Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-01-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. mikudagur 2015 · Nr. 2 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Altíð bagir illa barnið okkurt! Virgar Dalsgaard Á tí febrilsku Fjesbóka-síðuni hjá Høgna Hoydal kunnu folk síggja alskyns bizart polit­iskt   tankagóðs,   eitt nú   myndir av heroiskum hoy­dals­feðg­um, sum rask­ ir og óræddir við før­oysk­ um flaggi í hond gera land­ gongd á Hoyvíkshólmi um­framt  annað høgnesiskt sjálv­rós og so   heilt mein­ ings­leys álop á aðrar før­ oysk­ar politikarar ella  Dan­ mark,   har HH fær dyrkað sína  undirlutakenslu yvir fyri bæði skilagóðum føroyskum mótstøðumonnum og tí holla danska ríkisfelags-skap­in­ um.    Nógv av  teimum høgnes­ isku glepsunum   eru so absurd og   triviell, at tey bara fara aftur við borðinum. Men nú jólastemningurin hjá teimum flestu er farin at mýkja sinna­lagið, hevur hugnin og stórsinnið kort­ ini  ikki  rinið við tann kron­ iskt knarr­andi aya­tollah­ in  hjá tjóð­veldis­sekt­ini.   Mitt í tí politiska jóla­ meldri­num er tann avinds­ sjúki  HH  farin  heilt  yvir ge­vind á Fjes­bókini  við  smá­ ligum og órímu­ligum  brigsli móti  Karsten Hansen, lands­ stýris­manni.   Tað snýr seg um pro­ jektið FAROGEN, sum lands­ stýrismaðurin hevur roynt at fingið danska  fígging til, eftirsum tað als ikki vóru nakrar føroyskar veitingar at finna. Høgni er ovursintur um, at danskarar "sleppa" at hjálpa okkum við at bjarga Farogen-málinum. Uppgávan hjá einum­hvørj­ um   lands­stýrismanni   má vera at finna ein prag­mat­ iskan útveg, tá ið tað fíggjar­ liga stendur á. Ta uppgávuna kann Karsten Hansen lyfta við danskari hjálp. Hetta gleðir bæði Pál Weihe og að­rar praktiskt hugsandi menn. Mundi   Høgni Hoy­ dal  leika líka nógv í ella venað seg so, um Karsten   hevði bidd­að pengar úr Íslandi, tí TÁ  hevði tað annars   verið rein biddaragongd, meðan ein donsk veiting bara er okk­ara heilt sjálvsagdi rættur gjøgnum tann holla   Ríkis- felagsskapin.   Boomerang-effekt­ in rakar tann dupult­moralska Høgna Hoydal Hoydal, sum er fremsti trú­ boðari hjá tí ovurfrelstu   tjóð­ veldis­sektini herjar á lands­stýrið og háar teir "ó­frelstu"   politisku   flokk­ arn­ar  fyri, at   teir "fara  til dansk­arar eftir peng­um!"  Og so leggur   hann orðar­ ætt     afturat: "at føroyskir politik­arar kappast um at bjóða seg fram og SELJA SÍN­AR ATKVØÐUR aftur­fyri onkra penga­gávu"!   Endiliga fryktar hann fyri, at aðrir føroyskir politikarar fara "at stuðla onkrari dansk­ ari stjórn fyri at fáa okkurt aftur fyri!" Hoydal heldur, "at Karstin eyðmýkir okkum"! So stórorðaður er hesin fyrrverandi stór-snultarin á donskum Fólkatingi. Er HH so naivur, at hann heldur, at  veljarin longu hev­ ur  gloymt, hvussu skamm­ leyst hann sjálvur herjaði á hvønn danskan pengakassa, tá ið  hann bara slapp fram­ at. Vit kunnu úr synda­rúgv­ uni hjá hesum politiska hyklara taka hesi fáu dømi: 1) Tað verður enn tosað  á Christ­ianborg um ta freku grádig­heitina hjá  tí norð­ur­atlantiska band­an­ um, sum bleiv stovn­aður av før­oysk­um og grøn­ lendskum pamparum við Høgna Hoydal sum odda­manni. Hesin ússa­ ligi norðuratlantiski spæli­bólkur á Fólkatingi hevði bara til endamáls at mjólka pengar burt­ ur úr   donskum skatta­ borgarum, og so mátti hann hartil fáa dis­pensa­ tión til sína eyð­ræn­ing av tí danska lands­kass­ an­um, tí ein "bólk­ur" skal vanliga vera fýra ting­ limir, men   tað norður­ at­lantiska nassara­liðið átti bara tríggj­ar limir á Fólkatingi. Tað var eyð­mýkj­andi fyri før­ oyingar.  