Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 7. mikudagur 2015 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 N. Finsensgøta 38 · Telefon 512002 www.facebook.com/contorscafeteria Fríggjadagin 9. januar hava vit opið hús og øll eru væl- komin at heilsa uppá, síggja hølini og njóta eitt glas av onkrum leskiligum í N. Finsensgøtu 38, har Cosmeto var Nýggjur contórfelagsskapur letur upp í Havn Í hjartanum í Havn 7 skrivstovuborð 3 skrivstovur sansir.fo Ráðgevi til Vinnuhúsið Vilt tú vera við til at virka fyri, at føroyska fíggjarvinnan fær bestu møguleikarnar at virka og mennast? Føroya Arbeiðsgevarafelag // Vinnuhúsið // Postsmoga 1038 // FO-110 Tórshavn // Tel: +298 30 99 00 // industry@industry.fo Vinnuhúsið er felags heiti fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum umframt føroysku vinnufeløgini. Feløgini í Vinnuhúsinum arbeiða fyri at tryggja føroysku vinnuni best møguligu kor. Hetta verður gjørt m.a. við miðvísum arbeiði og við kunning, sum gevur politiska ávirkan. Feløgini taka sær m.a. av sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum, veita limunum kunning og ráðgeving og skipa fyri vinnumennandi tiltøkum, sí eisini www.industry.fo. Vinnuhúsinum tørvar ein nýggjan ráðgeva til m.a. Felagið Peningastovnar. Sum ráðgevi hevur tú dagligu ábyrgdina av virkseminum í Felagnum Peningastovnar. Harafturat fert tú eisini at arbeiða við øðrum uppgávum fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag. Arbeiðið fevnir um: • at gera frágreiðingar og at lýsa mál • at samskipa fundir og verkætlanir • at luttaka í arbeiðsbólkum og nevndum • at viðgera lógir og kunngerðir, sum verða sendar til hoyringar • at vera skrivari á fundum • at innheinta vinnugreinatøl • at vera við til at fyriskipa vinnulig tiltøk og átøk Í hesum sambandi krevst tætt samskifti við starvsfólk í vinnuni og við myndugleikar. Vit vænta, at tú: • hevur hóskandi hægri útbúgving og arbeiðsroyndir innan búskap ella løgfrøði • hevur kunnleika til føroyska vinnu og umsiting • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst • hevur góð samstarvsevni • dugir væl at samskifta, bæði á føroyskum, norðurlendskum og enskum Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til peningastovnsvinnuna. Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt og áhugavert starv í einum mennandi arbeiðsumhvørvi. Løn eftir avtalu. Skrivlig umsókn merkt “starv”, eigur at vera okkum í hendi fríggjadagin 23. januar 2015 kl. 12.00. Umsóknin við skjølum skal sendast til industry@industry.fo. Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at ringja til stjóran, Maritu Rasmussen, tel 739909.