týsdagur 6. januar 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 7. mikudagur 2015 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tryggingarfelagið Føroyar søkir eftir starvsfólki til
hagtøl og greining – talan er um fast fulltíðarstarv.
Hevur tú áhuga og royndir við umsiting av ”big data” og
dámar tær at granska og greina dátur, so er tað tær, vit
leita eftir!
Í tínum dagliga arbeiði kemur tú at sameina tín áhuga
innan tøl og KT við at greina og tulka dátur.
Tú kemur at vera við til at menna okkara ”data-warehouse”,
ið TF-starvsfólk hava forritað frá grundini av.
Harumframt kemur tú m.a. at gera ad-hoc analysur og
menna Business Intelligence úrrit.
Vit leggja dent á, at tú ert framsøkin og kanst taka ábyrgd
av at skapa bæði tína egna framtíð, eins og framtíðina
hjá felagnum.
Vit kunnu bjóða tær:
Eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini fyritøku við
greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum
arbeiðsumstøðum. Ein fyritøka við ítøkiligum kjarnu-
virðum, har vit hava vilja til lønandi vøkstur, virða heildina,
eru ágrýtin og nærløgd, hava eina langtíðarhugsjón og eru
broytingarsinnað.
Til rætta fólkið hava vit eitt gott og avbjóðandi starv
við kappingarførari løn, góðum setanartreytum, sjálv-
støðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari
førleikamenning.
Førleikakrøv:
Vit vænta, at tú hevur holla vitan innan menning av
dátugrunnunum MS-SQL og Oracle PL/SQL. Harumframt
er tað ynskiligt, at tú hevur royndir innan BI-amboð, so
sum Excel, Tableau, SSRS ella líkandi.
Kunnleiki til TIA-skipanina er eisini ein fyrimunur.
Mest týðandi er tó, at tú ert søkjandi, greinandi og hevur
áhuga innan hesi øki.
Lønar-og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Yrkisfelag
teirra, ið starvast innan tryggingar-, fíggjar-, KT. o.l.
fyritøkum og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Lønin verður ásett í mun til royndir og førleika.
Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til starvið,
kanst tú seta teg í samband við Regin Mittún Petersen,
deildar stjóra, á rp@trygging.fo ella telefon 28 57 04.
Umsóknarfreistin er 9. januar 2015 kl. 12:00
Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum kann sendast
umvegis heimasíðuna www.trygging.fo, umvegis teldupost
til starvsfolkadeild@trygging.fo ella við posti til:
Tryggingarfelagið Føroyar
Starvsfólkadeildin
Postsmoga 329
FO-110 Tórshavn
Talknúsari søkist!
STARVSLÝSING