týsdagur 6. januar 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. januar 2015 · Nr. 2
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Føroyska kvotan á Flemish
Kap í ár er stívliga 3.000
tons. Undanfarin ár hevur
hetta verið ein felagskvota,
har trolarar og línuskip -
bólkur 2 og 3 - hava verið
felags um alla kvotuna. Í ár
verður tað ikki soleiðis, tí nú
hevur
landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum, Jacob
Vestergaard, sett eitt skott
í, soleiðis at 2/3 av kvotuni
- ella stívliga 2.000 tons -
verða til línubátar at fiska
og stívliga 1.000 tons til
partrolararnar.
Línuskipini, sum nú hava
sett kós móti Flemish Kap,
eru soleiðis farin at fiska
av felagskvotuni hjá línu
skipum.
Herfyri loystu frystilínu
skipini, Klakkur og Eivind,
og Kambur er eisini millum
skipini, sum hava sett kós
vestur um hav.
Eingin bólkakapping
Jacob Vestergaard vísir á, at
í ár verður tað ikki soleiðis,
at føroysku línuskipini á
Flemish Kap fara at fáa
kapping frá trolarunum og
heldur ikki øvut.
- Í byrjanini vistu vit ikki
ordiliga, hvussu tað fór at
vera millum línu og trol. Tað
fyrsta árið, tá skipini fóru
yvir, vísti tað seg, at trol
ararnir fingu einki, meðan
línuskipini
fingu
nógvan
fisk. Í fjør var so aftur yvir
váð til trolararnar, sum fingu
meira enn línubátarnir.
Jacob Vestergaard sigur,
at nú er so skottið sett í, sum
umhugsað hevur verið fleiri
ferðir.
- Tað merkir, sigur lands
stýrismaðurin, at línuskipini
fara at fáa frið at fiska innan
fyri ta heildarkvotu, sum
teimum verður tillutað. Tá
so trolararnir fara yvir, hava
teir sín part - ella stívliga
1.000 tons - at fiska á Flemish
Kap. Skottið merkir, at í ár
verður eingin kappfisking á
Flemish Kap millum føroysk
línuskip og trolarar.
Tíðliga avstað
Landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum sigur, at nú
klárt er hjá línubátunum at
fara á Flemish Kap, og nøkur
skip longu eru ávegis hagar,
merkir tað, at skipini longu
nú kunnu leggja sær árið
betri til rættis.
- Sagt plagar at vera um
veðurlíkindini
á
Flemish
Kap, sum tey ofta eru vánalig
í januar og februar. Men,
skipini vildu helst sleppa av
stað beinanvegin, tí gjarna er
fiskiskapurin góður, eins og
fiskurin er góður hesa ársins
tíð.
Jacob Vestergaard sigur,
at kvotan hjá línuskipunum
er útlutað sum felagskvota
til ávikavist bólk 2, sum er
partrolarar og til bólk 3, sum
eru línuskip.
- Eg fjør var tað soleiðis,
at tað í størstan mun vóru
tey best egnaðu skipini, sum
fóru yvir á Flemish Kap. Vit
hava nú fingið nøkur frysti
línuskip, sum eru væl egn
aði. Tað eru hesir, sum nú
hava loyst og hava sett kós
vestureftir. Tað verður tað
sama við trolarunum, har tað
verða frystitrolararnir, sum
fara at royna hesar leiðir.
Men, tann, sum fiskar í hes
um bólkum og søkir um at
sleppa á Flemish Kap, kann
fara, sigur hann.
Neyvan á ísfisk
Landsstýrismaðurin
vísir
á, at túrarnir hjá feskfiska
skipunum, sum hava verið á
Flemish Kap hini bæði árini,
hava roynst ógvuliga ymisk
ir.
- Um tað skal eydnast
hjá feskfiskaskipum, skulu
bæði fiskiskapur og veður
vera til vildar. Tað er risiko
við slíkum túrum, og tí er
lítið sannlíkt, at fleiri fesk
fiskaskip fara hesa longu leið
um háveturstíð, sigur Jacob
Vestergaard.
Eingin kappfisking millum
bólkar á Flemish Kap í ár
- Línuskipini á Flemish Kap fáa nú frið at fiska innan
fyri ta heildarkvotu, sum teimum er tillutað. Tá so
trolararnir fara yvir, hava teir sín part at fiska. Skottið
merkir, at í ár verður eingin kappfisking á Flemish
Kap millum føroysk línuskip og trolarar, sigur Jacob
Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Vilmund Jacobsen
Eins og fleiri aðrar kommu
nur, kunnu tey í Nes kom
munu eisini fegnast um, at
skattainntøkan fyri farna
ár er størri enn í undanfar
na ári.
- Fyribilsskattaavrokn
ingin fyri desember í 2014
er á 3.209.303 krónur ímóti
2.924.475 krónum í 2013. Tal
an er soleiðis um 284.828
krónur fleiri - ella ein vøkst
ur í prosentum á 9,74.
Sambært Taks var fyri
bilsskattainntøkan
hjá
Nes kommunu fyri 2014
34.533.633
krónur
ímóti
33.193.162 krónum í 2013.
- Hetta svarar til eina
meirinntøku
í
2014
á
1.340.471 krónur, svarandi
til 4,04 prosent.
Nes
kommuna
veit
at siga, at í mun til løgdu
fíggjarætlanina fyri 2014
er
fyribilsinntøkan
fyri
2014 tilsamans 5,93 prosent
hægri enn mett.
Skattaprosentið í Nes
kommunu í er 20,5, og tað
hevur verið óbroytt síðani
2006.
Skattainntøkan vaks við stívliga 4 prosentum
- Fyribilsskattainntøkan fyri 2014 er 1.340.471
krónur hægri enn í 2013. Hetta er ein vøkstur
á 4,04 prosent, sigur Nes kommuna
Í Nes kommunu fegnast
tey eisini um størri
skattainntøkur í 2014
- Tað hevur týdning fyri línuskipini, at tey longu nú
sleppa yvir á Flemish Kap. Á hend hátt kunnu tey
eisini betri leggja fiskiárið til rættis, sigur Jacob
Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Í øllum førum trý frystilínuskip hava sett kós vestur um hav og fara at fiska
av felags línukvotuni har yviri, sum í ár er stívliga 2.000 tons. Myndin er av
Kambi, sum saman við Eivindi og Klakki eru á veg yvir á Flemish Kap