týsdagur 6. januar 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. mikudagur 2015 · Nr. 2
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fortelur teim d
Jan er yngstur av sjey systkjum, og
fimm teirra eru deyv. Sum deyvur
er samskifti við restina av hoyrandi
heiminum og skrivaða orðinum
týðiliga avmarkað, og tí vil Jan
umseta søgur úr Bíbliuni til teknmál
og hjálpa teimum deyvu at skilja
Annika Kunoy Im
Jan Tausen Zachariassen er
føddur í 1952 í Norðragøtu.
Hann er yngstur av sjey
systkjum, og fimm teirra
eru deyv. Mamma og pápi
hansara, Annilena og Jákup
Zachariassen,
vóru
bæði
hoyrandi. Læknarnir hava tó
ikki funnið nakra nágreini
liga orsøk til, at tey fingu
fimm deyv børn.
Sum deyvur smádrongur
í Norðragøtu máttu vin
menninir hjá Jan læra seg
at samskifta og spæla við
Jan. Teir skaptu sítt egna
teknmál, sum teir brúktu at
samskifta við hann á. Teir
báðir hoyrandi beiggjarnir,
Zacharias og Flóvin, brúktu
eisini heimagjørda málið at
tosa og samskifta við systkin
síni á.
– Hetta var kortini ógvu
liga torført, greiðir Jan frá á
teknmáli, sum beiggi hansara
Zacharias tolkar fyri mær.
Til Danmarkar á
deyvaskúla
Eldru systkini hjá Jan, sum
vóru deyv, høvdu øll verið
á deyvaskúla í Danmark
frammanundan, so tá ið tey
komu heim í summar- og
jólafrí, lærdu tey Jan tekn
mál, soleiðis at hann longu
dugdi hetta, tá ið hann var
heilt lítil.
Sjey ára gamal fór hann til
Keypmannahavnar á deyva
skúla og vitjaði bert heima
hjá familjuni tvær ferðir um
árið. Hann kom heim aftur
til Norðragøtu trý ár seinni,
tá ið hann var tíggju ára
gamal.
Í 1962 varð spesialskúli
settur á stovn í VBV-bygn
inginum á Skansavegnum
í Havn, har Jan sum tíggju
ára gamal fór at ganga í
skúla. Har gingu seks deyvir
næmingar tá. Jan búði tá
ymsastaðni í Havn til kost
og leigu. Hann var liðugur
á spesialskúlanum í 1968 og
kom aftur til Norðragøtu og
fekst við ymiskt fyrifallandi
arbeiði, í fiski og á bakarí
num hjá bróður sínum Her
mundi. Hann var tó ógvuliga
áhugaður í prenti og vildi
fegin læra meir um yrkis
greinina.
Bleiv prentari
Jan spurdi Stig Rasmussen,
sum tá átti prentsmiðjuna
Estra, um hann kundi sleppa
í læru sum prentari, tá ið
hann var 16 ára gamal. Hann
kom í læru sum 17 ára gamal.
Men Stig vildi ikki loyva Jan
at standa við maskinurnar
og prenta, men hann setti
Jan sum setara. Tá var tað so
leiðis, at bókstavirnir vórðu
settir leysir. Hann varð settur
sum lærlingur og útlærdur
sum setari eftir fýra árum
og fór eisini til Danmarkar
í tvey tíðarskeið í lærutíðini
á prentaraskúla í sambandi
við læruna. Hann kom síðan
heim aftur og arbeiddi á Estra
sum setari við setimaskinu
og sum grafikari eina tíð.
Síðan arbeiddi hann á prent
smiðjuni
hjá
forlagnum
Røddini á Skála, sum í dag er
Leirkerið og heldur til í Gøtu.
Leirkerið hevur ikki prent
smiðju, men virkar bert sum
setivirki og forlag.
Góð eygu
Hjá teimum deyvu verða
aðrir sansir ofta sterkari,
tí hoyrnin vantar. Soleiðis
er eisini hjá Jan, sum hevur
ótrúliga góð eygu og fylgir
væl við øllum.
Tá ið Jan var liðugur
við læruna sum prentari
og hevði arbeitt í eitt tíðar
skeið, var hann við til at
stovna Deyvafelagið í 1972
í Gøtu, har hann eisini varð
formaður. Hetta skuldi vera
eitt felag, sum arbeiddi fyri
áhugamálunum hjá teimum
deyvu í Føroyum. Eisini
snúði hetta arbeiði seg um at
byggja eitt hús til tey deyvu
meldurin
– Eg vitjað
deyvu ski
so eg hjálp
við at gre