týsdagur 6. januar 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 7. mikudagur 2015 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
"Hvat nýtt av Toftum?",
var altíð fyrsti spurningur
eg fekk, tá eg kom at vitja
Hanna á Lágargarði. Og hes
in spurningurin kom nakrar
ferðir afturat, meðan vitjanin
vardi.
Hansara stóri tokki til
heimbygdina fjaldist ikki og
hann vardi allar dagar, hóast
hann búði í Havn megin
partin av lívinum. Men í
seinastuni kom hesin spurn
ingurin ikki meira. Heldur
ikki aðrir spurningar. Týði
ligt var, at kreftirnar gingu
undan, og at Hanni longdist
til ein betri stað, har kreft
irnar ongantíð ganga undan.
Johannes Martin Olsen
varð føddur á Toftum 13. juli
í 1920. Hann var yngstur av
teimum níggju børnunum
í Køkinum, og hann er tann
seinasti, sum fer undir grønu
torvu. Mamman Julia var av
Kjalnesi í Kollafirði, fødd
Joensen, og pápin Julius
Olsen var úr Hálvdanstoft,
sum er eitt av teimum heilt
gomlu búplássunum á Toft
um. Tey fingu níggju børn -
seks synir og tríggjar døtur.
Julius var smiður og hann
fann eina øðrvísi loysn, tá
hann og Julia skuldu seta
føtur undir egið borð. Húsini
í Køkinum eru sett saman av
tveimum húsum. Ovari part
urin stóð suður úr húsunum
í Túni, og tann niðara partin,
sum er tann breiðari, keypti
Julius oman av Hamri. Har
hevði verið køkur, og soleiðis
fekk barnaheimið hjá Hanna
navnið í Køkinum. Á Toftum
hevur hann ikki verið nevnd
ur annað enn Hanni í Køkin
um.
Mær er sagt, at í Køkinum
hjá Juliu ommusysti og
Juliusi var altíð opið fyri
øllum. Har samlaðust menn
úr býlinginum millum áirnar,
ið er tann gamli býlingurin á
Toftum, um kvøldarnar at
spæla kort. Og manglaði onk
ur maður, tók húsmóðirin
Julia mangan kortini í hond
ina.
Hanni
var
einasti
av
beiggjunum í Køkinum, sum
ongantíð fór til skips. Hann
arbeiddi hjá eingilsmonn
unum undir krígnum. Sum
tann álítandi og skikkiligi
maðurin hann var, kom hann
sær væl fram. Hann gjørdist
høgra hond hjá Hagengaard,
sum var formaður fyri at
gera barakkirnar á Toftum
og á Nesi undir krígnum.
Skrivstovan hjá teimum var
í gomlu dansistovuni á Toft
um, ið stóð tóm.
Um krígslok fór Hanni til
Havnar at arbeiða hjá Heina
Johansen, róptur Heini hjá
Karl hjá Vágaheina, sum hevði
handil beint yvir av Føroya
Banka og Frelsunarherinum.
Eftir tað arbeiddi hann eitt
skifti í Keypssamtøkuni.
Tað er ikki ov nógv sagt,
at lívsstarvið hjá Hanna bleiv
í ALV. Har arbeiddi hann
saman
við
undangongu
kvinnuni Karolinu Petersen,
ið vaks upp á Toftum um
sama mundið sum Hanni.
ALV, ið nú eitur Dugni, hevur
givið mongum fólkum møgu
leika at umskúla seg eftir
sjúku, óhapp ella arðar forð
ingar. At hjálpa fólki, passaði
eisini ógviliga væl til lyndið
hjá Hanna.
Tá hann var komin til
Havnar, rann skjótt saman
millum Hanna og Paulu
hjá
skorsteinsfeiðaranum.
Tey vóru trímenningar, tí
mammurnar, Julia og Pou
lina, vóru systkinabørn úr
Kollafirði. Hetta bar í sær,
at ættarfólkið á Toftum ofta
gisti hjá Poulinu og Óla skor
steinsfeiðara, tá tey vitjaðu í
Havn. Hanni búði eisini har
eitt skifti, eftir at hann var
komin til Havnar.
Í høvuðsstaðnum gjørdist
Hanni skjótt virkin í Frels
unarherinum, sum Paula
eisini hevði verið framman
undan. Í mong ár hevði hann
ábyrgdina av sunnudagsskúl
anum fyri tey smærru bør
nini, og eg havi hoyrt fleiri
nevnt tann karakteristiska
sandkassan, ið Hanni altíð
brúkti fyri at gera bíbliufrá
søgnina livandi fyri børn
unum.