2) Billar Høgni sær inn, at veljarin ikki minnist, at hann til eitt fólkatingsval beyð Anders Fogh polit­ iskan stuðul og harvið VILDI SELJA SEG til  ein høgra­vendan danskan stats­ministara, hvis Fogh aftur­fyri vildi hjálpa Høgna við loysingini í Føroyum. Tað var eitt van­virðisligt uppskot, har Høgni vildi taka av­gerðarrættin frá før­ oyi­ngum og leggja før­ oyskan politikk niður á tað danska Fólkatingið, men Fogh svaraði honum greitt aftur, at loysingin var eitt føroyskt mál, sum IKKI skuldi avgerast á donskum Fólkatingi, men av veljarunum  í Før­ oy­um.   Hetta pínliga faktum er merkiliga goymt, "gloymt" og krógvað av teimum flestu journalistum í dag. Hevur nakar føroyskur politikari eyðmýkt okkum meira enn Høgni  gjørdi við hesi vitleyst be­rokn­ andi  opportunismu.  3) Og hvussu forklárar tann forargaði Høgni veljarum sínum, at partamaður hans­ara DENNIS, borg­ meistari  í Vági skjeyt upp, at studerandi vágbingar og kanska fleiri lesandi suðuroyingar skuldu "selja seg sjálvan", vraka tað tápuliga p-talið hjá Høgna, fáa sær danskt cpr.-nummar og so sum "góðir" tjóðveldismenn eyð­ræna   danskar SU- kass­ar fyri ússaligt danskt mammon. Sera eyð­mýkjandi og dupult­ moralskt, harra formað­ ur..  4) Hvat ætlar Høgni Hoy­ dal at gera við sínar óflýggja­ligu "Unga Tjóðveldis"-limir, sum seta  rekord í ser­før­oysk­ ari snultan eftir donskum pengaveitingum, tá ið danskir tippingar-peng­ar skullu býtast út til ung­ dóms­fylkingar. Tá kemur nalva­sektin hjá tjóð­ veldinum við dubiøsum listum AT KRADDA   og kravbidda   um meira dansk­an stuðul, enn nak­ að annað ung­mannafelag troystar sær at søkja um. Tað er at eyðmýkja seg, harra Hoydal.  5) Lat okkum ikki gloyma, hvussu Høgni eyðmýkti og eyðrændi føroyska fólk­ið við at leita sær danska hjálp frá eini talentleysari   filmkonu, sum skuldi filma og glamourisera  Høgna og hinar loysingarnar, tá ið teir vildu krevja loysing uppá avbetaling frá donsku stjórnini í 1998.Tað var eisini eyðmýkjandi fyri alt fólkið, sum mátti betala fyri hansara privata film.         Onkur heldur kanska, at tað, sum Høgni Hoydal skriv­ar á FB, bara er ein lítil brota­ sjógvur í eini grunnari Hoy­ dalsbalju og tí líka so politiskt týdningarleyst ella komiskt, sum tá ið Hoydalsfeðgarnir yvirtaka Hoyvíkshólm og halda seg vera bæði raskar og originalar. Teir eru nevniliga   ikki so frægt, sum klárir yvir, at Rukkulakkin longu   mitt í 60´unum skjeyt upp, at Sigurd Joensen og aðrir tjóð­ veldis-jassar   kundu sleppa at yvirtaka Trøllhøvda og so dyrka sjálvsstýri har í nøkur ár, so friður var av teimum. Tað fjákuta loysingarliðið hev­ur altíð verið sera gott undir­hald. Gaman í, men principielt er tað ikki bara skemt og avgjørt ikki rætt, at ein kyn­ iskur opportunistur, sum býr í so spinklum drívhúsi sum HH ger, bara  sleppur at grýta við gróti heilt uttan fyrilit. Tað eru nógv naiv