tilvildin
sum ráddi.
Fiskimálaráðið kravdi, at
lutakastið var avlýst, men
afturfyri hava tey so sagt, at
so er neyðugt at gera broyt
ingar í makrelkunngerðini,
sum skipar makrelfiski
skapin í 2015.
Fiskimálaráðið
er
farið
undir at gera broytingar í
makrelkunngerðini,
sum
skal stýra makrelfiskiskapi
num í 2015.
Lutakastið, sum Vørn
hevði boðað frá, er avlýst.
Kunngerðin sigur annars,
at uppsjóvarskipini fáa ein
stóran part av kvotuni í ES
uppá gott 40.000 tons, sum
eginkvotur. Tað vil siga, at
tey seks uppsjóvarskipini
uppá
forhond
fáa
eini
20.000 tons.
Í kunngerðini stendur, at
makrelur bert kann fiskast
í ES-sjógvi frá 1.januar til
15.februar og seinasta árs
fjóðringin í ár.
Uppsjóvarskipini
hava
boðað frá, at tey ikki ætla
sær í ES-sjógv í vetur, men
bíða til seinasta ársfjóðring
in. Uppsjóvarskipini fiska í
løtuni svartkjaft.
Onkur onnur skip hava
havt ætlanir um at royna nú
í vetur, men hjá trolarunum
er hetta neyvan beta tíð at
fara úr føroyskum sjógvi.
Vanliga eru fyrstu mánað
irnir av árinum eisini fræg
asta upsatíðin undir Føroy
um.
Nú er steðgur komin í, tí
kunngerðin skal broytast,
men
Jacob
Vestergaard,
landsstýrismaður,
sigur,
at hetta verður gjørt, so
skjótt tilber.
Kunngerðin
sigur
í
grein 17, stk. 2, grundað á
avtaluna við ES, at bert
14 skip kunnu royna í
senn í ES sjógvi. Tá eru
uppsjóvarskipini íroknað.
Men tá ið tey nú hava
boðað frá, at tey ikki fara
eftir makreli í ES sjógvi í
vetur, so hevur Vørn møgu
leika at lata 14 onnur skip
fiska makrel í norskum sjóg
vi nú.
Kvotan hjá uppsjóvar
skipunum er eginkvota, so
hon verður ikki ávirkað av
tí, sum trolararnir fiska.
Makrelurin:
Gullvirðir hjá føroyskum skipum
Nýggja makreltilfeingið hevur gulvirði
fyri føroyska fiskiflotan
Fløkja í býtinum av
makreli í ES-sjógvi
Fiskimálaráðið undirkendi
ætlarnirnar hjá Vørn um at
kasta lut um rættindini og
fer atbroyta kunngerðina
Nótaskipini fara ikki eftir
makreli í ES-sjógvi í vetur
Sum kunngerðin er nú, so kunnu 14 skip í senn fiska
makrel í ES-sjógvi – við øðrum orðum 14 onnur skipa
enn uppsjóvarskipini, sum ikki fara har at fiska nú
Nótaskipini royna í hesum døgum eftir svartkjafti
Árni Gregersen