Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. mikudagur 2015 · Nr. 2 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú aftur stundar til jóla og familjan samlast, leita tankar okkara aftur til tín, okkara kæra omma. Hetta var ein høgtíð, ið tær dámdi so sera væl, tí øll familjan samlaðist rundan um teg, og øll høvdu tíð til hvønn annan. Ikki var tað í tonkum okk­ ara, fyri hálvum øðrum ári síðan, at tú ikki skuldi koma heim aftur til Húsavíkar, eftir at verða innløgd einans tveir dagar eftir, at tú var vorðin 85 ár. Vár Harra vildi tað tó øðrvísi. Hann vildi hava teg heim, so tú aftur kundi vera saman við abba, sum tú hevur saknað so ómetaliga nógv, síðan vit mistu hann í 2005. Omma, tað er so mangt, ið vit kundu sagt frá um teg. Tað, sum lýsir teg best, var tín ómetaliga stóri kærleiki til familju tína og títt milda sinn, ið hevði við sær, at man kendi ein tryggleika í tíni nærveru, ið ikki kann lýsast við orðum. Líka síðan vit vóru smágentur hava vit vita, at vit ikki bara hava havt eitt, men heili tvey heim, har vit til eina og hvørja tíð kundu koma við tí, ið vit høvdu upp á hjartað. Óansæð um tað var stórt ella smátt, so vóru tú og abbi altíð klár at hjálpa okkum. Tað var ein stórur smeitur fyri teg, tá abbi gjørdist sjúkur og síðan andaðist. Hóast sorg og sakn, setti tú tær fyri, at tað mest umráðandi fyri teg var, at vit øll komu so gott sum møguligt í gjøgnum sorg­ina. Tú kláraði á ein ella anna­n hátt at seta tínar egnu kenslur til síðis fyri at kunna hjálpa okkum. Hesa tungu tíð var tú ein stórur stuðul fyri okkum, hetta skal tú hava eina stóra tøkk fyri. Tað var ein stór og rørandi løta í kirkjuni fyri bæði teg og okkum, tá títt fyrsta langommubarn fekk navnið Magnus, eftir abba. Knapt trý ár eftir at Magnus var komin í verðina, kom lang­ ommubarn nummar tvey. Hóast tú ikki hevði somu orku, sum tá vit vóru smá­ gentur, var tað ongin ivi um, at hesir dreingir ríkaðu tær lívið tíni síðstu ár. Tveir dagar áðrenn tú andaðist, kom so lítla Rósa inn í henda heim. Tú var so spent uppá, at ein lítil didda skuldi kom inn í familjuna. Tíanverri fekk tú ikki høvið at møta Rósu. Nú er so eitt langommubarn komi afturat, og bæði hann og Rósa skulu nokk fáa at vita, hvat fyri ein fantastiskt omma og langomma tú var. Góða omma, 30 august 2013 fer altíð at vera ein sorgardag fyri okkum. Tín stóri kærleiki og tey mongu góðu minnir vit hava eftir tær, hava hjálpt okkum víðari, og kunnu vit tí í dag gleðast um at hava havt eina so frálíka ommu sum teg. Tú plagdi altíð at siga, at tað kundi væl vera, at onkur hevði havt eina líka góða mammu sum tú, men ongin hevði havt eina betri mammu. Tað sama kunnu vit eisini siga um teg, tað er ongin, ið hevur havt eina betri ommu enn vit. Deyðin er ikki tað sein­asta, eg eri bara farin um sýn­ ina. Eg eri eg, og tú ert tú. Tað sum vit áður vóru fyri hvørjum øðrum, tað eru vit enn. Nevn meg við navni, nýt mítt yndis navn, práta við meg um leyst og fast, sum vit altíð gjørdu. Lat røddina vera hina somu, hóast sorg og sakn. Flenn soleiðis sum vit vóru von at flenna saman at onkrum skemtiligum. Hugna tær, brosa, hugsa um meg, bið fyri mær. Lat navn mítt framvegis hoyra uppi okkara húski. Tala um meg natúrliga, ikki við gráturødd. Lívið er framvegis dýrabart, tað er, eins og tað var, tað heldur fram øld eftir øld. Deyði og lív hoyra saman. Hví skuldi eg farið úr huga, um eg fór úr eygsjón? Eg bíði bara eftir tær, um eina stund, onkustaðni her í námd, aftanfyri sýnuna. Við hesum orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um okkara elskaðu ommu. Gerda, Rannvá og Annemie Minningarorð um okkara elskaðu ommu Gerdu Magnussen fødd 07.08.1928 andaðist 30.08.2013 Leygardagin hava foreldur okkara, Arnhild og Hilmar Jo­ hannessen, gullbrúdleyp, og vilja vit fegin senda teimum eina heilsan. Babba er føddur við Gjógv 5. januar 1942, sonur Astrid og Petur Johannesen av Teiginum, foreldrini vóru bæði frá Gjógv. Tey áttu 10 børn, Gordon, Jason, Kaj, Svan­hild, Dagmar, babba, Jón­vør, Harry, Palma og Sól­ klár. Mamma er