týsdagur 6. januar 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. mikudagur 2015 · Nr. 2
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá okkara kæra, góða mamma,
vermamma, omma, langomma og olduromma
Micolina Hammer Haldórsvík
f. 25.06.21 D.13.06.14
andaðist og varð jarðað.
Ein serlig tøkk til starvsfólk og búfólk á Mørkini,
sum vóru so góð við hana. Eisini ein serlig tøkk
til Bergtór, prest, fyri vitjan og troystarrík orð.
Takk til berarar, sangarar og kirkjutænarar. Takk
fyri blómur, kransar og peningagávu til Mørkina.
Takk til tykkum mongu, sum bakaðu og hjálptu til í
ervinum. Takk til tykkum øll, sum fylgdu Micolinu
til hennara seinasta hvíldarstað.
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og Harrans
signing í komandi ári.
Familjunnar vegna
Hans David – Max og Elias
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og
hjálpsemi, tá ið okkara kæra
Gretha Husgaard
Syðrugøta
f. 14.09.1923 – d. 10.11.2014
andaðist og varð jarðað.
Ein serlig tøkk til starvsfólkini á Røktar- og
ellisheiminum í Runavík.
Tøkk til Símun P. Jacobsen prest, sangarar, berarar,
gravarar og kirkjutænarar.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Eysturoyar Røktar- og ellisheim, og øll tit, sum
bakaðu og hjálptu til við jarðarferðina og ervið.
Tøkk til øll, sum fylgdu henni til hennara síðsta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Sólmá og EsterArabo og Kaj
Trina, kvinden der aldrig gav op, er død.
HANSINA KATHRINA HAUGAARD
05.11.1922 - 29.12.2014
Jan, Jacob, Agnes, Amina, Kathrina, Carl Frederik,
Christine, Petra, Elizabeth, Ilse, Erik, Kirsten, Tom.
Begravelsen fandt sted fra Vejlby Kirke (8240
Risskov) fredag den 2. januar 2015 kl. 14.00.
Vit takka hjartaliga øllum, ið sýndu samkenslu, tá
okkara elskaða kona, mamma, vermamma, omma
og langomma
Esther Smidt Nónsgjógv
f. 28.05.1933 d. 27.10.2014
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Berg prest fyri troystarík orð í kapellinum.
Til Emil prest fyri vakra talu og hjálpsemi. Tøkk til
kirkjutænarar, urguleikara og sangarar.
Jónsvein og Drós – takk fyri spæl og vakran sang
í kirkjuni.
Tøkk til starvsfólkið á B8, sum vóru um hana teir
seinastu dagarnar.
Takk til øll tykkum, sum fylgdu henni. Tøkk fyri
blómur, gávur til Mørkina og heilsanir á annan hátt.
Takk fyri alla hjálp, sum varð veitt familjuni.
Eisini ein tøkk til tykkum á Mørkini, sum vóru so
góð við hana.
Familjunnar vegna
Jógvan
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið høgt
elskaði pápi mín
Johannis Martin Olsen
vanliga nevndur Hanni
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Frelsunarherin og til Elisabeth fyri
troystarrík orð. Tøkk fyri sang og tøkk til berarar
og gravarar. Tøkk til tykkum øll, sum á ymsan hátt
hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk til
tykkum øll, ið fylgdu Johannis M. Olsen til hansara
seinasta hvíldarstað.
Randi
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum tykkum
mongu, sum 6. oktober 2014 vóru við til
at gera mær 70 ára føðingardagin so
hugnaligan og minnisríkan. Ein serlig
tøkk verður veitt tykkum í Nebo, sum
hjáptu so væl til.
Eitt signað nýggjár verður ynskt øllum
føroyingum – burturi og heima
og á sjógvi og landi.
Blíðar heilsanir
Andrias í Túni
Toftir