Hann spældi eisini í horn
orkestrinum hjá Frelsunar
herinum. Mær er sagt, at
hann spældi á trummu tey
fyrstu árini, men tað ið eg
minnist, spældi hann horn.
Tá vit í uppvøkstrinum vóru
á ólavsøku og orkestrið hjá
Frelsunarherinum kom í há
bærsligari skrúgongu og í
teirra sermerktu búnum om
an á Vaglið at halda útimøti,
minnist eg, at eyguni leitaðu
eftir Hanna skyldmannin
um, sum gekk miðskeiðis í
fylginum.
Hanni og Paula bygdu sær
hús við Velbastaðvegin, har
Óli skorsteinsfeiðarin hevði
eina trøð. Her fingu Paula
og hini systkini grundstykki
frá pápanum. Í heiminum hjá
Paulu og Hanna við Velba
staðvegin vóru fólk altíð
vælkomin, og fleiri skifti
høvdu tey skyldfólk, ið gingu
í skúla ella arbeiddu í Havn,
búgvandi hjá sær.
Fyri okkum var Hanni
allar dagar toftamaðurin í
Frelsunarherinum. Kortini
gloymdi
hann
ongantíð
kirkjuna og hann var trúliga
í kirkju, tá tey vóru har inni
sunnudagar. Í mínari verð
er hann eitt fyrimyndarligt
dømi um, at tann gamla før
oyska kirkjumentanin og
altjóða Frelsunarherurin væl
kunnu sameinast í einum
persóni.
Paula og Hanni settu
barnaheimið í Køkinum í
upprunaligan stand, og í
mínum uppvøkstri og seinni
enn tað, vóru tey rættiliga
nógv har inni. Stutt er millum
húsini, og tey stukku altíð inn
á gólvið í okkara barnaheimi.
Í norðara enda búðu omma,
Karolina, og døturnar Davina
og Palma. Omma var jú
mostir Hanna og tað var eitt
hjartaligt vinarlag millum
húsini, og soleiðis kom eg at
kenna heiðursfólkini Hanna
og Paulu rættiliga væl.
Í dag eigur Fornminnis
felagið á staðnum húsini í
Køkinum, og tey eru ein virði
ligur varði um farna tíð.
Trúfesti eyðkendi Hanna
allar dagar. Hann var ruddi
ligur og reiðiligur - eingir
lepar hingu við. Harafturat
kann eg nevna, at hann
roykti ongantíð og smakkaði
ongantíð tað váta slagið.
Hóast Hanni viðhvørt
hevði skund, eins og vit øll
onnur, so hevði hann altíð
tíð at práta, tá hann møtti
kenningum á gøtuni í Havn,
í Toftatúni ella aðra staðni.
Hanni var allar dagar
ógviliga heimkærur og vísti
stórt trúfesti móti heim
bygdini. Dygdir, ið eg virði
høgt. Veit, at tá farið varð
undir at gera flakavirki á
Toftum í sekstiárunum, setti
Hanni partapening í virkið.
Hansara partur skuldi ikki
liggja eftir, at fáa vinnuligt
virksemi aftur í heimbygdini.
Fleiri av hansara nærmastu
skyldfólkum fingu stóra gleði
av flakavirkinum. Eitt nú ar
beiddu brøðurnir Vensil og
Bernhard í nógv ár á Nyki.
Paula og Hanni fingu
eingi børn. Men tey fostraðu
upp
Randi,
systirdóttir
Paulu, og hon hevur verið
teimum ein góð og trúgv
dóttir. Paula doyði fyri 10
árum síðani og vit hava øll
samkenslu við tær, Randi,
nú pápi tín eisini er farin. Tú
hevði hann heima so leingi
hann kundi, og vitjaði hann
hvønn dag, eftir at hann var
komin á Lágargarð at búgva.
Minnini hevur tú mong um
fosturforeldrini - tvey deilig
menniskju, ið ríkaðu lívið hjá
so mongum.
Hvíl í friði, skyldmaðurin
Hanni í Køkinum!
Tórður Mikkelsen
Minningarorð um
Hanna í Køkinum
ættaður av Toftum
búsitandi í Havn
føddur 13. juli 1920 deyður 7. juli 2014
Heiðursfólkini Paula og Hanni eru nú bæði farin um sýn. Paula
fyri 10 árum síðani og Hanni andaðist 7. desember 2014