týsdagur 6. januar 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 7. mikudagur 2015 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
deyvu um Jesus
í Havn. Hetta húsið, sum
var liðugt bygt í 1983, verður
kallað Deyvahúsið í dag, og
tað skuldi nýtast til tiltøk
fyri tey deyvu í Føroyum og
eisini kunna hýsa teimum
deyvu kring landið, sum vitja
høvuðsstaðin. Seinni vórðu
eisini møti hildin har hvønn
sunnudag. Arbeiðið millum
tey deyvu í Føroyum tók al
samt meir tíð, og til endans
gavst Jan sum prentari, og tá
halgaði hann alla tíð sína til
at arbeiða millum tey deyvu.
Tilknýti til Danmarkar
verður sterkari
Deyvahúsið í Havn fekk av
og á vitjan úr Danmark, og
Jan varð ofta biðin at koma
til Danmarkar at prædika
evangeliið
fyri
teimum
deyvu, tí har var tørvurin
størri enn í Føroyum, sigur
hann. Í Danmark eru um leið
4500 deyv, og 50 av teimum
eru trúgvandi. Í 1996 flutti
Jan síðan til Danmarkar at
búgva.
– Eg vitjaði deyv kring alt
Danmark. Tey deyvu skiltu so
lítið av tí, tey lósu í Bíbliuni,
so eg hjálpti teimum at skilja
boðskapin við at greiða frá.
Fleiri vórðu tá umvend, og
nú hava vit eina samkomu
í
Keypmannahavn,
sigur
hann.
Meðan Jan greiðir frá
samkomuni Døves Frikirke,
har hann virkar sum fyri
støðumaður, ringir telefonin
hjá honum. Hon „vibrerar“
ógvusliga, og ljósið blinkar.
Jan tekur telefonina, sum er
ein stór iPhone 6, og letur upp
appina Facetime/Skype. Tað
er ein deyvur vinmaður, sum
ringir, og teir báðir práta óført
eina løtu. Jan lívgast upp,
meðan hann samskiftir við
teknum gjøgnum Skype. Lívið
er nógv broytt fyri tey deyvu,
samstundis sum at tøknin
hevur ment seg. Tey ringja til
hvønn annan gjøgnum Skype
og senda sms-boð sínámillum,
sum vit onnur. Hetta hevur
givið teimum alsamt betri
samskiftismøguleikar og innlit
í tann hoyrandi heimin rund
an um tey, greiðir Zacharias
frá.
Jan leggur hornið á og
fortelur glaður, at vinmað
urin hevur verið eftir konu
hansara á flogvøllinum í
Kastrup og koyrt hana heim
í øllum góðum.
Hann sigur síðan, at ar
beiðið, hann ger í Danmark,
er avbjóðandi í tann mun, at
tey deyvu eru spjadd um alt
landið, og tí er torført at náa
øll. Tað er nógv koyring kring
landið, og Jan ferðast nógv til
Jútlands og vitjar tey deyvu
har eisini. Eisini ferðast Jan
nógv kring heimin og vitjar
samkomur fyri deyv. Hann
hevur verið í Amerika, í fleiri
londum í Evropa, í Kenja,
Singapor, Korea, Mongolia,
Teilandi og aðrastaðni. Tá
ið hann ferðast, nýtir hann
aloftast tað amerikanska
teknmálið, sum flestøll deyv
skilja eitt sindur av.
Umsetir bíbliusøgur til
sjónband ella video
Tað stóra arbeiðið, Jan ger
júst nú, er at týða Bíbliuna
til teknmál. Hetta verður
gjørt í samstarvi við viður
kenda felagsskapin „Wycliffe
Bible Translators“. Tað er
ein avbjóðing hjá nógvum
deyvum at lesa tekstir og at
skilja tað, tey lesa. Nógv av
tí, ið skrivað verður, hevur
undirskilta meining, sum
deyv lættliga kunnu mis
skilja. Hetta er ein stór av
bjóðing hjá nógvum deyvum,
sum eisini hava trupulleikar
við at lesa. Jan greiðir frá, at
80 prosent av teimum deyvu
hava torført við at skilja
tekstirnar, tey lesa, av tí at
tey onki hoyra og fáa ikki ta
fatanina, sum tey hoyrandi
fáa, og tí skilja tey ikki alt,
sum fer fram.
Tey kunnu bert samskifta
gjøgnum hendurnar og við
teknmáli, og tí verður minni
dentur eisini lagdur á at
stuðla deyvum børnum í at
lesa. Jan heldur, at foreldur
at deyvum børnum gera ov
lítið við hetta og vita ikki
altíð, hvussu tey skulu bera
seg at. Nógv deyv siga við
Jan, at tey tíma og duga illa
at lesa og vilja heldur síggja
filmsbrotini, sum Jan ger.
Tí er hetta týdningarmikið,
sigur hann.
Tí ger Jan filmsbrot, sum
forklára bíbliusøgurnar á
teknmáli, sum síðan verður
gjørt til fløgur og You-tube/
App og býtt út til tey deyvu.
Øll Bíblian sum hon er verður
gjørd til slík video/DVD, og
tað er eitt veldigt arbeiði,
sigur hann.
Jan hevur í hesum sam
bandi eisini verið á skeiðum
hjá Wycliffe í Amerika, har
hann hevur lært, hvussu
hetta skal gerast tekniskt.
– Hetta er avgjørt besti
hátturin at náa teimum
deyvu á, sigur Jan.
Eisini ferðast
Jan nógv
kring heimin
og vitjar
samkomur
fyri deyv.
Hann hevur
verið í
Amerika, í
fleiri londum
í Evropa,
í Kenja,
Singapor,
Korea,
Mongolia,
Teilandi og
aðrastaðni
meldurin
ði deyv kring alt Danmark. Tey
ltu so lítið av tí, tey lósu í Bíbliuni,
pti teimum at skilja boðskapin
iða frá, sigur Jan Zachariassen
Jan Zachariassen og konan Anne