úr Kaldbak, dóttur Olinu og Petur Arna Skorá. Omma var frá Gøtu­ gjógv, abbi úr Kaldbak. Tey vóru eisini 10 systkin, Asta, Anni, Helgi, Hannus, mamma, Stefania, Kári, Sverri, Edith og Petur Oluf. Mamma vaks upp í ein­ um barnríkum umhvørvi á Gørðum. Í trimum húsum, hjá abba, Karl og Herborg, sum øll vóru systkin, vóru 27 børn. Einar Vang, sum átti 4 synir, búði eisini í sama granna­lagi, so har var nógv lív í. Mamma og babba eru vaksin upp undir øðrum um­støðum, enn vit kenna í dag, millum annað við kúgv í kjallaranum, hoygging og torvskurði. Sum barn og ung kom mamma eisini í samkomuna Nazaret í Kaldbak, har gekk hon í sunnudagsskúla og á møti. Í dag er vegasamband til Kaldbaks gott. Skuldu tey av bygdini tá, vóru tað mjólkarbátarnir Tróndur og Sigmundur ið sigldu til Havnar, sum vóru álitið. Hin møguleikin var at blíva førd yvir um fjørðin til Kalla­nes, haðani varð gingið til Havn­ ar. Eftir at mamma var liðug við barnaskúlan í Kaldbak, fór hon í húspláss hjá Lenu og Conrad Joensen í Havn. Har kom hon í samband við ungdóm í "Ebenezer", har hon eisini kom at ganga í bíbliu­ flokk hjá Niels Vang og Petur Háberg. Seinni fór mamma at arbeiða í handlinum hjá Niels Vang í 5 ár. Niels hevði stóran handil, áleið har sum bilstøðin Auto heldur til í dag. Eftir tað var hon 3 ár í Ull­vøruhúsinum. Babba er sum sagt upp­ vaksin við Gjógv. Nú er sambandið gott til Gjáar, men í uppvøkstrinum hjá babba vóru tað Smiril og Britons Pride, sum førdu fólk og fæ til Gjáar. Annars bleiv gingið til Funnings og Eiðis. Tað var ein stórhending við Gjógv, tá babba var lítil, at tann fyrsti bilurin kom til bygdina. Hann kom í land í gjónni, og so mátti hann dragast upp gjøgnum gjónna. Tá fór alt sum krúpa kundi av húsi. Sunnudagsskúli var ikki við Gjógv. Harafturímóti gekk babba í kirkju hvønn sunnudag, leiddur av abb­an­ um Petur Julius. Tá babba hevði fingið prest­sins hond á høvdi, flutti hann til Havnar. Hann fekk arbeiði á Bacalao eina stutta tíð. Skjótt fór hann í læru sum bilmekanikari hjá Sverra Djurhuus, sum hevði bilverkstað á Ting­hús­ vegnum, seinri í Rættará. Babba var 19 ár, tá hann var útlærdur. Nakað undan tí vóru mamma og babba kom­in at kennast, og tey gift­ust í 1965. Tey fluttu inn í nýggj raðhús í Jóannes Patursonargøtu. Í 1967 bleiv babba knýttur at Tórshavnar Sløkkiliði, sum hann hevði tilknýti til í yvir 40 ár. Nøkur skifti var hann eisini "brandmajorur". Í 1993 fór babba at arbeiða á politistøðini. Her var hann, til hann fór frá vegna aldur í 2008. Eitt ár var babba eis­ini í Føroyingahavnini, har upp­ livdi hann eina dramat­iska hending, tá týski trolarin München, sum júst hevði loyst úr Føroyingahavnini, sakk. Við vóru 42 mans og 27 sjólótust. Líkini komu í Føroyingahavnina, og var hetta óhugnaligt. Í 1979 bleiv mamma rakt av krabba, tað var ein skelkur fyri okkum øll, men tíanbetur kom hon fyri seg. Øll okkara barnaár hevur mamma verið heima og passa hús og børn. Tó var hon nøkur ár dagrøktarmamma, seinri fór hon út aftur at arbeiða m.a. sum heimahjálp. Mamma og babba vóru bæði ung tá tey komu til trúgv á Harran, og blivu vit børn leidd í sunnudagsskúla og á møti, sum vit seta stóran prís á í dag. Ebenezer hevur øll árini verið teirra andaliga heim, har tey hava verið virkin á ymsum økjum. Bæði hava verið í sangkórinum, babba er nú í mannskórinum. Tá eitthvørt skal gerast, liggur teirra partur ikki eftir. Zarepta hevur eisini notið gott av, at babba hevur betri tíð nú. Hon hevur verið brúkt har vesturi tey seinastu árini. Mamma og babba eiga 4 børn: Jann, føddur 1965, giftur við Erlinu, tey eiga 4 børn og 3 abba- og ommubørn. Petur Juul, føddur 1966, giftur við Elisabeth, tey eiga 5 børn. Ann, fødd 1970, gift við Jan, tey eiga 4 børn. Unn, fødd 1970, gift við Finn­bjørn, tey eiga 4 børn. Tað sjáldsama er, at mamma og babba eiga tví­ burar, Petur Juul eigur tví­ burar og Unn, sum er tvíburi eigur eisini tvíburar. Vit vilja ynskja tykkum hjartaliga tillukku við tøkk fyri alt tað, tit hava verið fyri okkum og okkara. Børnini Arnhild og Hilmar gullbrúdleyp