fólk  í tjóðveldismeinigheitini, sum antin ikki vita, minn­ast  ella forstanda, hvussu hykler­ iskur og inkonse­kventur, tann "polit­iski" atburðurin hjá Høgna Hoydal hevur verið líka síðani,  hann vág­ aði sær upp í føroyska sam­ felags-debatt við sínum ógjøg­num­tonkta møsni Tá ið pragmatisman ræð­ ur í Tinganesi, skullu teir fáa frið fyri høgnesiskum runubløkum og tí ynskja vit bæði teimum og høgnesarum gleðilig jól. Býráðið spekulerar við kommunalari jørð Jógvan Arge býráðslimur í Havn fyri Tjóðveldi Bæði Annfinn Brekkstein og Tróndur Sigurðsson hava fílst á, at Tjóðveldi í bý­ráð­ num hevur hildið ímóti, at kommunan selur ein minni part av jørð síni undir Konga­ varða uttan at virða møgu­ leikan hjá teimum borgarum, sum standa á kommunala bíði­l­istanum. Hetta er framvegis at loypa bukk um tær reglur og siðvenjur, sum enn eru gald­andi í kommununi, tá bygt verður á jørð, sum komm­unan hevur útvegað. Reglurnar hava eitt nú til endamáls at tryggja van­lig­ um fólki at sleppa upp í part fyri so rímiligan kostnað, sum til ber. Tí hevur ein fortreyt verið, at kommunan letur rájørðina fyri tað sama, sum hon keypir hana fyri. Nú verður hálsað um og kommunala jørðin verð­ur seld byggifeløgum fyri hægst­bjóðandi. Tá bygt er, kunnu byggifeløgini selja borg­arum bú­staðirnar í frí­ari sølu – t.e. aft­ur fyri hægst­ bjóðandi. Hetta er ikki í familju við ta mannagongd, sum hev­ ur verið vanlig. Her er Tórs­ havnar kommuna farin at spekulera við síni egnu jørð, so rokið stendur frá. Ætlar at bjóða byggi­feløg­ um tann aktuella partin av jørðini fyri hægstbjóðandi. Í útbjóðingini hugsar komm­ un­an sær sjálvum minst 300.000 krónur fyri hvørt stykki sambært máls­lýsing­ ini. Jørðin undir teimum 32 raðhúsunum, sum skal bjóð­ ast út, fer sostatt at geva Tórshavnar kommunu meir enn 9 milliónir krónur. Kommunan hevur keypt allar 90.000 fermetrarnar, sum vóru ætlaðir til 200 bú­ eindir aftrat undir Konga­ varða, fyri 14,5 mió kr. Jørðin undir teimum 32 raðhúsinum er bert ein lítil partur av hes­ um, og umboðar kanska eina útreiðslu upp á eina til 2 mío kr. Tí liggur her ein vinningur til kommununa upp á minst 7 mió krónur - sum húsakeyparin, hvør hann so verður, skal rinda upp á tann eina dag. Við allari respekt fyri formanninum í byggi- og býarskipanarnevndini líkist hetta ikki javnaðarpolitikki. Har plagdi grundreglan ikki vera at lata tær størstu penga­mappurnar einsa­mall­ ar seta dagsskránna. At loypa bukk um bíðil­ istan og síðani selja fyri hægst­bjóðandi við dýrkandi vinningi til kommununa er enn eitt tekin um, at hóast Javnaðarflokkurin einsa­ mallur hevur meiriluta á Vagli­num, so ráða sterk borgar­lig sjónarmið innan­ veggja. Høgrasnaringin røkk­ ur eftir øllum at døma eisini nógv longur inn í Javnaðar­ flokkin, enn nakar skuldi trúð. At kommunan eina ferð ætlar at selja grundstykkir longur uppi undir Konga­ varða eftir bíðilista, broytir ikki fakta fyri núætlaðu út­bjóðing. Kanska verður heldur ongin bíðilisti til ta tíð. Tendensurin í prátinum hevur ið hvussu er í sein­ast­ uni verið, at skipanin er bæði forðandi og stirvin. PS: Var inni á torshavn.fo og leitaði eftir reglugerðini fyri umsóknir um fasta ogn. Fekk bara hetta stutta svar: File not found!